mikudagur 6. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 6. august 2008
13
tíðindi
- Vit fegnast um,
at grundraksturin
er góður, og at
nettoinntøkurnar
eru øktar úr 133
miljónum krónum
fyrra hálvár í 2007
upp í 161 miljónir
krónur fyrra hálvár
í ár, sigur bankin,
sum heldur, at
búskaparligu útlitini
fyri Føroyar eru
góð, og at vit kunnu
rokna við einum
búskaparvøkstri í
2008 upp á eini 5%
Fíggjarheimur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú hálvársroknskapurin hjá
Føroya Banka er almanna
kunngjørdur í dag, sigur
bankin í tíðindaskrivi, at
grundraksturin hjá bankan
um er nógv batnaður fyrra
hálvár í 2008.
Fyri skatt, kursjavnan
og burturleggingar vóru
inntøkur bankans 83 mil
jónir krónur fyrra hálvár í
ár
samanborið
við
69
miljónir krónur sama tíð
arskeið í 2007. Eftir skatt,
kursjavnan og burturlegg
ingar
er
hálvársúrslitið
soleiðis 21 miljónir krónur
fyrra hálvár í ár samanborið
við 84 miljónir krónur sama
tíðarskeið í fjør.
Føroya Banki fegnast um,
at grundraksturin er góður,
og at nettorentuinntøkurnar
eru øktar úr 133 miljónum
krónum fyrra hálvár í 2007
upp í 161 miljónir krónur
fyrra
hálvár
í
2008.
Solvensur bankans er 18,2
prosent, ið er meira enn tví
falt so nógv sum minsta
kravið. Gjaldføri bankans
er eisini gott, 79 prosent
yvir minstakravið.
Føroya Banki ásannar
kortini, at hóast betri grund
rakstur, er avlopið fyrra
hálvár í 2008 ikki eins stórt
og fyrra hálvár í 2007.
Hetta kemst í høvuðs
heitum av einum kurstapi á
39 miljónir krónur upp á
virðisbrøv fyrra hálvár í ár
samanborið við ein kurs
vinning á 11 miljónir krón
ur sama tíðarskeið fjør.
Eisini hevur bankin burtur
lagt 18 miljónir krónur
fyrra hálvár í ár, meðan
talan var um eina afturføring
somu tíð í fjør upp á 22
miljónir krónur.
Forstjórin
í
Føroya
Banka,
Janus
Petersen,
sigur, at tey eru væl nøgd
við, at bankin fyrra hálvár í
ár hevur megnað at hava
eitt gott avlop – og at hildið
er fast um útlitini fyri árið
annars.
Vit hava valt at hava
stórt gjaldføri, sum er sett í
virðisbrøv. Fyrra hálvár, tá
órógv var á virðisbræva
marknaðunum, hevði bank
in tí eitt lutfalsliga stórt
kurstap, men hesi kurstap
eru sambærlig við gongdina
á virðisbrævamarknaðun
um, leggur hann aftrat.
Góð spjaðing
Føroya Banki sigur í tíð
indaskrivinum,
at
stórur
dentur hevur verið lagdur á
at hava góð útlán, eins og at
útlán
bankans
eru
væl
spjødd, sum tikið verður til.
Tá fyrra hálvár í ár
endaði,
stóð
eingin
vinnugrein fyri meira enn
10% av útlánum bankans.
Størstu útlán bankans,
sum eru til fiskivinnuna,
minkaðu fyrra hálvár við
3%.
Fiskivinnan stendur nú
fyri 10% av útlánum bank
ans. Hetta merkir sam
stundis, at útlán til aðra
vinnu eru vaksandi.
Tilsamans 49% av út
lánunum hjá Føroya Banka
eru vinnulán – og 46% eru
privatlán, harav út við 80%
eru bústaðarlán. Bankin
metir, at hóast ein ávís lækk
ing hevur verið í bústað
arprísunum í 2008, eru hesi
lán góð.
At enda eru seinastu 5%
av útlánunum hjá bankanum
til tað almenna.
Út-og innlán
Útlánini hjá Føroya Banka
vóru 30. juni í ár tilsamans
7,7 miljardir krónur sam
anborið við 7,5 miljardir
krónur við ársbyrjan 2008.
Útlánini øktust soleiðis við
216 miljónum krónum.
Innlánini vóru 5,6 mil
jardir krónur fyrra hálvár í
ár samanborið við 5,5 mil
jardir krónur við ársbyrjan.
Hálvárið 2007 vóru inn
lánini 4,8 miljardir krónur,
og seinasta árið eru inn
lánini økt við 725 miljónum
krónum.
Eginpeningurin í Føroya
Banka er nú 1.364 miljónir
krónur
samanborið
við
1.345 miljónir krónur við
ársbyrjan.
Fíggjarjavnin er 9,6 mil
jardir krónur.
Útlitini
Føroya Banki metti við
ársbyrjan, at úrslitið í 2008
fyri skatt og virðisjavnan
fór at gerast millum 165 og
185 miljónir krónur, og
bankin heldur fast við við
hesa meting.
Vit vænta, at rentuinn
tøkurnar fara at vaksa við
millum 12 og 18% í 2008.
Hetta er størri vøkstur enn
væntað í ársfrágreiðingini
frá 2007. Økti vøksturin
stendst í høvuðsheitum av
vøkstri í útlánum og eini
væntan um bøttan rentu
marginal seinna hálvár.
Samanumtikið
metir
Føroya Banki, at búskap
arligu útlitini fyri Føroyar
góð, og at vit kunnu vænta
við einum búskaparvøkstri
í ár upp á eini 5%.
21 miljónir krónur í avlopi
Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sigur, at tey eru væl nøgd við, at bankin fyrra hálvár í
ár hevur megnað at hava eitt gott avlop – og at hildið er fast um útlitini fyri árið annars