Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 148 - 6. august 2008 - Vit eru øðrvísi enn onnur, og vit eru ikki bangin fyri at vísa tað. Summar Festivalurin og Sjómannadagurin eru tvey dømi um, at vit ikki eru kopi av nøkrum øðrum, og hesi bæði tiltøkini hava stóran týdning fyri býin, tí tey seta veruliga Klaksvík á kortið, sigur Kristian Fríðrik Olsen, virk- andi borgarstjóri FESTIVALUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Norðoyastevnan hevur áður verið tað tiltakið, sum hevur savnað mest fólk í Klaksvík. Men nú man nýggja tiltakið í býnum, Summar Festival­ urin, vera tann, sum dregur flest fólk norður til næst­ størsta bý í landinum. Í ár eru tiltøkini í fiski­ vinnu háborgini kortini um at verða vavd upp í ein vav­ greyt. Tey koma so, peu an peu. Summar Festivalur, síðani 100 ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu og at enda Sjómannadagurin. Tað slítur ikki ímillum. ­ Nú hava vit sum so ikki tað heilt stóra at gera við Summar Festivalin. Tað er eitt privat partafelag, sum skipar fyri honum. Tað ein­ asta, kommunan skal syrgja fyri, eru ytru karmarnar, sigur Kristian Fríðrik Olsen, ið virkar sum borgarstjóri, meðan Steinbjørn O. Jacob­ sen hevur summarfrí. Men treyðugt so er altíð eitt og annað at tríva í hjá kommunuarbeiðarunum. ­ Tað er serliga vega­ deildin og býargartnarin, sum hava nógv at gera hesar dagarnar upp undir festival­ in, við at fríðka um í býnum, so alt kann verða so snøgt og hugnaligt, sum til ber, nú vit fáa vitjan av so mong­ um festivalgestum, sigur Kristian Fríðrik Olsen. Annars hevur tað verið 100 ára haldið hjá Klaks­ víkar kommunu, sum hevur upptikið býráðið í serligan mun, og hetta haldið verður komandi vikuna. Býurin væl fyri Annars heldur virkandi borgarstjórin, at býurin er væl fyri at taka ímóti teim­ um mongu festivalgestu­ num. ­ Vit veita tekniska hjálp til tjaldøkið, og vit hava slættað eitt øki í miðbýnum til húsvagnar. Haraftrat hava vit valt at lata nýggja ringvegin upp, hóast hann ikki er heilt liðugur enn; hann vantar millum annað vegaskelti, men hann tekur so ein stóran part av trýsti­ num í ferðsluni, sigur Krist­ ian Fríðrik Olsen. Partar av vegakervinum í miðbýnum verða stongd, og tí verður neyðugt at um­ skipa busskoyringina nakað hesar dagarnar. Eisini Klaksvíkar Havn, sum mánadagin fekk nýggj­ an havnarstjóra, er til reiðar at taka ímóti mongu bátu­ num, ið plaga at koma á Summar Festivalin. ­ Bátafólkið heldur ógvu­ liga væl saman, og tey eru eitt fólkaslag fyri seg. Tey hugna sær óført umborð á bátunum og á festivalinum, liva mest sum sítt egna lív, sigur virkandi borgarstjórin í Klaksvík. Tað skuldi tískil alt verið klárt frá kommununnar síðu at taka ímóti festival­ gestunum, antin teir koma yvir land ella sjógv. Stóran týdning Fyri býin sjálvan hevur Summer Festivalurin stóran týdning. ­ Klaksvík verður veru­ liga sett á kortið í sambandi við festivalin, og tað hevur stóran týdning fyri okkum. Nógv verður tosað um, at vit kappast móti Havnini, men tað er ikki so, sigur Kristian Fríðrik Olsen. Hann vísir á, at Klaksvík var fyrst við ítróttarhøll og svimjihøll, og hetta verður ofta gjørt á royndarstigi, og tað kostar. Men hann sigur, at klaksvíkingar eru øðrvísi enn onnur og eru ikki bangnir fyri at vísa tað. ­ Vit eru ikki fjølrit av nøkrum øðrum. Tvørtur ímóti, so eru vit stoltir av at vera originalir, sigur virk­ andi borgarstjórin. Hann vísir á, hvussu nógv truplari tað er úti á bygd at fáa eitt tiltak at mæla runt. ­ Í Havnini nærmast svimja tey í pengum, har ber alt til. Uttan fyri høv­ uðsstaðin er straks truplari, men Summar Festivalurin hevur víst, at tað ber til, sigur Kristian Fríðrik Olsen. Og suksein hjá festivali­ num smittar eisini av á handilslívið í býnum. ­ Tá so nógv fólk koma til Klaksvíkar sigur tað seg næstan sjálvt, at nøkur oyru liggja eftir teimum, so eisini í so máta hevur festi­ valurin eina positiva ávirkan á býin, sigur Kristian Fríð­ rik Olsen, virkandi borgar­ stjóri í Klaksvík. Festivalurin stóran týdning fyri býin Kristian Fríðrik Olsen situr í borgarstjórastólinum í Klaksvík, meðan Steinbjørn O. Jacobsen er í summarfrí Mynd: Rógvi Nybo Oljuprísur fellur framvegis 118 dollarar er 30 dollarar minni, enn prísurin var fyri bara einum mánaði síðani og samstundis lægsti prísur teir seinastu tríggjar mánaðirnar, skrivar AP. Ein orsøk er, at framleiðslan hjá OPEC­ londunum veksdur støðugt, og harafturat minkar eftirspurningurin í USA. Serfrøðingar ávara kortini um, at illveðrið í Meksikanska Flógvanum kann fáa prísin at hækka aftur, men tað tykist, sum at oljupallarnir har sluppu undan tí ringasta.