týsdagur 5. august 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 5. august 2008
5
HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól,
umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek.
Í løtuni starvast 12 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndugleikar
o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðar-
broytingar og avlamisbilar
• tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis
Ert tú maður/kvinna, sum hevur tú hug
at arbeiða á einum almennum stovni, har
arbeiðsdagurin ikki stendur stillur og
uppgávurnar eru nógvar og fjøllbroyttar –
ja so hava vit júst brúk fyri tær!
Á HTM er eitt fulltíðarstarv á goymsluni
leyst at seta 1. september ella sum skjótast.
Høvuðsinnihaldið í starvinum er
• skipan av goymslu
• avgreiðsla av hjálpartólum
• skráseting av hjálpartólum
Annars eru uppgávurnar
• smávegis umvælingar av hjálpartólum
• reingerð av endurnýtsluhjálpartólum
• annað fyrifallandi arbeiði
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum
hevur
• royndir frá líknandi arbeiði
• góðan ordan
• góð samstarvsevnir
• kunnleika til teldur á brúkarastøði
• áhuga at arbeiða við hjálpartólum
Vit kunnu bjóða
• fast starv
• flextíð
• tætt samstarv við starvsfelagarnar
• førleikamenning
Løn og setanartreytir sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Palla Mortensen leiðara á HTM
tel. 358300.
Umsókn við avriti av viðkomandi
skjølum skal sendast til:
Hjálpartólamiðstøðina
Postboks 1049
110 Tórshavn
ella við telduposti til:
htm@almannastovan.fo
Umsóknarfreist
18. august 2008 kl. 14.00.
Goymslufólk
til Hjálpartólamiðstøðina
htm
sansir.fo
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum fulltrúa
til nýtt og spennandi starvsøki í Mentamálaráðnum til
setanar skjótast gjørligt.
Starvið
Í Fólkaskúladeildini er eitt áhugavert, spennandi og
fjøl broytt starv sum fulltrúi leyst at søkja. Tann, ið settur
verður, skal m.a. taka sær av framhaldandi menning
av økinum, av yvirskipaða eftirlitinum í sambandi við
dagstovnalógina og ráðgeva kommunum, ið umsita
dagstovnar og dagrøktir sambært dagstovnalógini.
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a., at:
• fyrisita og tryggja menning á dagrøktar- og
dagstovnaøkinum
• veita kommunum ráðgeving og vegleiðing í øllum
umsitingarligum fyriskipanum, ið verða ásettar
• tryggja at skifti frá dagstovni til fólkaskúla verður so
trygt fyri einstaka barnið sum gjørligt
• útvega og greina hagtøl
• fremja samstarv við kommunur og ráð, ið økið
varðar av
• hava eftirlit við, at kommunur umsita lógina um
dagstovnar og dagrøkt sambært dagstovnalógini
• taka lut í verkætlanum, her ímillum eisini
verkætlanarleiðslu, og
• røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða
lagdar til fulltrúan
Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar
á einum høgum fakligum stigi, og at arbeiðsgongdir eru
í samsvari við galdandi reglur og visjón ráðsins.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal:
• hava útbúgving frá lærdum háskúla
• duga at samstarva, arbeiða sjálvstøðugt og í
tvørgangandi verkætlanarbólkum
• vera tænastusinnaður, fyrikomandi og hava góð
samstarvsevni
• hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna
nýggjar leiðir.
Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum
høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði
persónligari og fakligari menning eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt
saman við politiska myndugleikanum og stovnum innan
undirvísing, gransking og mentan. Mentamálaráðið
arbeiðir við visjónum og er týðandi partur av visjón 2015.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 21.
august 2008, kl. 12.00.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Olaus
Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 355045 ella á 555045.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.
Fulltrúi til dagstovnaøkið
Postsmoga 3268 · 110 Tórshavn
Lærlingur til
byggimarknaðin í
Vit søkja eftir lærlingi til byggimarknaðin at
byrja skjótast gjørligt.
Í lærutíðini fært tú eina fjølbroytta og áhuga-
verda útbúgving/arbeiðsgongd innan handil.
Í 360° starvast 20 fólk, og sum lærlingur fært tú
innlit í alskynd viðurskifti viðvíkjandi kundarøkt,
sølu og innkeypi.
Førleikakrøv:
Tað er eitt krav, at lærlingurin hevur FHS-
útbúgving, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og
annars ert fyrikomandi og røkin.
Meira fæst at vita um starvið á tlf: 510808
Umsókn:
Skrivlig umsókn, skal vera okkum í hendi innan
15. August. Umsóknin skal sendast til:
veitst tú ikki tað?