týsdagur 5. august 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 147 - 5. august 2008
Koyrilærari heldur,
at fyri at bøta
ferðslutrygdina, er
tað vert at umhugsa at
hækka aldurin at taka
koyrikort og at keypa
rúsdrekka, upp í 21 ár
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Fyri at bøta um ferðslu-
trygdina, eiga politikarar
eisini at umhugsa at hækka
aldursmarkið fyri bæði at
taka koyrikort og at keypa
rúsdrekka, upp í 21 ár.
Tað heldur Benny Ejdes-
gaard, koyrilærari.
Hann sigur, at ein amerik-
ansk kanning vísir, at verður
aldursmarkið at keypa rús-
drekka, hækkað upp í 21 ár,
slepst undan heilt nógvum
ferðsluvanlukkum við rús-
drekka uppi í.
- Tað kundi verið vert hjá
politikarunum
at
kanna
eftir, um tað sama er gald-
andi her hjá okkum og øll
tiltøk, sum kunnu føra við
sær, at ferðsluvanlukkurnar
verða færri, eru avgjørd
verd at umhugsa, sigur
koyrilærarin.
Somuleiðis heldur Benny
Ejdesgaard, at aldursmarkið
at taka koyrikort, skuldi
verðið hækkað upp í 21 ár.
- Tá er størri møguleikin
fyri, at ungdómar hava fing-
ið ringastu øðina úr kroppin-
um og eru stillaðir nakað.
At koma beinleiðis av skut-
ara í tvey ár og í bil, er eitt
ov stórt lop og øll vita, hvus-
su buldrasligir teir ungu bil-
førararnir kunnu vera og
tað eru eisini teir, sum elva
til nógvar vanlukkur.
Hámarksferðin
broytast
Annars tekur Benny Ejdes-
gaard fult undir við, at pro-
millumarkið verður sett
niður á 0,2 og at tað verður
eitt krav, at øll skulu sita í
trygdarbelti.
Men hann heldur eitt tað
samstundis er vert at umhug-
sa at broyta hámarksferðina
hjá stórum bilum.
- Sum er, kunnu lastbilar
og aðrir stórir bilar, koyra
70 kilometrar um tíman og
tað er tað ringasta, sum er,
tí persónbilar kunnu koyra
80.
- At lastbilar koyra 70 og
persónbilar 80, ger, at yvir-
hálingar gerast óneyðuga
drúgvar og sostatt eisini
óneyðuga vandafullar. Tí er
ein møguleiki, at lastbilar
antin ikki skulu hava loyvi
at koyra meiri enn 60, tí tað
ger tað nógv skjótari og
vandaleysari at yvirhála.
Hin møguleikin er, at last-
bilarnir eisini sleppa at koy-
ra 80, tí so verður tað óneyð-
ugt at yvirhála.
- Men tað, sum er allar-
mest neyðugt, er at fáa eina
koyritekniska breyt, har bil-
førarar
undir
tryggum
umstøðum læra at koyra í
hálku og á vátum vegi og
læra, hvussu bilurin uppfør-
ir seg í ymsum líkindum,
leggur hann afturat.
Sjálvir hellur hann til tað
seinasta, tí vegirnir eru so
góðir í dag, at tað ber til hjá
tungum bilum at koyra 80
næstan allastaðni. Har líkin-
di ikki eru til tað, ber tað so
til at lækka ferðina við skelt-
um.
Hækka aldurin at
taka koyrikort
upp í 21 ár
Nú er ætlanin at seta
nógv strangari lógir
í gildi fyri rúsdrekka
koyring og fleiri
onnur tiltøk skulu
eisini setast í verk fyri
at bøta um ferðslu
trygdina og bøturnar
skulu verða nógv hæg
ri enn tær eru nú
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer tað at verða nógv
strangari at drekka og at
koyra bil.
Bjørt Samuelsen, lands-
stýriskvinna í vinnumálum,
fer í heyst at leggja fleiri
uppskot fyri Løgtingið fyri
at bøta um ferðslutrygdina.
Enn er ikki heilt greitt,
hvørji uppskotini verða, tí
enn eru tey ikki komin til
politiska viðgerð.
