Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 148 - 6. august 2008 Fuglafrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, hevur á egnum forlagi givið út eina sera áhuga- verda bók um lunda og lundaveiði. Hetta er ein partur av okk- ara mentan, sum er um at fara í søguna, og tí má sigast, at tað er í tøkum tíma, at hetta verður felt niður á blað BÓKAÚTGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Bókin hevur verið í umbúna leingi. - Tað munnu vera eini tíggju ár síðani eg byrjaði at savna myndir til bókina, og fyrstu vísindaligu grein- ina um lunda skrivaði eg longu í 1982, sigur høvund- urin, Jens-Kjeld Jensen. Bókin er sera áhugaverd og upplýsandi, og ein høv- uðsætlanin við henni er júst at varðveita vitanina um lundan og ikki minst um lundaveiði, fyrst og fremst lundafleyg. Byrjað verður við at greiða frá um lundan og teimum lundasløgum, sum finnast um okkara leiðir. Sagt verður frá um hvussu lundi byggir sær holu, hvussu og nær hann verpur, hvussu hann føðir ungan, hvussu tað ber til at aldurs- meta lundan, og hvussu lundin er fyri í løtuni. Bókin er ógvuliga upp- lýsandi og greiðir frá ymiskum í sambandi við lundafleyg, sum sjálvt royndir fleygamenn ikki vita. Til hendan partin av bókini og um lundafleyg í síni heild, hevur Kristin Holm, sáli, verið heimildar- maður. Ikki untist Kristini at uppliva hetta valaverk á prenti, og tað er tí ikki so løgið, at Jens-Kjeld Jensen hevur valt at ogna Kristini Holm bókina. Ein partur av teirri vitan, sum Jens-Kjeld Jensen hev- ur notið gott av frá Kristini Holm eru heitini á ymsu pørtunum av fleygastongini, har serliga armar og net er ein vitan fyri seg. Heili 14 ymisk heiti finnast á fleyga- stongini, og tey munnu teir fægstu kenna øll. Síðani verður greitt frá skipanini í Nólsoy, hvør hevur rættin til at ganga á fleyg, hvussu avgjørt verð- ur, hvør skal í hvønn sessin, og áhugaverd hagtøl yvir veiðina seinastu árini og hvussu nógv er fleygað í hvørjum sessi yvir eitt ávíst tíðarskeið. Eisini á enskum Jens-Kjeld Jensen er til- fluttur nólsoyingur, og tí er tað ikki so løgið, at bókin fyri størsta partin byggir á lundaveiði í Nólsoy. Høvundurin hevur verið við Kristini Holm á fleyg mangar dagar, og hann hev- ur eitt tjúkt myndaalbum við myndum frá hesum mongu fleygadøgum suðuri á Urð. Her hevur hann eis- ini fingið innlit í lundaveiði í praksis, og við at kanna gomul skjøl kann høvund- urin staðfesta, at lundaveiða er farin fram óbroytt helst líka síðani víkingatíðina. Ein onnur áhugaverd upp- lýsing, sum finst í bókini, er ein meting av lunda- stovninum í Føroyum. Hann er mettur til 550.000 pør, harav millum 35.000 og 50.000 pør metast at finnast í Nólsoy. Bókin er skrivað á donsk- um, og tað hevur sínar orsøkir. Burtursæð frá, at Jens-Kjeld Jensen er dani, og tað harvið liggur betri fyri hjá honum at skriva á donskum, so røkkur danska málið einum munandi størri lesaraskara. - Tá bókin er skrivað á donskum, ber til hjá norður- lendingum at skilja hana. Hartil havi eg eisini ætlanir um at geva bókina út á ensk- um máli, tí tað finst ógvu- liga lítið tilfar á enskum um lunda, sigur Jens-Kjeld Jen- sen. Tað er knappliga eitt ár síðani høvundurin veruliga fór undir at skriva bókina, sum í stóran mun byggir á vísundaligar greinar, sum Jens-Kjeld Jensen sjálvur hevur skrivað ella veri við til at greiða úr hondum. Bókin er prentað í einum upplagi upp á 150 eintøk, men hóast hon ikki kom út fyrr enn beint undan viku- skiftinum, so var hon longu útseld mánadagin. Men ráð eru fyri tí. - Eg ringdi til Sjónband mánamorgunin um at fáa prentað fleiri bøkur, og longu týsdag seinnapart eru tær klárar at avheinta. Og tað haldi eg vera nokk so fantastiskt, sigur Jens-Kjeld Jensen. Higartil hevur bert borið til at keypt bøkurnar í Havn – og Nólsoy, sjálvandi – men nú fer eisini at bera til at keypa tær í Suðuroy og í Klaksvík. Lundabók í tøkum tíma René Hansen situr her í Jógvan í Lon’sa sessi, sum er lágættarsessurin hjá Bøkki. Hann hevur júst fingið ein lunda í netið René Hansen og Kristin Holm á veg heim av Urðini við hvør sínari byrðu á herðunum. Bókin, sum Kristin Holm í stóran mun hevur verið heimildarmaður at, er ognað honum Tað er ein ógvuliga áhugaverd og upplýsandi bók, sum Jens- Kjeld Jensen hevur greitt úr hondum