Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 147 - 5. august 2008 Summarfestivalurin er annað enn larm­ andi rockstjørnur. Hugsað verður sanni­ liga eisini um børnini, ið langtfrá verða við sviðusoð. Silvalandið verður størri og meiri umfatandi enn nakrantíð FESTIVALUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sigast má, at Silvaland er komið á Summarfestivalin fyri at verða. Silvi er sparibússan hjá Norðoya Sparikassa, og hon leggur navn til barna­ landið, sum nú fyri triðju ferð er partur av Summar festivalinum. Í ár eru tað brøðurnir Jógvan og Finn Johannesen, sum standa fyri Silvalandi­ num, og talan verður um størsta tiltak av hesum slag nakrantíð á festivalinum. ­ Vit hava valt at hava indiánarar og kovboyarar sum tema á Silvalandinum í ár. Tað merkir, at hjálparfólk til deils fara at ganga runt á økinum ílatin indiánara­ klæðir og kovboyaraklæðir. Hini hjálparfólkini fara at hava antin fjaðrar í hárinum ella kovboyhatt á høvdinum, sigur Jógvan Johannesen, sum hevur evstu ábyrgdina av Silvalandinum í ár. At tiltakið verður mun­ andi størri og meiri umfat­ andi í ár merkir eisini, at tey skulu verða fleiri hjálp­ arfólk. ­ Vit rokna við, at vit verða eini 30 fólk, sum fara at arbeiða á festivalinum, kanska enn fleiri, sigur Jógvan Johannesen. Av tiltøkum, sum verða í Silvaland, kunnu nevnast myndatøka av børnum sam­ an við kovboyara ella indi­ ánara, sum nakað nýtt fara tey at selja barnaklæðir í høgari góðsku til ein rímmi­ ligan penga. Og so verður ein góðgætisverksmiðja, har børnini sleppa at klippa sítt egna góðgæti, nakað, sum helst verður vældámt. Trygdin í hásætið Lærdir av ringum royndum hava fyrireikararnir í ár lagt stóran dent á, at trygdin er í hásæti. ­ Tað hava verið stoyptir betongklossar í kjallarum runt umkring, sum vit skulu nýta til at hefta tjaldini í. Royndirnar frá í fjør hava fingið okkum at binda um heilan fingur, sigur Jógvan Johannesen. Men eisini á øðrum økj­ um verður hugsað um trygd­ ina. ­ Vit leggja dent á, at hjálparfólkini í størstan møguligan mun eru yvir 18 ár. Tey, sum eru undir hend­ an aldur, verða tengd at øðrum elrdi fólki, og eingin ábyrgd verður løgd á hesi fólkini, sigur Jógvan Johannesen. Fyri at tryggja økið so væl sum gjørligt, hava fyrireikararnir kallað øll hjálparfólkini saman, har tey millum annað hava fingið upplæring í, hvussu er eldsløkkjari verður nýttur. ­ Sjálvsagt ber ikki til at verja seg móti ein elektro­ motori, sum gongur fyri, men vit fyrireika okkum so væl sum yvirhøvur til ber, til tess at umstøðurnar skulu verða so tryggar sum yvir­ høvur tilber, sigur Jógvan Johannesen. Familjuøki Eitt serligt øki er ætlað teimum minstu børnunum. Hetta verður partvíst hegn­ að inni. ­ Í hesum øki fara vit at hava eitt spælipláss, ein sandkassa umframt hoppi­ borgir til tey minstu børnini. Vit hava skipað soleiðis fyri, at til ber hjá foreldru­ num at sita omanvert spæliplássið og njóta ein kaffimunn, samstundis sum tey kunnu eygleiða børnini spæla, sigur fyrireikarin. Øll, sum ætla sær inn í Silvaland, skulu hava eitt armband, og fyrireikararnir siga, at tað ber til at ogna sær hesi, entin í sølubúðini hjá Føroya Tele ella í Norð­ oya Sparikassa. So slepst undan at standa í longum bíðirøðum, tá Silvaland letur upp. Annars er stórur partur av tiltøkunum í Silvaland ókeypis. Og har tað kostar, fáa børnini okkurt aftur­ fyri. Inni á økinum er eisini sonevndi Silvapallurin, og har verður undirhald av gyklara, gandakalli, eldblás­ ara, klovninum Oskar og so verður karikaturteknari at tekna myndir av børnum – og vaksnum, skuldu tey ynskt tað. Og so sjálvandi ikki at gloyma Angelu og Hannibal. Felagið Føroysk Ross verður eisini við, so børnini fáa høvi at ríða á føroyskum rossum. Silvaland letur alment upp hósdagin klokkan 17, og síðani verður opið fríggjadagin frá klokkan 16 og leygardagin frá klokkan 13. So børnini kunnu gleða seg til nakrar stuttligar og hugnaligar dagar á Summar festivalinum. Listafólk kunnu enn søkja um luttøku í verkætlanini „Listaleypurin“. Kunning og umsóknarskjal eru á www.nlh.fo undir „Listaleypurin“. Freistin er longd til 18. august 2008 kl 18.00. Listaleypurin ´08–´09 Endurlýsing: Norðurlandahúsið í Føroyum K R E A Jassur hvørt týskvøld kl. 21 Silvaland paradís hjá børnum Finn og Jógvan Johannesen á økinum, har Silvaland um fáar dagar letur upp Mynd: Rógvi Nybo