týsdagur 5. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 147 - 5. august 2008
Tórbjørn Jacobsen
landsstýrismaður,
Tjóðveldi
Altjóða havgranskingarstovnurin
ICES mælir til eitt hýsu- og toska-
moratorium á føroyska landgrunn-
inum og á Føroya banka í fiski-
veiðiárinum, sum byrjar um ein
slakan mánaða. Veiðibann, tí at
tilgongdin í hýsustovninum er
vánalig, og tí at toskurin – gýting-
arstovnurin - er komin niður á eitt
søguliga lágt mark, í hvussu er
síðani fiskifrøðingar fóru undir at
gera rannsóknir á føroyskum hav-
leiðum. Annar kosturin er at
leggja fram eina stuttfreistaða end-
urbyggingarætlan fyri stovnarnar,
hagartil vit kunnu rópa okkum at
hava eina burðardygga veiði.
Upsastovnin meta teir at vera í
rímiliga góðum standi. ICES er tó
ikki tilmælandi biologiskur stovn-
ur samsvarandi lógini um vinnu-
ligan fiskiskap, men harafturímóti
lívfrøðiligur grundvøllur undir
metingunum hjá Fiskirannsóknar-
stovuni.
Fiskidaganevndin er tilmælandi
sambært lógini, og hevur í ár býtt
seg upp í ein meiriluta og tveir
minnilutar. Formaðurin í nevndini
er annar minnilutin, og hann fær
stuðul frá umboðnum hjá Føroya
Fiskimannafelag. Teir mæla til
ein niðurskurð í dagatalinum hjá
bólkunum 3, 4 og 5 á 20-25%.
Hartil taka teir undir við Dánjali
Jacobsen um at lækka dagatalið í
partrolaraflotanum
við
10%.
Meirilutin mælir til at halda fast
við fiskidagatalið, sum varð útlut-
að til verandi fiskiár.
Harímillum liggur nationali hav-
rannsóknarstovnurin.
Tilmælið
hjá ICES byggir á rannsóknir,
sum Fiskirannsóknarstovan ger
við “Magnusi Heinasyni”, og síð-
ani lagar hon tilmæli samsvarandi
yvirskipaða málinum við lógini
um vinnuligan fiskiskap, sum er
at tryggja eina lívfrøðiliga og
búskaparliga burðardygga veiði á
føroyskum havmiðum. Hetta man
vera tað, sum kjálkar mest upp at
eini endurbyggingarætlan av hart
troyttu botnfiskastovnunum, og tí
hava vit mett hesa tilráðing sera
skilagóða, nú táið uppskot verður
lagt fram, har áseting skuldi ger-
ast um fiskidagar fyri fiskiárið
2008/2009. Mælt verður til ein
skurð í dagatalium hjá partrolar-
unum á 20% og í øllum hinum
bólkunum á 50%.
Í samgonguskjalinum undir sit-
andi samgongu verður staðfest, at
fiskivinnupolitikkurin hevur sum
høvuðsmál, at ríkidømið í havi-
num verður umsitið sum varandi
grundarlag undir føroyska bú-
skapinum. Hartil kemur orðingin,
at leikluturin og umstøðurnar hjá
lívfrøðiligu ráðgevingini verða
styrkt. Hendan kreddan er til
fulnar fylgd í uppskotinum, sum
er til viðgerðar ídag. Hetta er eitt
skifti, sum vit meta vera alneyðugt
av fleiri og góðum orsøkum.
Ongin tjóð í heimi hevur størri
tørv á eini burðardyggari fiski-
veiði enn Føroyar. Orsøkin er hin
einfalda, at ongastaðni er fiski-
veiði og framleiðsla úr tilfeingi-
num av so umráðandi búskaparlig-
um týdningi fyri samfelagið sum
her hjá okkum. Tí ræður um opti-
mala stovnsrøkt, fyri at búskapurin
skal hava eitt so støðugt og sterkt
fundament sum yvirhøvur gjør-
ligt. Fyri at grundvøllurin undir
vælferðar-samfelagnum
kann
vera so tryggur og javnur sum
møguligt er. Hetta gevur frægasta
útflutningsvirði og mestu kollek-
tivu keypiorkuna yvir ár í mun til
umheimin.
