Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 147 - 5. august 2008 1930. Symptomatiskt fyri støðuna í grannatjóðini fyri vestan tá í tíðini. Men sum amerikumaðurin Mark Kurlansky skrivar í bók síni um toskin – Fiskurin sum broytti heimin: “Táið íslendingar settu lýðveldið á stovn í 1944 var sátt­ málin sum Danmørk gjørdi við Bretland 24. juni 1901, har bretum varð játtað fiskirætt inn at 3­ mílamarkinum, sami sáttmáli var galdandi fyri Føroyar, sagdur upp. Eftir 550 ára danska vanrøkt av lunnindunum, tóku íslendingar støðu fyri at byggja upp ein modernaðan stat, grundaðan á teirra einasta veruliga tilfeingi – toskastovnarnar.” Tá byrjaði stríð­ ið fyri at tryggja lýðveldið bú­­ skaparliga. Matkovan á havleiðum landsins. Og eftir toskakríggj og nógvan trega fyri at vinna natio­ nalu rættindini, var fiskimarkið til endans flutt ú­t á 200 fjórðingar. Fyri at framtíðartryggja statin stjórna teir í dag fiskivinnupoli­ tikkin samsvarandi tilráðingunum frá Havrannsóknarstovninum og ICES. Norðmenn gera tað sama í Barentshavinum. Vónandi eru vit ávegis á sama mót sum grannar okkara. Toskaveiða og føroyskur bú­skap­ ur fylgjast neyvt. Sum tvær ana­ logar streymtalvur. Hóast stovn­ urin er illa fyri í løtuni, so sær ikki so svart ú­t fyri framman kortini. Toskurin er eitt óvanliga fertilt individ. Hin vælkendi Loew­ enhoek taldi einaferð 9.384.000 egg í einum meðaltoski, tí ruddast hann ikki ú­t, soleiðsni uttan víð­ ari. Ein annar kendur maður, Alexandre Dumas, segði í 1873, at onkur skuldi hava roknað ú­t, at um øll toskaegg uttan óhapp vórðu klakt, tá hevði ein eftir trim­ um árum kunnað gingið turr­ skøddur á toskaryggjum tvørtur um Atlantshavið. Eftir hetta kuriosum er bert at siga, at tað er rætt og rímiligt, at veiðimaðurin vil hava so nógv rættindi og so mikið rásarú­m sum møguligt. Hesin dynamikkurin er avgerandi fyri eina fiskivinnutjóð. Men eftir at heimshøvini eru avstikað og avmarkingarnar eru íkomnar, er tað skyldan hjá polit­ iska valdinum at verja stovnarnar og halda stovnsrøktini í hevd. Ser­ áhugamálunum eiga onnur enn landsstýrisfólk og tingmenn at taka sær av. Nú­ fæst so at vita, hvussu langt login frá lumma­ lyktunum røkkur, men vælsignaði tit, nú­ ræður um bú­skaparliga at framtíðartryggja tjóðina og fylgja ráðunum í hesum uppskoti. Ferðina avgera tit, men prinsippið og nakað væl afturat, tað mega vit knæseta, táið uppskotið kemur aftur ú­r nevndini og skal avgreið­ ast endaliga.