Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 147 - 5. august 2008 Pisudagur fyri komandi lesandi Aftur í ár verður møguleiki hjá øllum teimum, ið fara undir hægri lestur, at koma á Pisudag, at frætta nærri um øll tey praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftini ið standa fyri framman, hjá ein nýggjum lesandi í einum nýggjum býi. Fundirnir verða í Eik í Saltangará í kvøldið 5.august klokkan 19 og í ungdómsdeildini hjá Eik í Tórshavn mikukvøldið 6. august við hesi skrá: Meginfelag Føroyskra Studenta (mfs.fo) greiður frá um praktisku viðurskiftini, og hvat MFS fæst við - EIK greiður frá um tey fíggjarligu viðurskiftini - Altjóða Skrivstovan (ask.fo) greiður frá, um hvat tað vil siga, at fara undir hægri lestur - Stuttur steðgur - Farið verður í bólkar, har møguleiki er at tosa vid lesandi, ið lesa í sama lestrarbýi og at tosa við onnur, ið fara sama veg. Umframt okkurt lekkurt til góman, fer fløguaktuelli Petur Háberg at spæla tónleik. Glaslist í Riberhús Hendan mánaðin sýnir Hans Andreas Hansen glaslist í Riberhus í Fuglafirði. Framsýningin lat upp í dag. Hans Andreas Hansen, sum er leirvíkingur, men sum býr í Esbjerg, hevur arbeitt við glaslist í fleiri ár. Hann hevur eisini havt fleiri framsýningar bæði í Føroyum og í Danmark. Framsýningin í Riberhus í Fuglafirði er opin hendan mánaðin. Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi eru báð­ ir áhugaðir í ein­um samstarvi við sam­ gon­gun­a. Men­ teir yn­sk­ja n­øk­ur ávís mál gjøgn­umførd aftur­ fyri Politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Seinnapartin í dag hava ting- limir Sjálvsstýrisfloksins fund við landsnevndina um møguligt samstarv við CHE samgonguna. Men longu fyrr í vár gav landsfundurin grønt ljós fyri samstarvi við samgonguna, og tí fer lands- nevndin neyvan at mótmæla tí. Spurningurin er so hvørji krøv, flokkurin setur til sam- starvið. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur longu lagt ein lista við løgmálum fram, sum flokk- urin ynskir at fremja í hes- um samgonguskeiðnum. Hesi mál umfata millum annað altjóða sáttmála fyri brekað, verjulóg og menn- ing av skúlamálum. Og bæði Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi siga við Sosia- lin, at tað er avgerandi, hvørji mál teir fáa framd. Tað tykist ikki sum áhugin fyri at gerast partur av sjálv- ari samgonguni er so stór- ur. Kári P. Højgaard staðfest- ir, at tað hevur týdning, at semja fæst á fiskivinnuøki- num, og flokkurin heldur fast við, at Eysturoyartunni- lin skal vera ein privat verk- ætlan. Politikkurin setast á dagsskrá Hin tinglimurin hjá Sjálvs- stýrisflokkinum, Kári á Rógvi, eru eisini hugaður at samstarva við samgonguna, og hann vil eisini heldur tosa um politisk mál enn formanssessir. - Tað týdningarmesta er politikkurin. Um Sjálvstýris- flokkurin fær ein lands- stýrismann í onkrum smá- máli, merkir tað jú ikki, at tey politisku mál, sum vit berjast fyri, verða framd, sigur hann. Kári á Rógvi heldur ann- ars eisini, at núverandi støð- an við minnulutastjórn letur upp fyri áhugaverdum møguleikum. Ikki minst at Løgtingið fær ein størri leik- lut. - Higartil hava nógv mál verið gjøgnumførd av umsit- ingini í samstarvi við ser- áhugamál, meðan tey sum umboðað føroyska fólkið hava havt ov lítla ávirkan. Men við einari minniluta- stjórn broytist hendan støð- an, heldur hann og vísir til leiklutin hjá Radikala Vinst- ra flokkinum í Danmark. Verjulógin løgd framaftur Í Tinginum í dag gekk Kári á Rógvi við einum uppskoti til nýggja verjulóg undir arminum. Uppskotið verður kunngjørt í dag, og væntan- di lagt fram fríggjadagin. Sama uppskot varð lagt fram fyrr í vár, men varð tá avvíst, tí landsstýriskvinnan á økinum, Helena Dam á Neystabø, segði at ráðið arbeiddi við málinum. - Men lógin er ikki broytt síðani 1922, og við einari meirilutastjórn kunnu lands- stýrisfólk bara avvísa slík mál. Men nú er støðan broytt. Nú má landsstýrið lurta eftir teim fólkavaldu, greiðir Kári á Rógvi frá. Og tí leggur hann upp- skotið fram aftur nú. Spurdur um Sjálvs- stýrisflokkurin heldur ynsk- ir sær frælsa leiklutin við minnilutastjórn heldur enn formelt samstarv, svarar tingmaðurin, at hann ikki sær nakra andsøgn í einum formellum samstarvi um týdningarmikil mál og ein- um frælsum leikluti í sam- starvi við bæði samgongu og andstøðu. Sjálvstýrisflokkurin klárur til samstarv Bogi Eliassen­, stjórn­málafrøðin­gur, hevur í blaðn­um í dag áhugaverda grein­in­g av politisk­u støðun­i. Niðurstøðan­ er millum an­n­að, at sk­al Løgtin­gið vera ført fyri at uppfylla sín­a parlamen­tarisk­u sk­yldu, mugu tin­glimir fáa betri umstøður Politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Okkara løgtingsskipan er ov veik. So greið er niður- støðan hjá Boga Eliassen, stjórnmálafrøðingi, í poli- tiskari greining aðrastaðni í blaðnum í dag. - Okkara tingfólk hava gamaní góða hjálp frá góð- um fólki á Løgtingsskriv- stovuni. Men hetta er ikki nøktandi, um vit ynskja ein proffessionella parlamentar- iska skipan á hædd við gran- nalond okkara, staðfestir hann. Í dag hava løgtingslimir ikki egna skrivstovu og heldur ikki sína egnu teldu í Løgtinginum. Tørvur er eisini á at hava hjálp knýtta at hvørjum ting- limi sær, sum tinglimurin og flokkurin kunnu brúka til at menna sínu egnu politisku visjónir og mál, sigur Bogi Eliassen. Hetta er ein fyritreyt fyri, at løgtingslimirnir og flokk- arnir kunnu gera bæði mót- uppskot til samgonguna og vælfyrireika uppskot í sam- band við eina minniluta- stjórn. Stjórnmálafrøðingurin vísir á, at okkara politikkarar hava líka nógv málsøkir, sum politikkarar í størri londum at taka støðu til. Færri tinglimir og smærri flokkar gera, at hóast flokk- arnir hava framsøgufólk á málsøkjum, eru tað sera breið økir til hvønn einstaka politikara. Tí hava okkara politikkarar sera nógv mál at seta seg inn í og taka støðu til og tørv á betri arbeiðsumstøðum. Í politisku greiningini metir Bogi Eliassen eisini um møguleikarnir fyri víð- kan av samgonguni og sam- starvið við andstøðuna. Hann heldur, at tað mest sannlíka er, at Sjálvstýris- flokkurin verður tikin inn í samstarvið. Brennandi spurningurin er, sigur hann, hvat kostar stuðulin frá Sjálvstýrisflokkinum og vil samgongan gjalda hann. Løgtingið má styrkjast Føroyar eru ikki til reiðar til minnilutastýri, heldur Bogi Elisassen, stjórnmálafrøðingur