Tríati ár eftir at fiskimarkið
varð flutt út á 200 fjórðingar mega
vit ásanna, at vit ikki hava megnað
nóg væl lutin at skipa veiðiorkuna
í mun til tað sum á hvørjum ári
kann takast úr botnfiskastovnunum
undir Føroyum. Veiðan hevur ikki
verið burðardygg, og hjá fiskifrøð-
ingunum hevur tað verið sum at
sletta vatn á gás, royndin at venda
ikki serliga skilagóðu gongdini.
Tilráðingarnar hava verið negli-
sjeraðar. Úrslitið er óvanliga stór
sveiggj í fiskiveiðini, sum aftur
rakar samfelagsstabilitetin. Nú er
so spádómurin, at toskastovnurin
er komin á eitt mark, har tað undir
ringum umstøðum í tilgongd og
vistfrøði kundi endað við eini van-
lukku fyri føroyska samfelagið.
Miðskeiðis í nítiárunum kom
so skipanin, sum onkur hevur rópt
fyri at vera heimsins bestu. Í sein-
astuni hevur verið longri ímillum
snapsirnar, hesi herrópini, og vit
kunnu ivaleyst sáttast um tað
ídag, at ongin skipan er betri, enn
hon verður umsitin. Mikið rósta
sjálvregulerandi fiskidagaskipan-
in hevur nú sjálvregulerað fiska-
stovnarnar niður á marginalarnar
ímillum lív og deyða. Tí hava
fiskidagamissionerurin úr Seyr-
vági og kóvboybiologurin úr
Reykjavík helst verið so kúrrir í
seinastuni, trupult at vera sann-
førandi táið bara rúkandi toftir
standa uppi, eftir at mann hevur
roynt at rópt eini hús upp at
standa. Makthavararnir í Kreml
hildu seg eisini hava eina góða
skipan, men harfyri datt Berlin-
múrurin niður sum súmbolið um
eina krakeleraða og deyðkomna
skipan. Veruleikin er tann, at tað
hevur verið frí fiskiveiði, síðani
lógin varð sett í gildi, og einasta
reguleringin í skipanini hava verið
friðingarnar, sum partamaðurin
Heini í Kunoy var arkitekturin aft-
anfyri, táið tær vórðu lógskipaðar
í síni tíð. Guð skal vita, hvussu
skilið annars hevði verið á land-
grunni okkara. Táið tosað verður
um fría fiskiveiði, so er tað ein
sannroynd, at allir bólkarnir savn-
aðir hava nýtt nógv færri dagar
enn teir útlutaðu við fiskiársbyrjan
á hvørjum ári, síðani hendan
nýggja royndin varð gjørd.
Nú er tann stundin komin til
handa, at vit taka betri partar fyri
okkum. Ein nógv mentur heimur
er farin at hugsa um, hvussu Skap-
anarverkið skal framtíðar-tryggj-
ast komandi ættarliðum. Megin-
orðið er at vera burðardyggur. Í
m.a. veðurlagsmálum, orkumálum
og fiskiveiði. Vit hava sett okkum
fyri at røkka hesum máli skjótast
gjørligt.
Einans ein einasta avgerð á Før-
oya Løgtingi kann broyta allar
okkara fyritreytir sum samfelag
fundamentalt, og hartil tann rætta
vegin, og tað er at taka undir við
løgtingsmáli no. 1/2008. Úrslitið
verður at:
• vit koma so nær javnvágini
ímillum stál, orku og stovnar
sum møguligt.
• Botnfiskastovnarnir verða
endurskipaðir til optimala
stødd og geva harvið mestu
úrtøku.
• Rakstrareindirnar í vinnuni
fáa ein nógv betri búskap.
• Manningarhýrurnar fara at
vaksa munandi.
• Rávørutilgongdin til
framleiðsluna á landi verður
størri og javnari.
• Kyoto-problematikkurin fær
eitt ordans skump tann rætta
vegin.
• Fullfør arbeiðsorka verður tøk
til aðra vælferðarbygging í
samfelagnum.
