týsdagur 5. august 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 147 - 5. august 2008 ]
Gudmund Nielsen
verður ikki við, tá B71
tekur ímóti einum
nógv styrktum B36
liðið, sum kortini
vantar týdningarmiklar
leikarar
UPPTAKT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
B71 hevur 14 stig. Níggju
av hesum vunnu sandoying
ar í trimum teimum síðstu
dystinum, áðrenn farið var í
summarfrí. Nú er ferian av
og menn skulu aftur á
vøllin. Allir uttan Gudmund
Nielsen, sum ikki far spælt,
tí hann hevur fingið bruna í
eitt sár. Hetta kemur ógvu
liga dátt við sandoyingum.
Hinvegin eru hinir eins og
hann vanir at stríðast, og
tað fara teir sjálvsagt eisini
at gera, nú nógv styrkta
B36liðið kemur á vitjan.
Súni Olsen skaddur
Jákup á Borg og Tróndur
Vatnhamar skiftu í steðgin
um til B36 frá HB. Hesir
vera uttan iva at síggja í
hópinum í annaðkvøld. Alt
annað hevði verið undarligt.
Serliga tá havt verður í
huga, at Súni Olsen ikki
verður við. Hann hevur
framvegis trupulleikar við
fótinum.
Og so er tað eisini ivasamt
við Inga Højsted. Hann
kom á vøllin móti Brøndby,
spældi væl og vandi eisini
við í gjárkvøldi. Hann var
tó noyddur at gevast, og
tískil er ógreitt hvussu
verður við honum. Sostatt
kann B36 standa og vanta
tveir av lyklaleikarunum á
sentrala miðvøllinum.
Hetta broytir tó einki upp
á tann veruleika, at B36 er
stórfavorittur til at vinna
dystin.
HB hevur mist tveir
landsliðsleikarar
í steðginum, og
Víkingar hava tapt
báðar dystirnar,
teir hava spælt í
Gundadali higartil í
ár
UPPTAKT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað gekk væl hjá nýggja
eysturoyarliðnum
áðrenn
summarsteðgin. Tríggir sigr
ar á rað høvdu við sær, at
felagið kundi halda feriu á
einum fjórða plássi – bert
trý stig frá øðrum plássi.
Hinvegin hevur felagið tapt
tilsamans seks stig, tá teir
hava verið í Gundadali í ár.
Tvær ferðir hava teir vitja í
høvuðsstaðnum, og báðar
ferðir hevur liðið tapt. Mót
støðuliðið hevur tá verið
B36. Hesaferð eitur tað HB.
Enn er ov tíðliga at tosa um
eitt Gundadal kompleks hjá
Víkingi, men ein sannroynd
er, at siðvenjan hjá gamla
GÍliðnum var nakað betri
enn tað, Víkingur higartil
hevur víst móti høvuðsstað
arfeløgunum.
Erling Jacobsen
verður við
– Hetta er eitt nýtt lið og
eitt nýtt felag, vit eru við at
byggja upp, men sjálvandi
fara vit eftir trimum stigum,
sigur Anton Skoradal full
greiður um, at uppgávan í
annaðkvøld verður trupul.
Tí kemur tað væl við, at
hann hevur so at siga alt
fólki tókt. Sverri Jacobsen
er langtíðarskaddur, men
allir hinir sum hava vant
við seinastu tíðina, eru
tøkir. Eisini Erling Jacob
sen, sum annars umboðar
FC Amager, er partur av
hópinum. Hann er heima í
summarfrí og verður eisini
við til dystin sunnudagin,
men so fer hann av landinum
aftur.
Broytt HB lið
Í sigursvanda høvuðsstað
arfelagnum hevur verið stór
útskifting
í
steðginum.
Christian Høgni Jacobsen
er skiftur til AB í Danmark,
meðan Jákup á Borg og
Tróndur Vatnhamar tørna
nú til fyri B36.
Hinvegin hevur HB fing
ið nógv, gott og ungt fólk í
steðginum. Brøðurnir Mou
ritsen, Johan Ejvind og
Christian, eru komnir til,
umframt at Hendrik Rubbek
sen er tøkur aftur. Rókur av
Fløtum Jespersen er komin
aftur úr Danmark, og Svenn
F. Nolsøe skiftur til barn
dómsfelagið aftur frá B36.
Stórar útskiftingar, sum
koma at merkja liðið, við
gongur Rúni Nolsøe, venj
ari hjá HB. – Útskiftingarnar
í hópinum leggja upp til
broytingar, sigur hann, men
vil ikki koma nærri inn á,
hvussu hetta fer at merkja
liðið.
Hann veit heldur ikki
heilt enn, um hann kann
rokna við øllum monnum.
Hetta tí, at Johan Ejvind
Mouritsen, sum er komin
aftur úr TB, har hann hevur
gjørt seg til toppskjútta í 1.
deild, hevur trupulleikar við
rygginum.
