Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 148 - 6. august 2008 Rúna og Esmar úr Klaksvík, og Karl og Maria av Viðar­ eiði, hava gingið í barnagarði í Kongens Enghave í Keyp­ mannahavn, og har starvaðist Anders úr Alphabeat, innan hann fór til London ar gerast kend popp­ stjørna. Nú Alphabeat vitjar á Summar Festivalinum gleða børnini seg at síggja Anders aftur Summar FeStivalur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Rúna, Esmar, Karl og Maria eru spent í hesum døgum. Tá tey gingu í barnagarði­ num í Kongens Enghave í Keypmannahavn, starvaðist tann seinni so kendi Anders úr Alphabeat har. Nú eru tey spent uppá at síggja hann aftur, tí teimum dámdi hann vær. ­ Hann starvaðist har í eitt ár, og hann spældi guit­ ar fyri teimum, sigur Sylvia Sivertsen, sum er mamma at tveimum av børnunum.. Yngstu børnini gingu í barnagarði, meðan tann elsta gekk í frítíðarheimi, men stovnurin er allur í ein­ um, so øll børnini kendu Anders væl. Børnini eru frá 5 til 8 ár. Teimum dámar væl tónleikin hjá Alphabeat og keyptu sjálvandi fløguna, tá tey búðu niðri. Tá tað sá út til, at Alpha­ beat fékk vind í seglini, gavst Anders í barnagarði­ num, og í fjørheyst fór Alphabeat til London,har tað av álvara eydnaðist bólkinum at fáa undanvind og gerast eitt stórt popp­ navn. Men Rúna, Esmar, Karl og Maria kunnu fegnast um, at Anders úr barnagarði­ num í Keypmannahavn nú kemur til Klaksvíkar sum heimsstjørna, so tey sleppa at hitta hann aftur. Bygdaleiðir spæla við á Summar Festivalinum Bygdaleiðir seta eyka bussar inn á farleiðini millum Havnina og Klaksvík um vikuskiftið. Nógv fólk atla sar á Summar Festival um vikuskiftið, og tað fyrireika Bygdaleiðir hjá Strandferðsluni seg eisini til. Bygdaleiðir eru klárar við eyka kapasiteti á leið 400 í sambandi við festivalin. Eyka bussar verða tokir til hesar túrar Hósdagin: Úr Tórshavn 18.20 og 20.00. Úr Klaksvík 24.00 Fríggjadagin: Allar seinnapartstúrarnar úr Tórshavn frá 13.50 at rokna. Úr Klaksvík 24.00. Leygardagin: Allir seinnapartstúrarnar úr Tórshavn frá 12.20 at rokna. Sunnumorgun úr Klaksvík Teitur Lassen er millum stórar heims­ stjørnur, ið eru við á net­útgávu, har sungið verður fyri Tibet. Sting og Alanis Morissette og mong onnur eru við tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo At stuðla Tibet er ein søk, sum alt fleiri taka undir við, og nú innan olymisku leikir­ nar er etta eisini sera aktu­ elt. Og nú er á tónleikasíðuni itunes komin ein útgáva, ið nevnist Songs for Tibet. Har hava stórar heims­ stjørnur givið sítt íkast, og eisini føroyski sangarin og sangskrivarin Teitur Lassen er við, saman við Tarira. Teitur tekur lut á Songs for Tibet við lagnum All My Mistakes. Umframt Teit, sum her er millum góð og kend fólk, eru nøkur av luttakandi nøvnunum Sting, Rush, John Mayer, Alanis Moris­ sette, Joan Armatrading, Jackson Brown, Ben Harper og onnur. Løgini á Songs for Tibet fáast á itunes.com Gingu í barnagarði hjá sangaranum í Alphabeat Rúna, Esmar, Karl og Maria kunnu fegnast um, at Anders úr barnagarðinum í Keypmannahavn nú kemur til Klaksvíkar sum heimsstjørna, so tey sleppa at hitta hann aftur Mynd: Høgni Thomsen Teitur og Sting syngja fyri Tibet