Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Serblað í Sosialinum í sambandi við Summar Festivalin 2008 www.summarfestivalur.fo post@summarfestivalur.fo Útgevari: Sosialurin Myndir: Álvur Haraldsen Jens Kr. Vang Anton Højgaard Robert Waagstein Bárður Lydersen Mureldur Polfoto og onnur Umbróting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Festivalblaðið 2008 T að eru liðin fimm ár, síðani fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í Klaksvík. Fyrireikararnir høvdu eitt gott hugskot, sum teir trúðu uppá, men eingin visti við vissu, hvussu undirtøkan fyri einum festivali í Klaksvík fór at verða. Tað var jú trupult at savna bara nøkur hundrað fólk til konsert ella dans. Men tað vísti seg, at hugskotið um Summar Festival var gott, og fólk streymaðu til fyrsta festivalin, hóast tey valla mundu vita, hvat tað var, sum tey fóru at uppliva. Fyrsti festivalurin gekk strúkandi. Veðrið var av tí allar­ fagrasta, og á pallinum spældu og undirhildu føroyskir og útlendskir bólkar sløkum 4000 fólkum. Grundarlagið undir Summar Festivali­ num var skapt, og nú ráddi um at byggja víðari og menna festivalin. Og tað hevur eydnast serstakliga væl. Festivalurin er vaksin munandi hesi árini. Tekniskar útbyggingar hava verið neyðugar á festivaløkinum, áhoyrarafjøldin er meira enn tvífaldað síðani fyrsta festivalin, og nú tann fimti festivalurin stendur fyri framman, eru øll sannførd um, at tað verður enn eitt festivalbrak av teimum stóru. Summar Festivalurin í ár er størri enn nakrantíð áður. Hesaferð verður tónleikur og undirhald av fýra pallum í tríggjar dagar, og øll eiga at finna okkurt í skránni, sum teimum dámar. Børnini verða forkelað við útbygdum Silvalandi og barnaundirhaldi, tey ungu kunnu lurta og leika í, tá ið bólkar sum The Dreams, The Ghost, SIC, Alphabeat Melanie C og aðrir fara at spæla, og tey tilkomnu fáa sanniliga sínar løtur við bólkum sum Smokie, Halli Joensen, Kára P og fleiri. Jú, tað er nakað fyri øll á Summar Festivalinum, og flestu framførslurnar eru av slíkum slag, at øll í grundini kunnu lurta. Áhugin fyri Summar Festivalinum hevur verið vaksandi, og aftur í ár streyma fólk til festivalin. Summi koma í húsvogni, onnur við tjaldi, summi siglandi, og so eru tey, sum koma í bili ella bussi og gista hjá vinum ella kenningum. Tað er rúm fyri fólki í Norðoyggjum, Klaksvík letur dyrnar upp á víðan vegg, og nógv verður gjørt burturúr, at fólk kenna seg vælkomin og væl á festivalinum. Fyri fyriskipararnar hevur verið hugaligt at uppliva, at fólk í øllum aldri hugna sær í Klaksvík stóra festivalvikuskiftið í august. Umráðandi er, at tað fram­ haldandi verður hildið fast um, at Summar Festivalurin er eitt tiltak fyri øll fólk – børn sum ung, tilkomin sum eldri – og øll skulu kenna seg væl til Summar Festivalin – fólksins festival. Vit ynskja øllum ein góðan Summarfestival 2008! Summar Festivalurin Fólksins festivalur