Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 147 - 5. august 2008 dømis at fara til sýnir. Tað kann vera at hyggja eftir botninum á einum skipi, testa ein bjargingarbát, ein krana, mála longdina á einum skipi, hyggja eftir akkerinum, ella hvat sum helst. Tað eru nógvir mans um slíkt. Hóast skipasmiðjan bygg­ ir útvið 100 skip um árið, so tekur tað meiri enn eitt hálvt ár at byggja eitt skip. So nógv skip standa í gerð samstundis, og í miðal verða 2 nýggj skip latin hvørja viku. ­ Onkuntíð kunnu 5 skip verða latin eftir einum degi, aðrar tíðir kunnu ganga fleiri dagar ímillum, sigur Jan Joensen og heldur fram: ­ Bara í januar mánaði hevði Lloyd's 29 skip í gerð í senn, og tað er alt frá nýbygningum til skip, ið næstan eru liðug. Fyrsta dagin kann stál verða skorið til eitt nýtt skip, næsta dagin kann eitt annað skip verða latið eigaranum. Tað vóru einir 50 inspektørar um hesi 29 skipini, vísir Jan Joensen á. Skipini, talan er um, eru stór gassskip, supertankarar og bingjuskip, men ikki fiskiskip. Stutt sagt millum heimsins størstu skip. Hørð krøv til børn og ung Suðurkorea er í mangar mát­ ar eitt framkomið samfelag við høgum lønarlagi. Men tað verður eisini arbeitt sera hart frá morgni til myrkurs. ­ Vanliga lønarlagið er ikki langt undir tí í Føroy­ um. Suðurkorea kann als ikki samanberast við til dømis Kina. Ein sveisari í Suðurkorea forvinnur um­ leið 20.000 krónur um mán­ aðin, meðan ein kinesiskur sveisari kanska forvinnur ein tíggjundapart av hesum. Hetta avspeglast eisini aftur í kostnaðarstøðinum, tað er dýrt í Suðurkorea. ­ Suðurkoreanar eru ar­ beiðssamir og halda ikki nógvar steðgir. Tað er einki við at halda hálvan tíma pausu, teir arbeiða við fullari ferð alla tíðina, sigur Jan Joensen. Hann greiðir víðari frá, at fólkini eru errin av sínum arbeiði, tey kýta seg fult út og arbeiða nógv og leingi. ­ Viðhvørt tykir mær synd í koreanskum børnum, tey ganga í skúla alla tíðina, frá klokkan 8 á morgni, til tey fara til songar um kvøld­ ið. Tá tey ikki eru í skúla, so gera tey okkurt annað til nyttu. Krøvini til børn og ung í Suðurkorea eru hørð, og tað man ivaleyst vera ein grundin til, at sjálvmorðs­ tølini eru vaksin nógv síðstu árini. Bæði foreldur og samfelagið seta stór krøv til børn og ung. Eftir mínum tykki hava tey ungu einki lív, heldur Jan Joensen grundandi fyri og greiðir víðari frá, at hendan gongd­ in sær út til at vinda alt meiri upp á seg, eins og í Japan. Hugsanin er, at tey sum arbeiða hart og fáa sær góða útbúgving eisini hava útlit til hægri lønir og betri lív. ­ Tey stremba øðiliga nógv eftir at fáa eitt hægri livistøði, sigur hann. Lønin meiri eggjandi har Eg spyrji at enda Jan Joen­ sen, um hann ætlar at venda aftur til Føroya einaferð. ­ Tað eru nógv, ið spyrja meg tann spurningin. Eg veit ikki í løtuni, hvussu leingi eg verði í Korea ella í Fjareystri í heila tikið. Men umstøðurnar fyri meg eru góðar har, tí havi eg ongar tankar um at koma aftur til Føroya. Eg havi heldur ikki búð í Føroyum, síðani eg í 1988 fór til Danmarkar at lesa, vísir hann á. Og sum skilst er tað eisini lønin og lágur skattur, sum lokkar. Jan Joensen vil ikki siga, hvussu góða løn hann fær eftir skatt, men kann siga so mikið, at tað er mun­ andi meiri, enn um hann arbeiddi í Danmark. ­ Tá ein arbeiðir uttan­ lands á henda hátt, so rindar ein eisini lutfalsliga lítlan skatt, sigur Jan Joensen úr Kvívík at enda. • 'Hyundai Heavy Industries' er heimsins størsta skipasmiðja og liggur í býnum Ulsan í Suðurkorea. • Skipasmiðjan hevur 25.000 arbeiðspláss, umframt 20.000 undirveitara-arbeiðspláss. • Letur 94 skip í ár (stór og dýr skip). • Longdin av teimum 94 skipunum er tilsamans umleið 30.000 metrar. • Letur eisini umleið 2000 motorar, harav 330 høvuðsmotorar við í mesta lagi upp í 109.000 BHP. • Letur eisini 300 skrúvur, harav tær størstu eru 10,5 metur í tvørmáti. • Miðal árslønin hjá arbeiðsfólki á Hyundai skipasmiðjuni í 2007 var US$ 66.000 (umleið 350.000 krónur). Kelda: Jan Joensen Hyundai Heavy Industries Jan Joensen við einum LNG skipi (Liquified Natural Gas) í bakgrundini »Tey stremba øðiligt eftir at fáa eitt hægri livistøði« »Alt fleiri ung taka lívið av sær« Jan Joensen á vitjan í heimbygdini, Kvívík Mynd: Jens Kristian Vang