Men í løtuni situr umsit-
ingin í vinnumálaráðnum
og arbeiðir við ymsum
møguleikum
og
Bjørt
Samuelsen sigur, at í øllum
førum er greitt, at fleiri upp-
skot fara at verða løgd fyri
Løgtingið í heyst.
Tað er eisini greitt, at eitt
tiltak, sum landsstýriskvinn-
an ætlar at seta í verk, er at
lækka promillumarkið.
Í løtuni er promillumarkið
0,5, men nú verður tað so
lækkað.
Bjørt Samuelsen dugir
ikki at siga beint nú, hvussu
langt niður tað fer, men nið-
ur á 0,2 er eitt gott boð.
Tað verður í øllum førum
ikki sett heilt niður á null, tí
tað skal so ómetaliga lítið
til, fyrr enn at rúsdrekka
kann ávísast í blóðinum og
tað má framvegis verða
loyvt at eta ein tallerk av
romm-fromasju uttan at
missa koyrikortið.
Tað er onki at ivast í, at
tað verður ofta hugsað um,
at tað ber til at drekka eina
øl, ella tvær veikar øl og
framvegis koyra bil.
- Við at lækka promillu-
markið, senda vit tann
greiða boðskap, at rúsdrek-
ka og bilkoyring hoyra ikki
saman og at tað skal altso
als ikki vera loyvt at drekka
yvirhøvur, tá ið ein koyrir
bil, sigur Bjørt Samuelsen.
Samstundis verður kans-
ka eisini ásett, at tað verður
null-mark fyri øðrum rús-
evnum í blóðinum, tá ið ein
koyrir bil.
Øll í trygdabelti
Samstundis er ætlanin at
gera tað til eitt krav, at øll,
sum eru í einum bili, skulu
brúka trygdarbelti.
Í løtuni er støðan tann, at
einasta krav er, at fólk hava
ikki loyvi at sita leysa í bili
uttan so, at øll trygdarbeltini
eru í brúki. Tað merkir, at
eru fleiri fólk í einum bili,
enn tað eru trygdarbelti til,
kunnu tey sita leys, bara tey
ikki eru til ampa fyri bilfør-
aran.
Men eftir nýggju krøvun-
um, verður tað ólógligt at
hava fleiri fólki í einum
bili, enn tað eru trygdarbelti
til.
Men Bjørt Samuelsen sig-
ur, at í hesum sambandi
verður helst neyðugt at gera
onkra tillaging fyri ikki at
koma teimum, sum hava
eldri bilar, í óføri, tí summir
eldri bilar hava ikki trygdar-
belti á baksetrinum.
Tað er eisini ætlanin at
bøturnar fyri at bróta ferðs-
lulógina, skulu verða væl
hægri, enn tær eru nú, tí í
løtuni verða brot á ferðslu-
lógina sektað nógv linari í
Føroyum, enn tey verða í
okkara grannalondum.
Nú verður strangari
at drekka og koyra bil
Hereftir verður ikki looyvt at smakka sær á yvirhøvur, tá ið ein koyrir bil, men tað má framvegis verða loyvt at eta ein tallerk av
romm-fromasju, uttan at missa korikortið
Mamma noktar at svara
Kate McCann sýtti fyri at svara 48 spurningum um tilburðin, tá dóttirin Madeleine
hvarv Tað skrivar bretska blaðið The Sun, sum hevur havt høvi at kanna tað, sum
portugisiska løgreglan fekk burturúr, tá hon avhoyrdi foreldrini hjá Madeleine McCann.
Blaðið skrivar, at Kate McCann noktaði at svara øllum spurningum, sum hon fekk, eftir
at løgreglan hevði sagt, at hon og maðurin, Gerry, vóru undir illgruna í málinum.
Foreldrini eru ikki undir illgruna longur, tí portugisiska løgreglan hevur lagt málið til
viks. Foreldrini hava kortini boðað frá, at tey fara at halda fram við sínum kanningum.
Í gjár fingu fjølmiðlafólk atgongd til tað umfatandi skjalatilfarið hjá portugisisku
løgregluni í Madeleine-málinum. Talan er um næstan 30.000 síður. Bretska sjónvarpið
Sky vísti í gjár myndir av hotelkamarinum, haðani Madeleine McCann hvarv tann 3.
mai í fjør.