týsdagur 5. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 147 - 5. august 2008
Hóast festivalurin
hevur verið merktur
av ringum veðri og
vánaligum floglík
indum, verður 5.
Summar Festivalurin
skipaður fyri kom
andi vikuskiftið.
Festivalurin er fyri
reikaður so, at sjálvt
pallurin kann flytast
skjótt, um okkurt
skuldi komið fyri,
hóast veðrið væntandi
ikki fer at bila
Festivalur
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Størsta ódnin summarið í
fjør rakti Summar Festivalin
væl og virðiliga, og tað
gjørdist neyðugt at taka telt
og básar niður, so alt ikki
fór á flog. Ein kann tískil
undrast á, at tað er borið til
at varðveita tileggjuna og
fáa
turrar
føtur
aftur.
Summar Festivalurin verður
aftur í ár komandi viku
skiftið, og veðrið sær út til
at fara at halda seg innan
tryggu karmarnar. Trý tey
størstu útlendsku nøvnini,
ið ein kann vænta at síggja
og hoyra komandi viku
skiftið verða Alphabeat,
Smokey og vælkenda Spice
gentan, Mel C. Trý onnur
útlendsk nøvn á verða eisini
á skránni, har ímillum
Basim, DJ Fireflei og 18
Hands. Tey seks útlendsku
nøvnini eru væl færri, enn
tey seytjann, ið framførdu á
G! Festivalinum í fjør, men
Steintór Rasmussen, ein av
fyriskiparunum av Summar
Festivalinum, sigur, at tey
hava eina góða skrá.
Vit hava nógvar góð
føroysk nøvn, har ímillum
Lena Andersen og Kári P.
Spurningurin er eisini, um
tað er rætt at taka so nógvar
útlendskar
bólkar.
Ein
føroyskur festivalur noyðist
at hugsa um eitt sindur
strategiskt. Vit fáa ikki
meir, enn vit hava ráð til,
sigur Steintór Rasmussen.
Somuleiðis sigur hann
eisini, at um tey skuldu
fingið fleiri útlendsk nøvn,
hevði hetta flutt fokus.
Mann skal ikki lata útlend
sku nøvnini ganga út yvir
teimum føroysku, og heldur
skal mann geva fáum bólk
um pláss, heldur hann.
Fyrireikingar
Fyrireikingar hava verið líka
síðan seinasta Summar Fest
ival, greiðir Steintór Ras
mussen, fyriskipari, frá.
Tað er eitt ársverk, sigur
hann. Nú tað nærkast upp
undir festivalin, eru fleiri
ítøkilig og praktisk arbeiði,
ið skulu gerast. Øll tjøldini
eru sett upp hesa vikuna og
pallurin somuleiðis. Eini
hundrað fólk eru beint nú
til arbeiðis upp undir festi
valin, og Steintór Rasmus
sen væntar fleiri hundrað
fólk til arbeiðis, tá sjálvt
festivalurin er settur.
Fyrireika óvæntandi
fyrikomur
Stóri pallurin er væl øðrvísi,
enn hann var í fjør. Hesin
pallurin er mobilur og kann
tískil flytast, um okkurt
skuldi komið fyri, at hann
ikki kom at standa væl, har
hann stendur. Hetta er
millum annað orsakað av,
at veðrið fór so illa við
festivalin í fjør, og tískil er
festivalurin nú fyrireikaður,
hóast veðrið ikki fer at bila
sambært veðurfrásøgnini á
Portalinum.
Skuldi tað hent seg, at
veðrið fer at verða líka ringt
í ár, hóast líkindi ikki eru
fyri tí, hava vit fyrireika
okkum á ymsan hátt. Vit
hava nógv trygdar og
bjargingarfólk, løgreglu og
onnur, ið kenna býin og
kunnu hjálpa til. Vit hava
eina góða trygdarætlan og
eru væl fyrireikaði, sigur
fyrireikarin
av
Summar
Festivalinum. Eisini verða
tjøldini og básarnar spent
og fest.
Størsti festivalur í ár
Tað er bæði ringt og gott
at
vera
einasti
størsti
festivalurin. Mann saknar
kanska tað fokusið, ið var á
festivalunum í fjør, og
sjálvandi kappingina eisini.
Men vit noyðast sjálvandi
fyrst og fremst at vera loyal
yvir
fyri
okkara
egna
konsepti: Fólk í øllum aldri
og familjur. Við teimum
nøvnunum í eru á skránni í
ár, ber til at appelera til
næstan øll, sigur Steintór
Rasmussen.
Vit vænta eisini fleiri
ungdómar og fólk, ið tjalda,
í ár. Klaksvíkin fyllist alla
tíðina, og tað eru longu
nógv fólk í býnum.
Omanfyri 5000
atgongumerki seld
Steintór Rasmussen kendi
ikki talið á seldum atgongu
merkjum á standandi fót, tá
Sosialurin
spurdi
hann,
hvussu nógv eru seld fram
til nú, men hann heldur, at
omanfyri 5000 atgongu
merkir
er
farin
úr
sølustøðunum.
Nógv bíða til síðstu
løtuna at keypa atgongu
merkir, tí at tey bíða eftir
veðrinum og øðrum, men
her sær heilt rætt út, sigur
fyrireikarin.
Ein festivalur til
alla fjøldina
Tað, vit kunnu gera, er
sjálvandi at duga at síggja,
at hvør einasti festivalgestur
er týdningarmikil. Fólk í
øllum aldrum koma til
festivalin, og óansað aldur,
bilur, bátur og annað, kann
festivalurin
appelera
til
fjøldina,
sigur
Steintór
Rasmussen.
Tað verða einar 30
bólkar, ið fara at framføra,
og hetta er fimtu ferð, at
festivalurin verður skipaður
fyri, so sjálvandi royna vit
at leggja skránna so, at flest
fólk verða nøgd. Tey flestu
higartil hava hugt eftir
tónleikanøvnunum og halda
skránna vera spennandi.
Festivalklár til tað ringasta
Størri gjøgnumskygni í Klaksvík
Fundaruppmøtingin hjá býráðspolitikarunum í Klaksvík verður framyvir
almannakunngjørd. Býráðið hevur samtykt, at teirra uppmøtan á býráðs og
nevndarfundum framyvir skal almannakunngerðast á heimasíðuni hjá
kommununi. Býráðið heldur, at borgararnir hava rætt at vita, hvussu virknir
politikararnir eru, stendur í tíðindaskrivi frá kommununi.