Keyparalondini kunnu umsíðir
fáa staðfest, at vit eru ein sivili-
serað tjóð, sum røkir sínar natio-
nalu ognir burðardygt, harímillum
livandi tilfeingi, hetta gevur
atgongd til bestu marknaðir og
besta prísin.
Útflutningurin økist munandi
og harvið megin undir vælferðar-
samfelagnum.
Tað hevur verið róð frammundir,
at hetta uppskotið skal vera so
herskin kostur, at tað fer at taka
grundarlagið undan fiskiflotanum.
Onki er rangvørgari enn tað. Veru-
leikin er heldur hann, at stjórnanin
og fiskivinnupolitikkurin higartil
hevur havt við sær so stóra armóð
í stovnum og flota, at í fleiri skipa-
bólkum verða ógvuliga fáir dagar
brúktir í hesum fiskiárinum. Well
denn er høgi oljuprisurin til stóran
ampa fyri skilagóðum rakstri,
men tað er bara ein lítil orsøk til
at brúksprosentið í bólkunum
framroknað verður: Bólkur 2
(81%), bólkur 3 (75%), bólkur
4A (35%), bólkur 4B (55%), bólk-
ur 4T (120%) og bólkur 5 (36%).
Orsøkin er heldur ein tilfeingis-
kreppa. Orsakað av ov stórari
roynd. Alt ov stórari roynd.
Úrslitið er hesin deyði kapitalurin,
við túsundum av fiskidøgum, sum
nú liggur svínabundin og merg-
sogin. Uppskotið broytir lítið og
onki í mun til verandi støðu, hin-
vegin verður luftin tikin úr skip-
anini, og tað fer frameftir at gera
rakstrarvánirnar munandi betri
hjá teimum, sum framhaldandi
ætla sær eitt gott lív í føroyskari
fiskiveiði. Soleiðis sum útlitini
eru í vistfrøði og tilgongd á land-
grunninum, sambært Fiskirann-
sóknarstovuni, so fara tað bara at
ganga fá ár hagartil stovnarnir eru
komnir fyri seg aftur, og møguleiki
kanska verður fyri, at fiskidaga-
talið aftur kann hækka. Hesa
gongdina hava vit sæð í m.a.
Barentshavinum, har ICES nú
mælir til at hækka kvoturnar
aftur.
Viðvíkjandi Føroya banka er
tað soleiðsni, at báðir tilmælandi
partar mæla staðiliga til eitt total-
moratorium. Hesi ráð eru fylgd,
og eisini ráðini frá Fiskirannsókn-
arstovuni um at friða Holið eystan
fyri alt árið fyri trolveiði. Hvørvítt
onnur ráð frá tilmælandi pørtunum
verða fylgd, fer støða at vera tikin
til, táið tilmælini eru viðgjørd til
fulnar. Fiskidaganevndin mælir
til, at myndugleikarnir gjøllari
fara undir at fylgja hjáveiðuni
eftir botnfiski hjá útlendsku og
føroysku
svartkjaftaskipunum.
Nevndin sigur seg hava eina fatan
av, at svartkjaftaflotin fiskar nógv-
an botnfisk sum hjáveiði, og
nevndin heldur eisini, at nógva
svartkjaftaveiðan undir Føroyum
hevur eina beinleiðis ávirkan á
støðuna hjá fiskastovnunum. Ger-
ast skal upp við støðugt treystari
søgur á hvørjum geilarhorni um
snørdar trolposar, rækjuposar í
toskaposum, eina gigantiska hjá-
veiði av serliga upsa og kongafiski
í veiðuni hjá føroyska og útlendska
pelagiska flotanum o.s.fr.. Sam-
gongan er samd um at herða eftir-
litið, og landsstýrismaðurin fer
sum fyrstkomandi átak at steðga
hesum brotsverkum, eru tey veru-
leiki. Tað er óskiljandi, at menn
saga greinina av, sum teir sjálvir
sita á, bara í shorttherm hugsan
og av óetiskum glúpskni, heldur
enn at hugsa í langtíðaroptikki
bæði fyri seg sjálvar og samfe-
lagið, hetta er óhugnaligt og sera
lítið skilagott, og hartil eiga slík
brot at vera revsað munandi harð-
ari enn higartil.