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 EB/S
14
10
-
2
-
2
29
15
14
32
2 HB
14
7
-
4
-
3
29
11
18
25
3 NSÍ
14
7
-
3
-
4
22
17
5
24
4 Víkingur
14
6
-
3
-
5
23
16
7
21
5 B36
14
5
-
6
-
3
16
11
5
21
6 KÍ
14
4
-
5
-
5
18
22
-4
17
7 ÍF
14
5
-
2
-
7
18
25
-7
17
8 B68
14
4
-
2
-
8
9
24
-15
14
9 Skála
14
2
-
5
-
7
10
21
-11
11
10 B71
14
3
-
2
-
9
14
26
-12
11
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 VB/S
15
12
-
1
-
2
39
12
27
37
2 07 Vestur
14
11
-
1
-
2
60
21
39
34
3 AB
14
10
-
1
-
3
50
18
32
31
4 TB
16
9
-
2
-
5
43
15
28
29
5 HB
13
4
-
4
-
5
20
14
6
16
6 Víkingur
14
4
-
3
-
7
18
39
-21
15
7 NSÍ
15
3
-
4
-
8
30
43
-13
13
8 KÍ
13
4
-
1
-
8
18
45
-27
13
9 EB/S
14
3
-
0
-
11
13
60
-47
9
10 B68
14
2
-
1
-
11
18
42
-24
7
Van der Vaart til Real Madrid
Hollendska leikarainnrásin í Real Madrid heldur fram. Real Madrid hevur í dag
ognað sær Rafael van der Vaart úr Hamburger SV fyri góðar 150 milliónir krónur.
Van der Vaart, sum hevur verið lyklaleikarin og liðskiparin hjá týska Hamburger
SV seinastu trý kappingarárini, hevur skrivað undir ein fimm ára sáttmála við
Real Madrid. Van der Vaart er uppaldur í Ajax Amsterdam, og hollendska felagið
fær eisini ein stóran part av søluupphæddini. Í dag kom eisini fram, at Real
Madrid má vera Wesley Sneijder fyri uttan í nakrar mánaðir. Hann hevur slitið
liðbandið, og um krossbandið eisini hevur fingið skaða, so kann tað væntast, at
Wesley Sneijder verður uttanfyri vøllin í eitt hálvt ár.
Reyes til Portugal
Jose Antonio Reyes var fyri árum síðan skýrdur at eiga
eina sera bjarta fótbóltsframtíð. Dugnaligu bóltevnini
rukku tó ongantíð so langt sum væntað, og eftir ár í
Arsenal, Real Madrid og Atletico Madrid vendir spaniu
maðurin nú nøsini móti Portugal. Hann gjørdi fyrrapartin
avtalu við Benfica, har hann ætlandi skal spæla komandi
árini. Nýggi venjarin hjá Benfica, Quique Flores, hevur
av álvara gjørt sum seg á leikaramarknaðinum í summar,
og Reyes er saman við átta øðrum tilgongdin hjá
felagnum.
HB – Víkingur:
HB við nýggjari manning
B71 – B36:
B71 móti yvir-
valdinum
Heimvendi Rógvi
Jacobsen verður
eftir øllum at døma
við frá byrjan, tá KÍ
skal royna at vinna
seg endaliga úr
botninum
UPPTAKT
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Klaksvíkingar eru aftur
bjartskygdir. Áskoðararnir
stórliga fegnast um til
gongdina av Rógva Jacob
sen, sum hava sett sítt alít
á landsliðsleikaran, sum
ætlandi skal skjóta KÍ upp
eftir stigatalvuni. Langlim
aði framherjin kann byrja
málskjótingina í morgin,
tá hann eftir øllum at
døma verður við frá byrj
an, tá toftamenn vitja á
Injector Arena. Hetta verð
ur helst saman við Rodrigo
Silva.
Tað er trýst á klaksvík
ingum í morgin. Eydnaðst
tað ikki at fáa stig, so er
liðið aftur í niðurflyting
arvanda. Og tað hevði
verið ein lítið hugalig
støða í Klaksvík.
Eyðun Klakstein, venj
ari, hevur aftur liðformann
in Heðin á Lakjuni og
verjuleikaran Jan Andre
asen at ráða yvir. Teir vóru
leikbannaðir
seinast.
Somuleiðis er Bjarni Jør
gensen klárur aftur eftir
drúgvan skaða, sum hevur
hildið hann uttan fyri
síðan triðja umfar. John
Hammer og Kristian á
Lakjuni verða ikki tøkir
vegna skaða.
Tað var í tøkum tíma, at
summarsteðgurin kom hjá
toftamonnum. Tað hevur
gingið alt annað enn væl
seinastu vikurnar, har teir
hava tapt móti Skála, HB
og B71. Nú vónar felagið,
at liðið er styrkt við Pól
Johannus
Justinussen,
Jann Martin Mortensen
og dananum Brian André
sen. Hesir verða fyri fyrstu
ferð í B68búnanum í
morgin.
Badara Diedhiou verður
ikki við í Klaksvík í annað
kvøld. Hann er leikbann
aður. Bill McLeod Jacob
sen, venjari, má eisini
verða
langtíðarskaddu
Jóan Petur Poulsen og
Landing fyri uttan.
Rógvi verður
við frá byrjan