týsdagur 5. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 5. august 2008
21
tíðindi
fólki úr skipavinnuni
- At mæla til eina skerjing
av fiskidøgunum hjá línu-
flotanum upp á 50% er tað
sama sum at krevja, at øll
alment lønt í Føroyum fara
niður í hálva tíð, segði
Jákup Mikkelsen.
Heini O. Heinesen, sum
var seinastur at hava orðið í
hesuum umfari, segði, at
tað neyvan slepst undan
skerjingum, nú fiskastovnar
eru so illa fyri.
- Gera vit einki, fer
fiskiflotin av knóranum
kortini, helt hann fyri.
Jóhan Dahl var næstu
framsøgumaðurin, og hann
helt fyri, at veiðiorkan
hevur verið marginalpunktið
í kjakinum um fiskivinnumál
seinastu árini.
Hann segði seg slett ikki
taka undir við uppskotinum
hjá landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum um søgu-
liga stóru skerjingarnar av
fiskidøgum.
Løgtingsmaðurin fýltist
eisini á, at landsstýrismað-
urin púra blankt hevur valt
at fylgja tilmælinum hjá
Fiskirannsóknarstovuni og
slett ikki hevur tikið við í
sítt uppskot tað arbeiði,
sum fiskiorkunevndin og
fiskidaganevndin
hava
gjørt.
Jóhan Dahl segði, at
Føroyar eru tað land í heim-
inum, sum hevur nógv flest
stongdar leiðir fyri trolveiði
og segði, at heili 41% av
landgrunninum er stongdur
fyri trolveiði.
- Verða dagarnir hjá
húkaflotanum skerdir við
50%
og
partrolaraflotin
skerdur í fiskidøgum við
20%, verður lítið eftir at
fiskiflotanum komandi ár.
Løgtingsmaður
Sam-
bandsfloksins vísti eitt nú á
tað, sum fiskidaganevndin
sigur um kanningar av
hjáveiðini hjá pelagisku
skipunum, bæði teimum
útlendsku
og
føroysku
skipunum.
- Tað eru nógv áhugaverd
ting
í
tilmælinum
hjá
fiskidaganevndini og ikki
minst hetta um hjáveiðina
hjá hesum skipum, men alt
hetta
hevur
landsstýris-
maðurin valt at feiða av
borðinum, sum Jóhan Dahl
tók til.
Hann segði, at hesi stóru
pelagisku skipini fiska eitt
nú í kantinum á land-
grunninum, har partrolar-
arnir fiska.
- Hvør sigur, at ikki upsi
og toskur svimur uppi í
svartkjafti og gulllaksi?
spurdi hann.
Jóhan Dahl helt fyri, at
ætlan landsstýrisins helst
er, at Føroyar skulu hava
einar 4-5 stórar flakatrolarar
á landgrunninum og so
nøkur onnur skip aftrat.
- Eg haldi, at landsstýrið
eigur at melda greitt út,
hvør ætlanin við hesum
uppskoti er, eins og við
teimum
viðmerkingum,
sum vóru í løgmansrøðuni
á ólavsøku.
Í hesum sambandi vísti
hann eitt nú á ætlaninar um
broytingar í minstaforvinn-
inginum
hjá
útróðrar-
monnum.
Løgtingsmaðurin fýltist
eisini á, at Fiskirannsóknar-
stovan, sum fær 20 miljónir
krónur um árið at arbeiða
við, ikki dagførur sítt exel-
rokniark, sum hann tók til,
og kann hava meiri doku-
menterað tilmæli og tøl at
vísa á í sínari ráðgeving.
- Hjalti í Jákupsstovu,
leiðari á Fiskirannsóknar-
stovuni, hevur sjálvur sagt,
at nógv er broytt, síðan
stovnurin læt landsstýris-
manninum sítt tilmæli.
Jóhan Dahl vísti eisini á
ta togan, sum áður hevur
verið
millum
Kjartan
Hoydal og Fiskirannsókn-
arstovuna um dygdina í
ráðgevingini.
- Eg eri samdur í, at
neyðugt er við ávísum
skerjingum, og í aðrar mát-
ar tillagar støðan, sum í
fiskiskipavinnuni í løtuni,
nakað.
Løgtingsmaðurin helt tað
vera skeivt av landsstýris-
manninum at mæla til
friðingar á Føroyabanka,
sum eru djúpari vatni, har
eitt
nú
gulllaksaskipini
royna, tí royndin á hesum
leiðum ávirkar ikki toskin á
bankanum.
- Nú málið kemur í
vinnunevndina til viðgerðar,
ivist eg onga løtu í, at hetta
verður eitt heilt annað
uppskot, tá viðgerðin í
nevndini er liðug, segði
Jóhan Dahl.
Jákup
Mikkelsen
úr
Fólkaflokkinum helt, at
ráðgevingin slett ikki er í
samsvar við fiskidagaskip-
anina, sum Kjartan Hoydal
eisini hevur víst á.
Fullsett var á
áhoyraraplássinum í
løgtinginum í morgun,
tá lógin um vinnuligan
fiskiskap var til fyrstu viðgerð.
Flestu áhoyrarar umboða
manningarfeløg, reiðarar og
skipavinnuna annars
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein álvarsamur formaður í
Føroya Reiðarafelag, Viberg
Sørensen
Mynd: Vilmund Jacobsen