mikudagur 6. august 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Føroyska
songkvinnan
Linda Andrews
hevur sungið kór
hjá óteljandi kendum
sangarum, men hon
dugir sanniliga eisini sum
solistur, og á Summar
Festivalinum fer hon at
bjóða eina rimmar framførslu
við góðum gospeltónleiki
Carola, James Sampson, Johnny Logan, Soap, Blå Øjne,
Guðrun Sólja, A-Teens og nógv fleiri hava havt gleðina av
at hava Lindu Andrews sum kórsangara.
Føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Danmark, er
ein nógv umbiðin kórsangari, og hon hevur framført til bæði
Danish Music Awards og Grand Prix.
Sum solistur er Linda Andrews ein rættiliga gospel-diva.
Hon er solistur til konsertir og tiltøk, og hon ferðast eisini runt
í Danmark at hava workshop í gospelsangi.
Linda Andrews roynir seg nú eisini við einari fløguútgávu,
sum kallast Revelation, og tá hon fer á pallin á Summar
Festivalinum, verður tað við einum væl spælandi bólki í
rygginum og frálíkum sangum á skránni.
Dømi um tónleikin hjá Lindu Andrews kunnu hoyrast á hennara myspace-síðu.
Føroysk gospel-diva
Linda Andrews er
gospelsongkvinna
í serflokki
Faroe 5 er meira
enn bara eitt spæl,
og gentubólkurin
er nú av álvara
til reiðar at stíga
inn á føroyska
tónleikapallin
við framførslu til
landsins størsta
tónleikatiltak
Føroyingar hava havt møguleikan
at fylgja við, meðan nýggjur
gentubólkur í ár varð settur
saman. Upptøkuroyndir vóru til
gentubólkin fyrr í ár, og nógvar
evnaríkar føroyskar gentur hildu
seg fram at. Fimm gentur vórðu
valdar burtur úr rúgvuni, og tær
gjørdust til bólkin Faroe 5.
Fyrsta tónleikaliga útspælið
frá Faroe 5 hevur givið bólkinum
gjøgnumbrotið, sum tað næstan
ikki slapst undan, tá ið hugsað
verður um, hvørjir mennirnar eru,
ið stílað fyri. Kári Jacobsen og
Eyðfinn Jensen hava áður arbeitt
saman um tónleik, og tað hevur
riggað stak væl.
Tað gjørdi tað eisini hesaferð,
og sangurin Bara 1 spæl er blivin
eitt søtt summarhitt í Føroyum.
Tær fimm poppdiddurnar hava
havt onkra einstaka framførslu
higartil, men á Summar
Festivalinum fáa tær veruliga
møguleikan at spæla fyri einari
stórari áhoyrarafjøld, nú fólk
eisini kenna teirra tónleik.
Tær fimm í Faroe 5 eru Jónvá
Ellingsgaard, Lillian Dalsgaard,
Asta Højgaard, Ragnhild Dam og
Vígdis Fjallstein.
Nýggjar poppstjørnur
u u u u u u u u