Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 148 - 6. august 2008 ] Í morgun fór før­ oys­ka lands­liðið í ís­lands­ríðing í eldin. Tá byrjaði Norðurlanda­ meis­taras­kapið 2008, Seljord, Noreg av álvara RÍÐING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Spenningurin var í hásæti, tá kappingin varð sett kl 9.00 í morgun. Føroyska liðið er væl fyrireika og fyri fyrstu ferð umboðað við heili sjey luttakarum á egnum rossum. Tað boð­ ar føroyska landsliðið í íslandsríðing frá í tíðinda­ skrivi, sent miðlunum seinnapartin í gjár. Mánadagin var djóra­ læknakanningin, ið ross­ ini skulu megna, uttan nakra viðmerking, fyri at sleppa at kappast. Skógva­ kanningin var sunnudagin og tað gekk væl hjá lið­ num. Tíð er sett av til øll liðini á kappingarvøllu­ num og á venjingarvøllu­ num. Ì gjár var endaliga venjingin áðrenn kapping­ in byrjar. Føroyska liðið havt umleið ein hálvan tíma at venja á høvðus­ vøllinum hvønn dag. Byrjaðu í morgun Veðrið hevur verið sera gott og hitin øgiligur – millum 28­30 stig. Men nú kappingin byrjar er hit­ in niður á umleið 14 stig og er hetta bert til fyrimun fyri rossini. Tey, ið fyrst fóru á ban­ an í dag vóru hesi: í fjór­ gongd, har tey vísa arbeiðstølt, trav, tvísspor, fet og skjótt tølt byrjar Elin Tindskarð á Marel frá Feti. Síðani kemur Napoleon Falkvard Joen­ sen á Mörðuri frá Miðhjá­ leigu. Í hesari grein eru 27 luttakarar. Seinni í dag skuldi Vinj­ ar Falkvard Joensen kapp­ ast á Vörður frá Efri­ Rauðalæk í fjórgongd fyri ungríðarar. Har kapp­ ast 11 luttakarar. Síðsta greinin føroying­ ar kappast í í dag er skeið. Her skulu Heri Djurhuus Dahl á Leiknir frá Stóru­ Ásgeirsá og Jóanis í Hoy­ garðinum á Heklugígur frá Langholti kappast við 18 aðrar luttakarar. Stórar vónir eru til Kristfríð Dam Jacobsen á Drotning frá Leirubakka. Tær skulu ikki kappast fyrr enn hósdagin. Við í tí bólkinum er Poli Joensen á Mørður frá Miðhjálegu. Hesin hesturin hevur eisi­ ni góðar eginleikar. Tey kappast í tølt. Her skulu tey vísa eina síðu spaku­ ligt tølt, síðani vísa ferða­ økingar og at enda ein umgang skjótt tølt. Hildur á Plógv skal kappast á Rasmes móti unglingaríðarum úr øðr­ um norðanlondum. 57 mans­ og s­eks­ kvinnur s­kiftu feløg í juli, og ikki allar hes­ar flytingar hava verið s­o nógv umrøddar. Millum annað er nigeriumaðurin Ike s­kiftur frá NSÌ til AB FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fótbóltssambandið hevur lagt eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar leikaraflytingar­ nar, sum vórðu framdar í julimánað út á heimasíðu sína. Og við at telja kann staðfestast, at 63 flytingar vóru framdar. 57 mans og seks kvinnur skiftu feløg. Mest umrøddu flytingar­ nar hava vit hoyrt um: Jákup á Borg frá HB til B36, Rógvi Jacobsen frá Hødd til KÍ og Súni Olsen úr Viborg til B36. So eru eisini aðrar flytingar, ið min­ ni hevur verið at hoyrt um. Millum annað, at gamli HB málverjin Bárður Johanne­ sen hevur flutt sítt loyvi frá EB/Streymi til HB, og at AB málverjin Magnus Poul­ sen hevur flutt sítt loyvi frá AB til EB/Streym. Ike til AB Eisini eru aðrar leikaraflyt­ ingar, ið vekja ans. Serliga at Ikechuckwu Onyema – ella bara Ike – sum kom til NSÍ í 2004, hevur skift til AB í summarsteðginum. Ikechuckwu