Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 147 - 5. august 2008 Bassleikari í Skansastovu Masterclass við tí heimskenda bassleikaranum Lars Danielsson nú mikukvøldið 6. august klokkan 19 verður flutt til Skansastovu í Havn, upplýsa fyrireikararnir. Lars fer at greiða frá, hvussu hann venir og fyrireikar seg til sínar tónleikauppgávur og kemur við dømum um spælihættir innanfyri tónleikastílar. Eisini gevur Lars góð ráð um, hvussu ein tónleikari skal verða fyri at klára seg í tónleikaheiminum, og hvørjum hann hevur spælt við. At enda svarar hann eisini spurningum. Atgongumerkir fáast til keyps í Elding í Havn, Saltangará og Klaksvík og við dyrnar í Skansastovu frá kl. 18.30. Yvirlýsingin frá floksleiðsluni í Javnaðarflokkinum gevur fólki fatan av, at formaðurin er hevjaður upp um allan kritikk, heldur Dan R. Petersen, fyrrverandi tinglimur fyri Javnaðarflokkin Politikkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í lesarabrævi í blaðnum í gjár undrast fyrrverandi tinglimurin fyri Javnaðar­ flokkin, Dan R. Petersen yvir, at floksleiðslan, við gundsjónarmiðunum hjá Javnaðarflokkinum í hond­ ini, sigur seg stuðla for­ manninum í flokkinum, Jóannes Eidesgaard. Sambært Dan R. Petersen er hendan yvirlýsingin enn eitt dømi um, at tað alt ov sjáldan verður sett spurnar­ tekin við førda politikkin í Javnaðarflokkinum. ­ Eftur mínum tykki kann hendan yvirlýsingin bara tulkast sum, at tað ikki long­ ur er loyvt at finnast at for­ manninum í flokkinum. Eg sigi ikki, at vit ikki skulu stuðla formanninum. Men tað merkir ikki, at formað­ urin er hevjaður upp um all­ an kritikk, sigur Dan R. Pet­ ersen. Vilstur Javnaðarflokkur Tað fellir Dan R. Petersen serliga fyri bróstið, at floks­ leiðslan við yvirlýsingini gevur fólki fatan av, at stuð­ ulin er í tráð við grundsjón­ armiðini hjá Javnaðarflokki­ num. Sambært Dan R. Petersen er ein loysingarsinnað høgrasnaring farin fram í javnaðarflokkinum seinnu árini, ið á ongan hátt er í tráð við javnaðarhugsjón­ ina, og sum hann hevur sera ilt við at kenna seg aftur í. Sum dømi nevnir hann, at fullveldið týðiliga er kom­ ið lúrandi inn í flokkin und­ ir verandi leiðslu, sam­ stundis sum privatiseringar og áhaldandi fráboðanir um at avtaka sjómannafrádrátt­ in eru greið tekin um eina høgrasnaring í flokkinum. ­ Men hvat skulu vit við einum nýggjum høgrasinn­ aðum loysingarflokki, tá vit longu hava Fólkaflokkin, spyr Dan R. Petersen, sum illa dugir at síggja annað enn, at Javnaðarflokkurin er komin í eina álvarsliga samleikakreppu. Eisini harmast Dan R. Petersen um, at hetta hendir, uttan stórvegis kjak. Hann vísir í hesum viðfangi á, at kjakfundirnir og temadagar­ nir, sum fyrr góvu limunum møguleika at vera við til at forma førda politikkin, ikki eru til longur. ­ Úrslitið er eitt slag av politiskum sjálvdrátti, har tey, sum mynda flokkin, eft­ ir øllum at døma ikki geva sær far um meiningarnar hjá vanligu limunum í flokkinum, sigur Dan R. Petersen, sum kortini ikki hevur mist vónina um, at Javnaðarflokkurin aftur fer at fóta sær ideologiskt. ­ At leiðslan í Javnaðar­ flokkinum er farin at vingla í trúnni, merkir ikki, at eg eisini havi mist trúnna uppá tørvin á einum veruligum javnaðarflokki. Tí gleði eg meg eisini til landsfundin, tí eg kann ikki trúgva annað enn, at tað ideologiska kjak­ ið aftur kemur á breddan tá, sigur Dan R. Petersen. Floksleiðslan friðhalgar løgmann - Hvat skulu vit við einum høgra- og loysingarsinnaðum Javnaðarflokki, tá vit longu hava Fólkaflokkin? spyr Dan R. Petersen, fyrrverandi tinglimur fyri Javnaðarflokkin Samgongan er ongantíð sloppin til arbeiðis, tí persónsmál og einkultmál hava fylt alt ov nógv, heldur formaðurin í Tjóðveldi, sum vónar, at politikkurin nú kemur aftur á dagsskránna Politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Gerhard Lognberg hevur hildið samgonguna sum gís­ la í einum máli, har hann ongan vilja hevur víst til at finna nakra loysn. So hvass­ orðaður er formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal um samgongustevið fyrstu seks mánaðarnar hjá CHE samgonguni. ­ Allir samgonguflokkar­ nir ynskja at styrkja útjaðar­ an og binda landið saman við bøttum samferðslukervi. Tí er tað púra burturvið, at Gerhard Lognberg skal lata sum um, hann er tann einas­ ti, sum vil hava Sandoyar­ tunnil. Tað einasta, hann hevur gjørt, er at rópa upp og krevja, sigur ein bersøgin Høgni Hoydal. Hann vísir á stórar íløgur til útjaðaran og staðfestir, at søgan hevur víst, at tað Før­ oyar hava ráð til eitt gott samferðslukervi. Men íløg­ urnar mugu gerast við fígg­ jarligum skili. ­ Fígging skal til. Men Gerhard Lognberg hevur ikki viljað arbeitt konstruk­ tivt við, hvussu Sandoyar­ tunnilin skal fíggjast, stað­ festir Høgni Hoydal. ­ Og at hann so brúkar Løgtingsins røðarpáll at spilla alla samgonguna út er so langt úti, at eg eri framvegis ikki komin yvir tað. Politikkurin druknar Formaðurin í Tjóðveldi vón­ ar, at samgongan finnur eina samstarvsloysn við onkran flokk frá andstøðuni, soleiðis at samgongan aftur verður arbeiðsfør og po­ litikkurin kann koma á skránna. ­ Seinasta hálva árið hava persónsmál og einkult mál fylt alt ov nógv. Vit hava brúk fyri at fáa politikkin á skránna. Ólavssøkurøðan hjá Løgmanni legði nógv áhugaverd politisk mál fram, men hvat hevur sett dagsskránna síðani? Per­ sónsmál, staðfestir Høgni Hoydal. Hann vónar, at samgongan við nýggjum samstarvi hev­ ur fingið arbeiðsfrið áðrenn hendan vikan er úti. Tí nógv týdningarmikil politisk mál bíða. Í dag var fiskivinnupo­ litikkurin á skránni, og skjótt skal fíggjarlógin fyri 2009 fyrireikast. Høgni Hoydal vil ikki siga, hvønn flokk hann ynskir samstarv við. Men prátið í Tinginum í dag ben­ di á, at Sjálvstýrisflokkurin verður stuðulsflokkur hjá samgonguni. Samgongan hildin gísli