Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Teir eiga eina endaleysa røð av kendum sangum. Livin’ Next Door To Alice, Mexican Girl, Oh Carol, Needles And Pins, Lay Back In The Arms Of Someone, I’ll Meet You At Midnight og Boulevard Of Broken Dreams og so víðari – og so víðari. Tað er trupult at finna byrjan og enda, tá tað snýr seg um kendar sangir hjá Smokie. Bólkurin hevur meira enn 30 ár á baki, men teir eru í toppformi, nú teir koma aftur til Føroya at spæla. Fyri kortum vóru umboð fyri Summar Festivalin á festivali í Danmark, har Smokie spældi, og tað var hugtakandi. Teir spæla, sum var tað fyrsti og størsti kjansur, teir høvdu fingið, tað ljóðaði væl, teir sungu væl, og fólk kendu so at siga allar sangirnar hjá teimum. Smokie hevur havt sera nógvar fjepparar í Føroyum, og tað eru tiltiknar søgur um konsertina hjá bólkinum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tá ið fólk tystu til konsertina hjá teimum. Nú fáa mongu fjeppararnir hjá bólkinum so aftur møguleikan at hoyra teir syngja live á føroyskum palli. Á hitlista í summar Smokie hevur nógv ár á baki. Bólkurin gav fyrstu plátuna út í 1974, og longu í sjeytiárunum vunnu teir inn á bretska hitlistan. Smokie var eingin døgnfluga, og teir hildu fram at at skriva sangir, geva tónleik út og ferðast kring heimin til konsertir. Seinasta útgávan hjá Smokie kallast Eclipse, og hon er ein aukustisk endurinnspæling av gomlum sangum, sum fólk kenna væl. Hendan útgávan vann í summar inn á danska hitlistan og var inni á listanum í fleiri vikur. Enn ein staðfesting av, at fólk framvegis keypa tónleik hjá Smokie og fara á konsertir hjá teimum. Smokie er í dag mannað við hesum tónleikarum: Mike Craft (sang og gittar), Mick McConnell (gittar og sang), Terry Uttley (bass og sang), Steve Pinnell (trummur) og Martin Bullard (keyboards). Hittbólkurin fram um allar Smokie telist millum favorittbólkarnar hjá føroyingum, og tað verða uttan iva mong fólk, sum fara at leita á Vágsbø til eina rimmar syngið-við-konsert hóskvøldið Tað verður ein ordans syngið- við-konsert á Vágsbøi, tá ið Smokie fer á pallin hóskvøldið