Onyema kom til NSÍ til seinnu hálvu í kappingarárinum 2004. Tað ljóðaði lovandi tá hann kom, tí maðurin hevði spælt tveir dystir á U21­landslið­ num hjá Nigeria og tveir dystir hjá U23­landsliðnum, har hann eisini hevði gjørt tvey mál. Og tað byrjaði eisini væl, tí í teimum sjey dystunum, Ike spældi í 2004, gjørdi hann fýra mál. Kappingarárið 2005 spæl­ di hann eisini við NSÍ, men síðani hevur ikki verið nógv at hoyrt til mannin, sum fór av landinum. Spæliloyvið hevur tó allatíðina ligið í NSÍ, men sum skilst hevur Ike spælt nakað av fótbólti í heimlandinum. Nú er Ike aftur í Føroyum. Stóran part av árinum í ár hevur hann nú vant á Argj­ um, og nú er spæliloyvið eisini flutt úr Runavík til Argir. Enn vantar tó nakað av pappírsarbeiði – arbeiðs­ loyvi og annað skilst – áðr­ enn Ike er tøkur hjá AB. Av Argjum lata tey bara væl at avrikunum hjá nig­ eriumanninum undir venj­ ing, og rokna tey við, at hann kann vera eitt fínt íkast til hópin, sum nú hev­ ur vunnið sær fremsta sess­ in í 1. deild. Nagy til Ungarn Eitt annað áhugavert skifti er, at Tamas Nagy er farin aftur til heimlandið. Nagy spældi við B36 fyrru hálvu, men er farin aftur til Ung­ arn. Spæliloyvið tók maður­ in við sær, og tað liggur nú hjá einum felag, ið eitur REAC Sport KFT. Í Klaksvík hava tey styrkt um álopið við Rógva Jacob­ sen. Men ein annar maður hevur eisini flutt leikara­ loyvið heim í summar. Hes­ in er Erling Fles, sum eisini spældi ein dyst við KÍ fyri summarsteðgin. Hann lesur annars niðri og er toppskjútti hjá ÍF Føroyum. Ríða NM í morgun Seinast Ike var í Føroyum spældi hann við NSÍ. Nú er leikaraloyvi hansara flutt til AB Savnsmynd 63 leikarar fluttu í juli AaB nærri teimum stóru Vónin hjá øllum meistaraliðum er at sleppa upp í part í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini. Danska AaB hevur eina ferð luttikið í hesi kappingini, og vánirnar fyri, at tað aftur skal eydnast hesa ferð, minkaðu ikki í gjárkvøldið. Lutakastið hevur lagað tað soleiðis, at AaB skal spæla ímóti samantalda vinnaranum í uppgerðini millum litaviska Kaunas og Glasgow Rangers. Skotska liðið varð mett at vera favorittur og tann størra forðingin hjá AaB. Í gjárkvøldið varð tað greitt, at tað verður Kaunas, sum AaB skal spæla ímóti. Fyri viku síðani endaði dysturin í Glasgow málleysur. Í gjárkvøldið vann Kaunas 2­1 á heimavølli, og harvið er tað greitt, at tað verður litaviska liðið, sum skal spæla ímóti AaB. AaB verður ikki liðugt í 2. innleiðandi umfari fyrrenn í kvøld. Men tað skal ganga verri enn illa niðri í Bosnia, um tað ikki skal eydnast AaB at spæla seg víðari. Á heimavølli vann AaB 5­0 á Modica. Brann vann seg víðari Eitt annað norðurlendskt lið hevur spælt seg í 3. innleiðandi umfarið. Tað er Brann úr Bergen, sum í gjárkvøldið tapti 2­1 á útivølli móti Ventspils úr Letlandi. Á heimavølli hevði norska liðið vunnið 1­0. Brann minkaði beinanvegin í 2. hálvleiki í gjárkvøldið um munin til 2­1, og útivallarmálið gjørdi av, at tað verður Brann sum skal spæla í 3. innleiðandi umfari. Tá verður mótstøðan ivaleysa stór, tí Brann skal spæla ímóti franska Olympique de Marseille. Í kvøld fer svenska meistaraliðið IFK Goteborg at spæla á útivølli ímóti Basel. Í Goteborg var úrslitið 1­1.