Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 147 - 5. august 2008 Enn er einki gjørt við Hercules. Tilboðini sum reiðaríið hevur fingið higartil, hava verið ov dýr SkipaSmíð Árni Joensen arni@sosialurin.fo Partafelagið Framherji hevur fingið fleiri tilboð upp á arbeiðið at umvæla og endurbyggja verk­ smiðjutrolaran Hercules, sum fórst illa av eldi í fjør, og sum felagið keypti sein­ asta heyst frá Tryggingar­ felagnum Føroyar fyri 35 milliónir krónur. Skipið liggur í Kili, og reiðaríið fekk tilboð frá skipasmiðjum har og í øðrum londum, men øll vóru í hægra lagi, sigur reiðarin, Anfinn Olsen. Hercules fórst ógvuliga illa av eldinum, sum eisini kostaði tólv av manningini lívið. Síðani eigaraskiftið er skipið ruddað. Tað arbeiðið tók rættiliga langa tíð og varð millum annað darvað av átrúnaðarligu viðurskiftunum hjá teimum, sum doyðu í eldinum. Hetta gjørdi eisini, at myndug­ leikarnir høvdu sera neyvt eftirliut við arbeiðinum. Skrokkur og motorur Í sambandi við ruddingina er alt jarnið, sum var farið av tí nógva hitanum, skorið burtur, so í dag er Hercules lítið annað enn ein skrokkur við motori og róðri. Millum 700 og 800 tons av tungolju vóru umborð á Hercules, tá eldur kom í skipið, og fyri at fáa hana upp úr skipinum mátti oljan hitast. Anfinnm Olsern sigur, at ætlan er at royna at fáa eitt hóskandi tilboð upp á arbeiðið at umvæla og end­ urbyggja Hercules, sum eftir ætlanini skal í somu vinnu, sum tað var í undan eldsbrunanum. Tá fiskaði skipið í Kyrrahavinum, men tað kann hugsast, at tað eisini fer at royna aðrastaðni, tá tað fer aftur til fiskiskap. Ov dýrt at umvæla Hercules Hercules fórst illa av eldinum og er lítið annað enn ein skrokkur við motori og róðri Faroe Petroleum eigur fjórðingin av loyvunum á olju­ miðinum Fat Cat í Norðsjónum Oljuvinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Faroe Petroleum hevur fingið avtalu við oljufelagið Petro Canada um at leggja saman tvey loyvir. Talan er um loyvini P.1459 og P.1404, sum eru í bretska partinum av Norðsjónum eystan fyri Blake fram­ leiðslueindina. Oljumiðið á hesum báðum loyvum verður nevnt “Fat Cat”. Oljufelagið Amoco boraði ein brunn á hesum miðinum í 1981 og bar við kolvetni. Eftir at samanleggingin er góðkend, er loyvisbýtið fylgjandi: Petro­Canada UK Limited (Fyristøðu­ felag) 45 prosent, Faroe Petroleum (U.K.) Limited 25 prosent, Elixir Petroleum (UK) Limited12,5 prosent, Granby Enterprises Limited 12,5 prosent og Reach Exploration (UK) Limited 5 prosent. Faroe Petroleum eigur sum nevnt 25 prosent av loyvunum, men hevur gjørt avtalu við oljufelagið First Oil um, at teir kunnu keypa 12,5 prosent frá Faroe Petroleum. Hetta er ein avtala, sum varð gjørd við First Oil í 2007, tá ið Faroe Petroleum keypti 18.75 prosent av Wissey gasskeld­ uni frá First Oil. Framleiðsla byrjar væntandi á Wissey í august í ár. Spennandi mið Graham Stewart, forstjóri á Faroe Petroleum, hevði hesa viðmerking: ­ Fat Cat er eitt sera spenn­ andi prospekt, og av tí at ein brunnur longu hevur staðfest, at kolvetni eru til staðar, er váðin lækkaður munandi. Fat Cat liggur nær við kolvetnisrørleið­ ingar, og Petro Canada, sum er fyristøðufelag, hevur góðar royndir á økinum, sigur forstjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, í einari viðmerking. Forstjórin sigur, at seismikkurin yvir prospektið er longu fingin til vega, og so skjótt sum úrslitið fyriliggur, verður avgerð tikin, um borast skal á loyvunum. Hesin brunnur gerst sostatt møguliga ein partur av bori­ ætlanini hjá Faroe Petroleum, sum í seinnu hálvu av fevnir um East Breagh, West Breagh, Marsvin, South East Thor og Hyme, sigur Graham Stewart. Faroe Petroleum nýtt og spennandi oljumið Graham Stewart er forstjóri í Faroe Petroleum Tey føroysku silda­ skipini hava havt góð­ an fiskiskap norð­ anfyri. Skipini fóru út at leita beint fyri ólavsøku, og síðani tey raktu við sild í síðstu viku, hava fimm teirra fingið last. Finnur Fríði, Trónd­ ur í Gøtu og Jupiter eru á veg inn at landa umleið 2.500 tons í part. Tey verða inni í morgin, men fyrra­ partin varð ikki endaliga avgjørt, hvar tey skuldu landa. Fagraberg og Høga­ berg, sum samtrola, hava lanað ávikavist í Fuglafirði og í Íslandi. Teir høvdu fulla last. Fáa nógva sild