Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 147 - 5. august 2008 ] Skotin David Carry er meistari í bretska sam­ veldinum, Common­ wealth Games, og er bæði HM og EM silvurvinnari. Nú skal hann umboða Bret­ land til OL OLYMPISKU LEIKIRNIR Heri Simonsen heris@sosialurin Vit føroyingar eru sera spentir uppá, hvussu tað fer at gangast Katrini Olsen og Julianne Elander í rógving, tá tær fara at kappast við heimselituna á Oyggjaleik­ unum. Men nú frættist, at meiri føroyskt blóð verður á leikunum í Beijing. Og ítróttaráhugaðir føroyingar kunnu gott seta kross við sunnudagin 9. august í kal­ endaranum. Henda dagin skal bretska svimjiliðið í stafettini 4 x 200 metrar frí svimja sína fyrstu kapping. Bretar hava góðar vónir til hetta stafett­ liðið, sum hevur vunnið silvur í bæði evropameist­ arakappingini og heims­ meistarakappingini í svimj­ ing. Bretar vóna, at hetta liðið kann, ið hvussu er taka eitt silvur ella bronsu­ heiðursmerki heim til Bret­ lands. Omman úr Klaksvík Á hesum svimji­stafettlið­ num er David Carry úr Aberdeen. Hesin David Carry skal eisini svimja 400 metrar frí til OL í Beij­ ing. David er føddur 8. okto­ ber í 1981 og er 185 cm langur. David er sonur Jean, sum er dóttur Haslu Elder, sum er ættað úr Klaksvík. Hasla er fødd Josephsen. Mamma David, Jean er mill­ um annað systkinabarn til ein av okkara kendastu kvinnuligu fótbóltsspælar­ um, nevnliga Malenu Josephsen. David byrjaði longu at venja í felagnum, Aberdeen Dolphins Svimming Club sum 5 ára gamal. Í dag er hann partur av felagnum, City of Aberdeen Swimming Club. Longu tíðliga vísti tað seg, at David var eitt stórt talent, og hevur hann lagt nógva venjing fyri dagin hesi mongu árini. Og tað hevur givið úrslit. Umframt HM­silvur og EM­silvur í stafettini 4 x 200 metrar frí, so hevur David eisini vunn­ ið heiðursmerki, sum ein­ staklingur. Commonwealth meistari David hevur vunnið skotsk og bretsk meistaraheiti, og hevur hann sett fleiri skotsk og bretsk met, sum tað fer at taka drúgva tíð at festa á blað her. Haraftrat er David bretskur samveldismeistari – ella commonwealthmeist­ ari – í bæði 400 metrar frí og í 400 metrar einstaklinga medley. Commonwealth leikirnir hava verið fyriskip­ aðir síðani 1930, og taka øll lond lut, sum eru limir í bretska samveldinum, og hava Elisabeth II sum drotn­ ing. Stór æra og virðing verð­ ur lagt í hesar leikirnar mill­ um limalondini í bretska samveldinum. Ein siður er eisini, at vinnarnir fáa aldar­ gomul ferðasteyp í varð­ veitslu. David Carry hevur eitt slíkt heima í stovuni í Aberdeen. Har verður tað standandi til næstu common­ wealth leikirnar verða í Delhii India í 2010. Hevur vitjað í Føroyum David lesur á Loughborough University í Leicester, og hevur hann onkuntíð vitja í Føroyum saman við familju sínari. Og sæð við tjóðskap­ arligum brillum hevði tað verið fantastiskt um hann og Pál Joensen møttust til eina 400 metra frí finalu til HM ella EM í framtíðini. Skoti av føroyskari ætt til OL David Carry hevur føroyska ommu Sunnudagin komu Katrin Olsen, Julian­ ne Elander og bátur­ in »Alexandra« til Kina. Og sambært Katrini skal man líka venja seg við øðrvísi umstøðurnar OLYMPISKU LEIKIRNIR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fríggjadagin verða Olym­ pisku leikirnir í Beijing sett­ ir, og føroyska umboðanin millum íðkararnar er komin til kinesiska høvuðsstaðin. – Her er heitt og slavið, men tað hevur ikki ávirkað okkum nakað serligt, letur Katrin Olsen frætta úr Kina. Hóast hetta er fyrsta ferðin, at Katrin Olsen er í Kina, so hevur hon verið í fjareyst­ ri áður. Í 2005 var hon part­ ur av dupultfýraranum í lættvekt, sum vann silvur í heimsmeistarakappingini í Japan. Men Kina er heilt øðrvísi, heldur Katrin Olsen. Lata væl at venjing Tað var annars sunnudagin, at Katrin og tey komu upp á pláss. Fleiri vóru merkt av drúgvu ferðini, men Juli­ anne og Katrin báðar lata bara væl at. Eisini at venj­ ingin, sum var í gjár. Hon og Julianne Elander vandu í báti teirra, sum her­ fyri varð dóptur »Alexand­ ra«. Árarnar og onkur onnur smáting skuldu líka rættast til, men annars gekk sum eftir ánni hjá teimum, letur Katrin at. Sambært Katrini er rógvi­ banin góður. Hann liggur nakað uttanfyri Beijing, og einar tríggjar kilometrar frá hotellinum, har Katrin Olsen og Julianne Elander búgva. Øki, har hotellið hjá teimum er, verður rópt Dra­ gon Villas, og er talan um eitt gott stað. Hermenn allastaðni Sermerkt er tó, at á økinum er ein rúgva av herkløddum monnum, sum annaðhvørt standa upprættir og pinna­ stillir, ella koma marsjeran­ di. Trygdareftirlitið er eisini øgiligt. Bæði á hotellinum og við venjingarøkið skulu ryggsekkir og annað viðføri skannast, umframt at øll skulu ígjøgnum ein metal­ detektor. – Júst sum vit kenna tað á flogvøllinum, flennir Katr­ in, sum saman við hin eisini skal vísa serstøk loyvi fyri hermonnunum, áðrenn tey sleppa at venja. Trygdin verður ikki minni næstu dagarnar, nú setanin nær­ kast. Men tað er bara at fegnast um, og tað ger Katr­ in eisini. – OL er ikki byrjað enn, men tað er longu nú super feitt at vera til OL, sigur Katrin Olsen. Katrin er í Kina – OL er ikki byrjað enn, men tað er longu nú super feitt at vera til OL, sigur Katrin Olsen Trygdareftirlitið er stórt við leikirnar, og til hvørja venjing skal alt ígjønum ein metaldetektor Holst skiftir til Silkeborg Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst skiftir í vetur frá Lyngby til Silkeborg at spæla.1. deildarfelagið Silkeborg hevur stórar ætlanir við sínum liði. Felagið ætlar sær aftur í superliguna, og teir hava styrkt sær liðið við millum annað Henrik Tømrer Pedersen, sum hevur spælt í enskum fótbólti í nógv ár. Nú er tað eisini greitt, at Christian Lamhauge Holst skiftir til Silkeborg at spæla á ársskiftinum. Fleiri feløg hava sýnt áhuga fyri Holst, sum var toppskjútti hjá Lyngby í superliguni farna kappingarár, og um ársskiftið endar hansara sáttmálaskeið í Lyngby. Tá flytir Holst so av Sælandi og til Jútland at spæla fótbólt. – Vit hava tosað um nógvar spælarar, men Christian hevur allatíðina staðið ovast á okkara ynskilista, sigur Peter Kjær, sum er ítróttarstjóri í Silkeborg. Christian Lamhauge Holst hevur higartil spælt 142 dystir fyri Lyngby, og hann hevur skotið 76 mál.