Umframt teir tilmælandi part-
arnar, settu vit eina nevnd niður
tíðliga í vár fyri at finna fram til,
hvussu veiðuorkan hevði flutt seg
netto, síðani fiskidagaskipanin
varð sett í gildið. Hetta var eitt
meira ella minni kollektivt krav
frá løgtinginum, sum sat undan
hesum. Nevndin er av tí sannfør-
ing, at hóast fiskidagatalið sum
heild er minkað við um 20% síð-
ani 1996, so er sannlíkt, at veiði-
trýstið er vaksið, og at fiskidaga-
skipanin í núverandi líki ikki livir
upp til krøvini um, at veiðan er
búskaparliga burðardygg, og at
mest møguligt virði fæst burturúr
hjá fiskivinnuni yvirhøvur. Ymisk-
ar orsøkir eru til tað, sum nevnt
verður í viðmerkingunum. Ein
minniluti í nevndini vísir á, at høv-
uðstrupulleikin við fiskidagaskip-
anini er, at veiðitrýstið á toska-
stovnin gerst so stórt, tí hann er
dýrast, og ongar beinleiðis forð-
ingar er fyri, at skip fara frá bílig-
ari fiskasløgum til toskin sum
tann dýrasta. Tí gerst veiðitrýstið
á toskastovnin alt ov høgt. Annars
mælir nevndin til, at teir 5.000
dagarnir, sum vórðu tillutaðir
bólki 5 í einum serhandli í 1997,
verða tiknir úr skipanini aftur.
Hesum ráðum hevur landsstýris-
maðurin fylgt, táið ongin faklig
orsøk var til hendan sjaldsama
handil, í eini skipan, sum annars
sigst at hava verið rímiliga mate-
matiskt snøggað til samsvarandi
veiðu og orku, 10 ár aftur í tíð.
Neyvan
síðani
kreppuárini
munnu føroyingar hava kjakað so
nógv um fiskivinnumál sum í hes-
um døgum. Bæði tí at vit vita, at
hetta er sjálvur mergurin í sam-
felagnum, og tí at íborið orða-
skiftið er meginspurningurin, um
tilvildin skal halda fram at ráða
fiskivinnupoltikkinum ella polit-
iska valdið umsíðir skal fara undir
eina nýggja leið, har lívfrøðiligu
tilmælini vera tikin til eftirtektar.
Løgmaður brúkti hópin av polit-
iskum kapitali til at gera greiði
fyri síni hugsan og ætlan um eitt
nýrák á hesum øki í røðu síni á
Ólavsvøku, og í longdini kemur
hendan nýskipanarleiðin at styrkja
okkara støðu kolossalt, í øllum
liðum samfelagsins og mótvegis
útheiminum. Fái ikki verið samd-
ari enn tað sama, og tí er uppskot-
ið, sum nú er ávegis í vinnunevnd-
ina, soleiðsni snikkað til. Hetta er
landsstýrisins politikkur. Ein poli-
tikkur sum ber okkum framá, úr
eini fiskivinnu-politiskari miðøld
at kalla.
Føroyingar eru dømdir til at
liva í lagnufelagsskapi við havið
og tess tilfeingi. Tí ræður um at
brúka tað rætt. Ongin tjóð er
meira búskaparliga treytað av hes-
um enn vit, og tí hava vit eina ser-
liga skyldu til at røkja grunnarnar
betri enn nakar annar í heimi.
Megna vit við átøkum okkara nú,
at røkka vísindaliga blástemplaðari
fiskiveiði eftir stytst møguligari
tíð, har bara vistfrøði og tilgongd
avgera sveiggini í veiðini, tá er
stutt eftir á mál til ein sjálvberandi
búskap, sum aftur kann flyta okk-
um upp á hægstu politisku tindar
í altjóða samfelagnum.
“Lívið er saltfiskur”, segði
Nobelvinnarin Haldór Laxness í
Búskaparlig framtíðartrygging
av tjóð okkara
Røðan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, í sambandi við 1.
viðgerð av uppskoti til broyting av løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap