týsdagur 5. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 147 - 5. august 2008 ]
Tað sigur Óli Hansen,
liðformaður hjá
NSÍ, um dystin móti
EB/Streymi, sum
vóru teirra argastu
kappingarneytar um
meistaraheitið í fjør.
Sigfríður Clementsen,
venjari hjá EB/
Streymi, hevur góðar
vónir
UPPTAKT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað vóru EB/Streymur og
NSÍ, sum kappaðust um
meistaraheitið í fjør. Tað
tykist tað eisini at vera í ár.
Runavíkingar eru fimm stig
aftanfyri EB/Streym, sum
eisini í fjør hevði vunnið
sær gott forspring, men har
NSÍ megnaði at hála inn á
og síðani yvirhála.
Tað ætlar NSÌ at gera
aftur í ár. Til at fyribyrgja
hesum hevur Sigfríður Cle
mentsen so at siga allar
mans tøkar. Høgni Zachari
assen fær væntandi gipsi av
beini sínum í vikuni, og
verður, um alt gongst væl,
tøkur um eini fimm vikur.
Hann verður tískil ikki við í
annaðkvøld.
Tað verður Mikkjal Tho
massen harafturímóti. Væl
vaksni
miðvallarleikarin
hevur verið skaddur, men
kom á vøllin á Oakwell
Ground hósdagin. Og tá
man kann spæla móti Man
chester City, so kann man
eisini spæla ímóti NSÍ.
Hetta kemur væl við, tí
íroknað teir báðar altjóða
dystirnar, hevur EB/Streym
ur tapt fimm ferðir á rað.
– Hetta eru vit sjálvandi
ikki glaðir um. Men ímóti
B36 vóru vit minst líka
góðir sum teir, og dystirnir
móti Manchester City vístu,
at vit eru at rættari kós,
sigur Sigfríður Clementsen,
venjari hjá EB/Streymi.
Jónas ivasamur
Í NSÍ vilja tey á ongan hátt
kanna sær bitan, áðrenn
hann er svølgdur. – Hetta
verður ein ótrúliga spenn
andi dystur, ein veruligur
toppdystur, staðfestir Óli
Hansen, liðformaður hjá
NSÍ. Hann hevur stóra virð
ing fyri EB/Streymi og
metir ikki, at tað er ein
fyrimunur hjá NSÍ, at teir
drógu longra stráðið í FM
stríðnum í fjør.
– EB/Streymur hava verið
drúgvir í ár, og hava fingið
stig í dystum har spælið
ikki altíð hevur verið tað
besta, vísir Óli Hansen á. Tí
er tað hugaligt at hann sum
liðformaður kann staðfesta,
at allir mans eru tøkir.
Jónas Þór Næs breyt eitt
bein í fótinum herfyri, men
hevur havt hampiliga tíð at
koma fyri seg í nú. Og tað
vóna teir í Runavík sjálvsagt
eisini, at hann er.
Kurt í oddadysti í kvøld
Elnesvågen/O, sum hevur føroyska Kurt Mørkøre sum venjara,
strembar eftir uppflyting í triðbestu norsku deildina. Eitt rættiliga
týðandi og avgerandi fet kann takast í kvøld, tá felagið spælur oddadyst
á heimavølli móti eykaliðnum hjá Molde. Liðið hjá Kurt Mørkøre
hevur vunnið allar heimadystirnar í hesum kappingarárinum.
Elnesvågen/O liggur í løtuni á fjórða plássi við 21 stigum. Eykaliðið
hjá Molde er fremst við 30 stigum.
Bólturin aftur á rull
Í kvøld verður fari undir aftur fótbóltskappingini hjá teimum næstbestu. Fýra
dystir eru á skránni, har grannauppgerðin millum TB og VB/Sumba var
avgreidd undan summarsteðginum. Oddaliðið 07 Vestur vitjar í Leirvík, har
eykaliðið hjá Víkingi bíðar. AB er í hølunum á oddaliðunum í løtuni, og ein
sigur er krav, tá argjamenn vitja í Runavík, har eykaliðið NSÍ tekur ímóti. Í
Havn hittast tey næstbestu hjá HB og B68, meðan botndystur verður í
Klaksvík, har næstbestu liðini hjá KÍ og EB/Streymi bresta saman.
John Petersen,
venjari, staðfestir,
at Skála skal vinna
fleiri av dystunum,
sum resta. Og hann
sær fegin, at byrja
verður í annaðkvøld
UPPTAKT
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Á
Skála
kunnu
tey
staðfesta, at skjótt broytist
í fótbólti. Fyri tveimum
árum síðan var felagið
við
í
heiðurs
merkjastriðnum í Formula
deildini. Nú skal stríðast
fyri at sleppa undan niður
flyting.
Stig skulu fáast til høldar
skjótast gjørligt, og skála
menn síggja fegin, at trý
stig koma á kontoina, tá
fuglfirðingar vitja í mor
gin.
Fyri at sleppa undan
niðurflyting
skulu
vit
vinna fleiri av dystunum,
sum resta. Og vit kunnu
líka so væl byrja í morgin,
sigur John Petersen, venj
ari, í stuttari viðmerking.
Verjuleikarin Vali Miela
er leikbannaður, og verður
tískil ikki við í morgin.
Teitur R. Joensen og Jóg
van Joensen eru ikki tøkir,
vegna skaða.
ÍF hevur vunnið sær
fasta legu í miðjuni av
stigatalvuni. Fuglfirðingar
skulu sjálvsagt vinna sær
fleiri stig fyri at varðveita
sætið, men David Jones og
hansara leikarar hava ráð
at missa stig. Tað fer ikki
at broyta, at ÍF fer at leggja
nógv fyri at fáa øll stigini á
Skála í annaðkvøld.
Framherjin Sasa Jovano
vic er skaddur, meðan mið
vallarin Høgni Madsen
ikki verður við vegna
leikbann.
EB/Streymur - NSÍ
Veruligur toppdystur
Skála skal úr botninum
Formuladeildin:
EB/Str – NSÍ: Páll
Augustinisen
HB – Víkingur: Dagfinn
Olsen
Skála – ÍF: Rúni Gaardbo
KÍ – B68: Ransin
Djurhuus
B71 – B36: Lars Múller
1. deild:
Víkingur – 07 Vestur:
Bárður Mortensen
NSÍ – AB: Høgni Hansen
HB – B68: Georg
Rasmusen
KÍ – EB/Str: Alex Troleis