týsdagur 5. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 147 - 5. august 2008
100 ára føðingardagur
á Tvøroyri
Leygardagin 9. aug. verður Fredrikka Danielsen
(vanliga nevnd Drikka) á Tvøroyri 100 ár.
Dagurin verður hildin á Eldrasambýlinum, Við
Sílá 28, frá kl.11.00 til 16.00
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Meinhardt Arge
andaðist og varð jarðaður.
Vegna familjuna
Tóra, Inger, Gunnleyg, Finnbogi og Árni
Í gjár, mánadagin 4. august,
fylti Harry Hovman Hansen
á Toftum 70 ár. Fyri arbeiðs
tíð heiðraði streingjakórið í
missiónshúsinum føðingar
dagsbarninum við sangi
uttan fyri heimið uppi á
Regni. Seinni fóru Harry
og konan til Havnar, har
dreingirnir búgva, og teir
tríggir – synirnir báðir og
70 ára føðingardagsbarnið
– runnu sær ein góðan túr,
áðrenn
føðingardagurin
varð hildin saman við teim
um næstu.
Tað er ivaleyst í sambandi
við renningina, at fólk kring
landið komast við Harry.
Tá ið elsti sonurin, Absalon,
í áttati árunum og upp í níti
árini gjørdi nógv við renn
ingina og vann gull á mara
tonteininum á Oyggjaleik
unum í Føroyum í 1989,
varð pápin eisini bitin av
renningini.
Harry hevur altíð verið
áhugaður í ítrótti, og tað
hevur ligið væl fyri í eitt nú
bóltspæli
og
fimleiki.
Seinnu árini hevur Harry
luttikið í nógvum rennikapp
ingum, hann var ein av
ábyrgdarpersónunum
í
Hjartafelagnum og í at
skipa fyri kappingum í
frælsum ítrótti á Svanga
skarði, og hann rennur fram
vegis. Tá ið Norðoyatunnilin
varð latin upp fyri gott og
væl tveimum árum síðani,
rann hann av Nesi og um
vegis fleiri kirkjur og norð
ur til Klaksvíkar. Og í
summar hevur hann runnið
úr Elduvík og út á Toftir,
umframt at hann ofta fer
teinin teir tíggju kilometr
arnar runt Toftavatn ella út
á Nesvatn og Eystnes.
Harry er toftamaður, og
hann hevur alla sína tíð búð
á Toftum. Hann var yngstur
av teimum níggju børnunum
hjá Hansinu, sum var ættað
úr Elduvík, og Antoni
Hansen, sum var úr Túni á
Toftum.
Harry var blaðungur, tá
ið hann fór til skips. Hann
var tiltikin nærlagdur og
skjótur egnari og var eitt nú
við Vesturhavinum Blíða
og Columbusi, umframt at
hann eisini róði út í Grøn
landi.
Tá ið hann var tilkomin,
lærdi Harry til rørleggjara
hjá Bjarna Hansen í Runa
vík. So var hann maskin
maður
á
flakavirkinum
Nyki í nøkur ár. Lívsstarvið
fór Harry undir í 1980, tá ið
hann gjørdist skúlatænari í
Tofta skúla, sum júst tá
varð útbygdur. Umframt at
taka sær av skúlanum, hava
Harry og konan í mong ár
tikið sær av at passa svimji
hylin í Tofta skúla.
Ídni, nærlagni og trúfesti
hava eyðkent tey bæði, og
tað hevur verið tiltikið,
hvussu væl skúlin og svimji
hylurin á Toftum hava verið
røkt og umsitin.
Síðani í fjør, tá ið Harry
segði starvinum í skúlanum
farvæl, hevur hann arbeitt í
Valhalla og í egninarskúru
num á Toftum. Áhugin fyri
seyði og seyðahaldi hevur
altíð verið góður, og Harry
hevur framvegis seyð. Hug
urin at arbeiða er tann sami,
og hóast árini nú eru 70, so
eru orkan og evnini fram
vegis góð.
Harry er giftur Emmu,
sum eisini er ættað av Toft
um. Foreldur hennara vóru
Nanna og Wenzel Olsen
ella Wenzel í Køkinum,
sum hann varð nevndur.
Emma og Harry fingu fýra
børn: Absalon (1959), Wen
zel (19632006), Hansy
(19691970)
og
Hans
(1973).
Styrkina og troystina at
bera saknin og sorgina eftir
missin av tveimum børnum
hava Emma og Harry leitað
sær hjá honum, sum er kær
leikin, og sum hevur alt
vald í himli og á jørð. Tey
eru trúgv í kirkjuni og
missiónshúsinum, og Harry
er altíð klárur at avleggja
ein vitnisburð. Teimum báð
um hevur dámað væl at
ferðast, og nú gleða tey seg
til seinni í heyst at vitja í
heilaga landinum.
Absalon hevur verið tofta
maður í Havn, síðani hann
var blaðungur. Fyri einum
ári síðani flutti Hans til
Havnar, eftir at hava búleik
ast í Århus í fleiri ár. At lítla
Emma nú er komin so mik
ið nær, at tað er møguleiki
hjá henni ofta at vitja hjá
ommuni og abbanum á Toft
um og hjá teimum báðum
at vitja ommu og abba
dóttrina í Havn, er fallið í
ógvuliga góða jørð.
Hjartaliga tillukku Harry!
Tær og tínum verður ynskt
alt tað besta.
Skyldmaður
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Gunver von Jessen,
fødd Zachariasen, van
liga nevnd Dyssa, and
aðist fríggjadagin 1.
august í Nivå, 78 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður úr Nivå kirkju
fríggjadagin 8. august
klokkan 15.00.
Andlát og jarðarferðir
Harry Hansen 70 ár