Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 147 - 5. august 2008 tíðindi - At skerja fiskidag­ar- nar hjá húkaflotanum við 50% er tað sama sum at biðja alment lønt fara niður í hálva tíð, sig­ur Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun byrjaði fyrsta viðgerð á tingi av broyt­ ingum í lógini um vinnu­ ligan fiskiskap, har áseting av fiskidøgum og økis­ friðingum fyri komandi fiskiár er høvuðsmálið. Tórbjørn Jacobsen, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum, hevur lagt uppskot fyri tingið um søguliga stórar skerjingar í fiski­ døgum og uppskot um aðrar avmarkingar, sum lands­ stýrismaðurin sigur skulu hava til endamáls at byggja uppaftur niðurfiskaðu stovnarnar, serliga á toski. Landsstýrismaðurin hevur í sínum uppskoti gjørt at fylgja tilráðingini hjá Fiskirannsóknarstovuni. Í stuttum skulu fiski­ dagarnir hjá húkaflotanum skerjast við 50%, meðan partrolaraflotin sambært uppskotinum verður skerdur við 20%. Ætlaðu skerjingarnar og avmarkingarnar í veiðini undir Føroyum hava fingið manningarfeløgini hjá bæði fiski­ og útróðrarmonnum upp úr stólinum, eins og yvirmannafeløgini og reið­ arafelagið vóru væl um­ boðað á fullsetta áhoyrara­ plássinum, tá tingfundurin varð settur. Viðgerðin fer fram á tann hátt, at politisku fram­ søgufólkini fáa orðið – alt eftir stødd á flokkinum, tey umboða. Høvið er til við­ merkingar eftir hvørja framsøgu, og vanligt er, at røðarin svarar spurningum og tekur saman um, áðrenn farið verður til næstu framsøgu. Sosialurin var í tinginum og fylgdi viðgerðini fyrsta tíman í morgun, og tá høvdu Heini O. Heinesen, fram­ søgumaður hjá Tjóðveldi­ num og Jóhan Dahl, fram­ søgumaður hjá Sambands­ flokkinum, havt orðið. Nøkur tingfólk høvdu eisini havt viðmerkingar til ymiskt av tí, ið sagt varð. Heini fyrstur Heini O. Heinesen segði, at fiskivinnan ongantíð hevur verið so illa fyri sum í dag, síðan vit í 1996 fingu lógina um vinnuligan fiskiskap – við fiskidøgum og økis­ friðingum. Løgtingsmaðurin, sum í sínari tíð gekk á odda fyri at fáa trolfríu økini á landgrunninum, segði seg taka fult undir við lands­ stýrismanninum um, at nøkur øki aftrat verða friðað í gýtingartíðini. Hinvegin segði Heini seg ikki taka undir við, at fiskidagarnir hjá húkaflot­ anum verða skerdir við 50%, soleiðis sum floks­ felagi hansara og lands­ stýrismaðurin hevur skotið upp. Hann helt ikki, at ein tílík skerjing loysir teir trupullleikar, sum vit hava í vinnuni í dag. ­ Seinast í áttatiárunum brúktu vit 100­tals miljónir í upphøggingarstuðli til tess at minka um fiskiflotan, men kortini er støðan, soleiðis sum hon er. Tað kostar politiskt at reka skyn­ saman fiskivinnupolitikk, og tí verður einki gjørt, sum loysir trupulleikarnar hjá fiskiflotanum. Heini ásannaði, at tosk­ urin er illa fyri, men helt, at smái upsin, sum veiddur er í fleiri ár, sigur okkum, at veiðitrýstið her eisini er ríkiligt. ­ Tosað verður so at siga bara um fiskidagar, men ov lítið um skipanina í síni heild. Eg tók í sínari tíð undir við skipanini við fiskidøgum, men treytin var, at økisfriðingarnar eisini komu inn í lógina. Hesar friðingar eru orsøkin til, at vit hóast alt hava ein línuflota í dag. Løgtingsmaðurin fýltist á, at trolbátar, sum um sum­ rarnar hava loyvi at royna innanfyri 12 fjórðingar, í tríggjar mánaðir av árinum kunnu keypa fiskidagar frá línuni – beint ímóti tí, sum fyrrverandi landsstýris­ maðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, mælti til. ­ Eg havi einki ímóti trolbátunum, men eg haldi, at teir skulu hava sínar egnu fiskidagar – og ikki dagar hjá línuflotanum, segði Heini. Hann helt, at politikarar mugu tora at skapa neyðugu karmarnar um fiskiveiðina. ­ Eg eri samdur við lands­ stýrismanninum um, at veiðitrýstið er ov stórt, og at fiskiflotin brúkar ov nógv fyri at fáa fatur í neyð­ ugu veiðini. Soleiðis, sum oljuprísirnir hátta sær, hevur línuflotin kanska frægasta útgangsstøði í løtuni. Løgtingsmaðurin vísti á, at umsetiligheitin í fleiri førum hevur ført til, at skuldin í skipunum er vaks­ in upp um skorsteinin, sum hann tók til. ­ Hetta er eisini ein orsøk til, at tað er ov dýrt hjá skipaeigarum at leggja fiskiloyvir saman fyri at skapa at betri grundarlag. Heini vísti eisini á, hvussu vánaliga toskaveið­ an seinasta ár býtir seg millum skipabólkarnar, og her undraði hann seg serliga yvir, at lemmatrolararnir, sum ikki eru undir fiski­ dagaskipanini, hava veitt 18% av toskinum. ­ Eg spyrji bara, hvussu hetta ber til. At enda vísti framsøgu­ maðurin á, at skip og bátar, sum hava færri enn 100 fiskidagar, ongan møguleika hava at bera seg fíggjarliga. ­ Eg havi ongantíð hildið, at fiskidagar eru besti hátturin at skipa veiðina, segði Heini O. Heinesen. Jóhan bersøgin Eftir at framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum hevði havt orðið, vóru onkrar viðmerkingar til ymiskt av tí, ið løgtingsmaðurin hevði ført fram, og millum hesar helt Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum, at røðan hjá Heina ikki gjørdi tað stóra burtur úr fiskidøgunum, men meira friðingunum. Jóhan vísti á, at tað fer at fáa stórar fíggjarligar av­ leiðingar fyri fiskiskipa­ flotan, um húkaflotin verð­ ur skerdur við 50% og trolaraflotin við 20%. ­ Eg haldi, at uppskotið hjá landsstýrismanninum er púrasta burtur við, segði hann. Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum helt, at Heini mól sum hundur um heitan greyt, sum hann tók til og spurdi, um framsøgu­ maðurin hjá Tjóðveldinum vildi verða við til at avhøvda fiskiskipaflotan. Løgtingið fullsett við