Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Rósandi orðini um tey fáa ongan enda. Tey áttu eitt skifti í februar mest sædda sangin á YouTube. Enskt tónleikarit kallar bólkin fyri besta skandinaviska bólkin síðani ABBA. Spice Girls hava ligið á knøu­ num fyri teimum. Og MTV roknar við, at tey í ár gerast eitt av stóru nøvnunum í europeiskum popp­ tónleiki. Danski bólkurin Alphabeat er farin frá einum sigri til annan seinasta árið, og eftir eina sera væl eydnaða útgávu og konsertferð í Onglandi, tykist mest sum púra greitt, at tað stóra gjøgnumbrotið er komið Alphabeat er blivin víðagitin fyri sín lætta og glaða popptónleik, og á pallinum eru tey framúr. ­ Alphabeat er poppur, soleiðis sum poppur plagdi at ljóða. Ordiligur poppur. Onkur hevur samanlíknað okkum við ABBA, og tað eru vit fegin um. Abba Alphabeat fekk virðis­ lønir Alphabeat vann tvær virðislønir á seinasta Danish Music Awards. Á hesum tiltaki heiðrar danski tónleikaídnaðurin teimum bestu í árinum, og millum tey, sum fingu virðislønir, vóru poppbólkurin Aplphabeat. Alphabeat vann DMA­virðisløn fyri bestu poppútgávu og fyri størsta hittið í farna ári. Tað var sangurin 10.000 Nights Of Thunder, sum tryggjaði Alphabeat hesa virðislønina. Meistaraverk frá Alphabeat Alphabeat leggur nógv fyri í royndini at vinna fram í Bretland, og í bólkurin hevur givið sína fyrstu fløgu út í Onglandi í summar. Hetta er ein dagførd útgáva av fyrstu fløguni hjá Alphabeat, sum áður hevur selt stórt í Norðurlondum. Ummælini frá ensku miðlum hava verið framúr góð, og eitt av bløðunum, sum hálovar útgávuni hjá Alphabeat, er The Observer The Observer heldur, at onkur fólk vilja skýra tónleikin hjá Alphabeat fyri vanligan lættisoppa, men soleiðis er als ikki. Ummælarin heldur, at røddirnar hjá báðum sangarunum í bólkinum eru í einum heilt øðrum flokki, og komandi útgávuna hjá Alphabeat kallar ummælarin fyri eitt nútímans poppmeistaraverk. Alphabeat fekk fimm stjørnur frá The Observer. Tá ið heimskendi enski diddu­ bólkurin Spice Girls í fjør gjørdi comeback og fór á heimsturné, var bólkurin Alphabeat spurdur, um tey vildu hita upp fyri Spice Girls til 17 konsertir í O2 Arena í London. Men sambært enska blaðnum The Sun, søgdu tey í Alphabeat nei takk til tilboðið, sum nógvir bólkar bert kunnu droyma um at fáa. ­ Spice Girls var ein veitsla, sum var fyri 10 árum síðani, og Søgdu nei til Alphabeat bjóðar til Lagt er upp til eitt brak, tá ið rúkandi heiti poppbólkurin Alphabeat fer at spæla Summar Festivalinum. Viður­ kent enskt tónleikarit kallar bólkin fyri besta skandinaviska bólkin síðani ABBA Anders SG er framúr sum annar av sangarunum í Alphabeat