týsdagur 5. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 147 - 5. august 2008
Kvívíkingurin Jan
Joensen er projekt
leiðari á heimsins
størstu skipasmiðju
í Suðurkorea.
Jan, sum er 43 ára
gamal, lærdi í síni
tíð á Tórshavnar
Skipasmiðju, fór til
Danmarkar at læra
til skipsverkfrøðing,
og fór síðani at
arbeiða hjá altjóða
felagnum Lloyd's
Register. Tað er
einki at dylja yvir,
at lønin dregur, tá
tú verður sendur
í onnur lond at
arbeiða, sigur hann
ÚTISETI
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Nevnir tú navnið Hyundai,
so munnu tey flestu hugsa
um bilarnar, sum minna
nokkso nógv um Honda.
Fáur man hugsa um heim
sins størstu skipasmiðju í
Suðurkorea, sum byggir
útvið 100 skip um árið –
skip ið eru bæði stór og dýr
til
frálandavinnuna
og
farmaflotan.
Men í landssynningspart
inum av Suðurkorea, í bý
num Ulsan, arbeiðir 43 ára
gamli Jan Joensen úr Kvívik
á hesi risa stóru skipasmiðj
uni hjá Hyundai Heavy Indu
stries, bert 3 kilometrar frá
har bilaverksmiðjan Hyun
dai liggur. Saman við konuni
og báðum synunum hevur
Jan búð og starvast í Ulsan
seinasta hálvafjórða árið
Sosialurin hitti Jan Joen
sen, nú hann var heima í
Kvívík og vitjaði familju
sína í summarferiuni.
Útstationering
Jan Joensen traðkaði sínar
ungdómsskógvar á Tórs
havnar Skipasmiðju, har
hann lærdi til sveisara. Lið
ugur við tað fór hann til
Danmarkar at læra, fyrst til
skipsbyggjara og síðani á
teknikum í Helsingør til
skipsverkfrøðing.
Hann fekk starv hjá al
tjóða fyritøkuni Lloyd's
Register, ið tekst við klass
ing og nýbygging av skip
um. Hetta er ein aldargomul
fyritøka, ið hevur sín upp
runa í Onglandi, og sum í
dag virkar kring allan knøtt
in.
Føroyingar kenna nokk
mest til Norsk Veritas, tá
tað kemur til hetta slag av
virksemi. Lloyd's og Veritas
gera stórt sæð sama slag av
arbeiði, vit eru kappingar
neytar, greiðir Jan Joensen
frá.
Eg spyrji Jan Joensen,
hvussu hann endaði í Suður
korea.
Tá ein arbeiðir í sovorðn
ari fyritøku, verður ein við
hvørt spurdur um at fara
aðrastaðni at arbeiða. Við
hvørt spyr ein um tað sjálv
ur. Eg arbeiddi í Kina
áðrenn og ynskti sjálvur at
sleppa til Korea. Suðurkorea
er øðrvísi enn nógv onnur
lond har á leiðini, nógv øðr
vísi enn til dømis Kina,
Vietnam og Filipsoyggjar.
Landið kann í dag mest
samanberast við Japan, og
kostnaðarstøðið er høgt,
nærum eins høgt og í Før
oyum, greiðir Jan Joensen
frá og heldur fram:
Sjálvt arbeiðið broytist
ikki nógv frá stað til stað,
so eg visti, hvat eg fór inn
til. Bæði arbeiðsplássið og
skúlin,
har
dreingirnir
ganga, liggja beint við har
vit búgva. Har er friðarligt,
eingin kriminalitetur, so vit
hava einki at klaga um.
Gularótin hjá fleirtjóða
fyritøkum at fáa fólk í onn
ur lond at arbeiða, ella
verða útstationerað, er oft
ani ein feitari lønarposi. So
eg spyrji Jan, um tað eisini
er galdandi í hansara føri.
Tað er einki at dylja
yvir, at bæði eg og mínir
starvsfelagar fáa meiri løn,
tá vit verða útstationeraðir,
sigur Jan Joensen.
Álitisstarv og stórar
verkætlanir
Jan Joensen er projektleiðari
fyri nýbygningar av slag
num LPG, ið stendur fyri
"liquified petroleum gas".
Talan er um klassing av
hesum
nýbygningunum,
líka frá tí at kjølurin verður
strektur, til skipið verður
latið eigaranum.
Arbeiðið inniber millum
annað at halda eyga við, at
nýbygningarnir lúka øll al
tjóða krøv sambært gald
andi lógum, krøv sum eru
tengd at hvat slag av skip
um, talan er um, sigur Jan
Joensen.
Hyundai
skipasmiðjan,
har Jan hevur sína dagligu
gongd, hevur rópt seg sjálva
"global leader" innan skipa
smíð. Tað vil við øðrum
orðum siga heimsins størsta
skipasmiðja. Jan Joensen
greiðir frá, at eitt annað
kent altjóða merki, Sam
sung, hevur eisini eina risa
stóra
skipasmiðju,
sum
liggur bert 2 tímar frá, har
Hyundai skipasmiðjan ligg
ur. Á Samsung skipasmiðj
uni gera tey nógva útgerð
til frálandavinnuna, so sum
boripallar og líknandi.
'Hyundai Heavy Indu
stries' er heimsins størsta
skipasmiðja. Tað er eingin
onnur skipasmiðja, sum
byggir so nógv skip. Tað
arbeiða 25.000 fólk á sjálv
ari skipasmiðjuni, men har
til eru 20.000 undirveitara
arbeiðspláss afturat uttan
fyri smiðjuna sjálva. Har
eru nógvar deildir, onkur
tekur sær bert av at veita
skipini, onkur onnur tekur
sær bert av doyping við
orkestrum og móttøku og
so framvegis, sigur Jan
Joensen.
Umframt
nýbygningar
byggir skipasmiðjan eisini
eina rúgvu av deilum og
motorum til aðrar skipa
smiðjur. Og tað eru ikki
hissini motorar.
Umleið 500 motorar
verða bygdir um árið, og
tað eru motorar á stødd við
heili hús, heldur kvívíking
urin fyri.
Nógv øðrvísi
enn Føroyar
Eftir at Jan Joensen hevur
greitt frá øllum omanfyri,
gevur tað lítla meining at
spyrja,
um
arbeiðið
á
Hyundai skipasmiðjuni á
nakran hátt kann samaberast
við til dømis Tórshavnar
Skipasmiðju. Tað man vera
sum dagur og nátt at saman
bera heimsins størstu skipa
smiðjum við eina føroyska
skipasmiðju, og tað váttar
Jan.
Men
hvussu
gongur
arbeiðið so fyri ein vanligan
dag har eysturi.
Vit arbeiða vanligar dag
ar, gera nógv ymisk ting, til
Øll tøl fyri 2007
Suðurkorea
Føroyar
BTÚ pr. íbúgva í miðal
uml. 130.000 krónur
uml. 250.000 krónur
Búskaparvøkstur
5%
9,3 %
Arbeiðsloysi (árstíðarjavnað)
3,3%
1,5 %
Keldur: CIA, The World Factbook (tøl fyri Suðurkorea). Hagstova Føroya og Landsbanki Føroya
(tøl fyri Føroyar).
Útsýni frá brúnni á einum
LPG
"Suðurkoreanar arbeiða hart og
halda ikki langar steðgir. Tað er full
ferð á alla tíðina"
»Suðurkoreanar
eru stoltir av
sínum arbeiði«
»Tey ungu
(í Suðurkorea,
red.) hava eftir
mínum tykki
einki lív«
»Børnini ganga í skúla frá klokkan
átta á morgni til seint á kvøldi«