mikudagur 6. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 148 - 6. august 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
AB, 07 Vestur og
VB/Sumba eru ájøvn
í stigum í oddanum
av næstbestu deild
ini. Vágamenn taptu
óvæntað í Leirvík,
og við sigrinum í
Runavík eru argja
menn nú fremstir
1. deild
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað er púra javnt í oddanum
av næstbestu deildini. AB,
07 Vestur og VB/Sumba
hava øll 37 stig, nú 16.
umfør varð avgreitt í gjár.
Hesi liðini fáa lítla kapping
frá teimum seks eykalið
unum í deildini, og tað kann
væntast, at TB kann fáa
avgerandi
leiklut
í
oddastríðnum.
Leikdagurin í gjár var tó
aftur dømi um, at næstbestu
liðini kunnu hóttu tey stóru
í deildini. AB vann við bit
og slit í Runavík, meðan 07
Vestur noyddust stigaleysir
heim úr Leirvík.
AB bjóðar av
Argjamenn hava seinastu
vikurnar otað seg nærri
oddanum, og í gjár var
seinasta takið tikið fyri at
røkka ovasta tindinum. Við
sigursmálið í seinastu løtu
tryggaði AB sær øll stigini,
tá teir vitjaðu hjá teimum
næstbestu í Runavík. Tað
var somuleiðis fimtu ferð
upp í slag, at niðurflytararnir
fingu fult.
Allan Mørkøre, venjari,
hevur fyrr á árinum skýrt
unga Trónd Sigurðsson at
vera ein hin vandamiklasti
framherjin í føroyskum fót
bólti. Tað prógvaði Sigurðs
son, sum hevur sín upprunað
í HB, aftur í gjár. NSÍ var á
odda, tá tveir minuttir
restaðu av dystinum. Við
sínum
seinna
máli
í
dystinum fekk hann javnvág
í, áðrenn Rói Danielsen
stútaði sigursmálið í tíðini,
sum dómarin hevði lagt
aftrat. Málini hjá NSÍ stóðu
Klæmint A. Olsen og Dejan
Stoikovic fyri.
Skráin hjá AB í seinastu
hevur ljóða á trý eykalið.
Komandi
vikurnar
bíða
næstbestu liðini hjá B68,
KÍ og EB/Streymi, og tað
er krav hjá argjamonnum,
at teir fáa fult í øllum
dystunum.
Taptu óvæntað
07 Vestur vann sær tíðliga á
kappingarárinum
pláss
millum fremstu liðini. Men
frálíka gongdin, har liðið
var ósigrað í seinastu átta
dystunum, fekk ein óvænt
aðan enda í gjár. Vágamenn
fingu einki við sær úr
Leirvík.
Uppflytararnir úr Víkingi
hava higartil staðið seg best
av eykaliðunum í næstbestu
deildini. Gestirnir vóru tí
væl vitandi um, at talan ikki
gjørdist um lætta uppgávu.
Per Jacobsen fekk eftir
hálvum tíma skumpað bólt
in
seinasta
pettið
um
málstrikuna. Løtu seinni
stútaði miðvallarin Gunnar
Haraldsen hjá vágamonnum
í málið eftir hornaspark.
Sigursmálið kom í fyrsta
minuttinum eftir hvíldina,
tá Bárður Hansen var ótrýst
ur í brotsteiginum, tá hann
sendi framvið málverjanum.
07 Vestur royndi at trýsta
seinastu løtuna, men uttan
at gera stórvegis burturúr.
Javnt í Gundadali
B68 stríðist í løtuni fyri
sætinum í bæði bestu og
næstbestu deildini. Súni
Fríði Barbá er venjari hjá
eykaliðnum, og málrevurin
tryggjaði sínum monnum
eitt stig í Gundadali í gjár.
Veteranurin
og
leikandi
venjarin stóð fyri útjavnandi
málinum ímóti HB, sum
varð
skotið
í
seinna
hálvleiki.
Heimaliðið var á odda í
hálvleikinum við máli, sum
unglingaspælarin
Torkil
Kollsker skoraði.
Bæði HB og B68 hava
sera torførar uppgávur um
vikuskiftið. Teir reyðu og
svørtu vitja í Vágunum, har
07 Vestur tekur ímóti,
meðan toftamenn vitja á
Argjum.
Málleyst
EB/Streymur hevur lagt
rygg til fleiri stórtap í
hesum
kappingarárinum.
Liðið er eisini botnproppur
í deildini, og ein sigur hevði
verið kærkomin, tá teir í
gjár vitjaðu KÍ, sum liggur
á áttanda plássinum. Hóast
bæði liðini høvdu møgu
leika at avgera dystin, so
kom einki mál í Klaksvík.
Púra javnt í oddinum
NSÍ – AB 2-3 (0-1)
0-1: Tróndur Sigurðsson
1-1: Klæmint A. Olsen
2-1: Dejan Stoikovic
2-2: Tróndur Sigurðsson
2-3: Rói Danielsen
Víkingur – 07 Vestur 2-1 (1-1
1-0: Per Jacobsen
1-1: Gunnar Haraldsen
2-1: Bárður Hansen
HB – B68 1-1 (1-0)
1-0: Torkil Kollsker
1-1: Súni Fríði Barbá
KÍ – EB/Streymur 0-0
Úrslit í 1. Deild
VB/Sumba og TB spældu fimta dystin
undan summarsteðginum.
Tann dystin vann VB/Sumba við 1-0.
AB – B68
KÍ – TB
07 Vestur – HB
Víkingur – NSÍ
EB/Streymur – VB/Sumba
Komandi umfar,
leygardagin 9. august
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 EB/S
15
10
-
2
-
3
30
17
13
32
2 NSÍ
15
8
-
3
-
4
23
17
6
27
3 HB
15
7
-
4
-
4
29
12
17
25
4 Víkingur
15
7
-
3
-
5
25
17
8
24
5 B36
15
6
-
6
-
3
18
12
6
24
6 ÍF
15
6
-
2
-
7
19
25
-6
20
7 KÍ
15
4
-
5
-
6
18
23
-5
17
8 B71
15
4
-
2
-
9
17
26
-9
14
9 B68
15
4
-
2
-
9
9
27
-18
14
10 Skála
15
2
-
5
-
8
11
23
-12
11
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 AB
16
12
-
1
-
3
61
20
41
37
2 07 Vestur
16
12
-
1
-
3
64
24
40
37
3 VB/S
16
12
-
1
-
3
40
15
25
37
4 TB
16
9
-
2
-
5
43
15
28
29
5 Víkingur
16
6
-
3
-
7
22
40
-18
21
6 HB
15
4
-
5
-
6
21
23
-2
17
7 KÍ
16
4
-
2
-
9
19
47
-28
14
8 NSÍ
15
3
-
4
-
8
30
43
-13
13
9 B68
16
3
-
2
-
11
21
44
-23
11
10 EB/S
16
3
-
1
-
12
13
62
-49
10
Rói Danielsen gjørdi
sigursmálið í Runavík
í seinastu løtuni, og
sendi AB á oddasessin í
næstbestu deildini