mikudagur 6. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Í góðum formi
Alphabeat hevur spælt sera nógv live seinasta árið. Bólkurin hevur verið á drúgvari konsertferð
í Bretlandi, og tey hava eisini verið heima í Danmark og spælt til stór tiltøk – millum annað
Roskilde Festivalin herfyri.
Danska tónleikatíðarritið Gaffa skrivar um framførsluna, at fólkini í stúgvandi fulla tjaldinum,
har Alphabeat spældi, larmaðu so illa, at tað í løtum var trupult at hoyra tónleikin. Bólkurin
skapti enn eina ferð eina rimmar veitslu við sínari framførslu, og sterkasta vápnið hjá bólkinum
er sambært Gaffa teir løttu og framúr íoyrafallandi sangirnir.
Ummælarin hjá Gaffa skrivar, at hann nakrar ferðir kjakast við sínar starvsfelagar, um
Alphabeat bert klárar at skapa eitt hitt ella tvey, og so eru tey liðug, men hann heldur, at eftir
hesa framførlsuna, so er hann als ikki í iva um, at Alphabeat eigur nógv hitt afturat.
- Alphabeat endaði veitsluna við risahittinum Fascination, og tey blivu doyvd av tí ekstatisku
áhoyrarafjøldini. Tað er nakað av einari viðurkenning frá eini áhoyrafjøld, sum er kræsin.
Vaksandi altjóða succesin hjá Alphabeat er væl uppiborin, skrivar Gaffa í sínum ummæli.
Skrivaðu
søgu
Poppbólkurin Alphabeat gongur
sigursgongd í Bretlandi, har nýggja
útgávan hjá bólkinum streyk inn á topp
10. Seinastu 50 árini er tað bara tvær
ferðir áður eydnast einum donskum
bólki at koma inn um topp 10 á bretska
hitlistanum. Fyrru ferð vóru Nina &
Frederik í 1960, og seinnu ferð vóru tað
Aqua í 1997. Og fyrr í ár tók Alphabeat
stóra stigið á bretska hitlistanum.
Alphabeat er ein nýggj veitsla.
Tí vil bólkurin ikki setast í bás
saman við Spice Girls, segði eitt
umboð fyri Copenhagen Records
við Gaffa.
Men møguliga kunnu tey í
Alphabeat nú sleppa at heilsa
upp á ein av sangarunum í
Spice Girls. Melanie C spælir
nevniliga eisini á Summar
Festivalinum í ár.
Spice Girls
ársins poppveitslu
skrivað nógv framúr góð løg, og tað
royna vit eisini, sigur songkvinnan Stine
Bramsen.
Gingið støðugt framá
Tað eru liðin seks ár, síðani Alphabeat varð
stovnað. Tónleikararnir í bólkinum hittust
á studentaskúla, og tá teir manglaðu ein
kórsangara, varð Stine Bramsen tikin
við í bólkinum. Seinni gjørdist hon tó til
forsangara saman við Anders SG.
Í 2005 Alphabeat plátusáttmála í Dan-
mark, og fyrsta útgávan hjá teimum var
sera væl móttkin, tá ið hon kom út í 2007.
Útgávan hjá teimum hevði eisini við sær,
at boð vóru eftir bólkinum í útlandinum,
og síðani á heysti í fjør hava tónleikararnir
í Alphabeat búð í London, so tey hava
kunnað lagt alla orku í at fáa gjøgnumbrot
í Bretlandi.
Og tað hevur gingið væl. Bólkurin hevur
verið á drúgvari konsertferð, og skal aftur
kring Bretland og Europa annars at spæla
í heyst. Í juni mánaði kom fyrsta útgávan
hjá Alphabeat í Onglandi, og hon fekk
framúr góð ummæli og klatraði upp á
tónatindarnar.
Skapa gott lag
Alphabeat hevur ferðast víða við sínum
tónleiki seinasta árið, og allastaðni, har tey
spæla, er ein felagsnevnari fyri ummælini.
Alphabeat skapar gleði, smíl og veitslulag
rundan um seg.
Tónleikurin hjá teimum er glaður og
lættur popptónleikur, men ikki av tí slag-
num, sum fólk verða troytt av. Sangirnir
halda allan vegin, og dygdin er so stór, at
ummælarar halda, at Alphabeat skapar
nakað av tí besta popptónleikinum, sum
finnist í Europa í løtuni.
Og hetta sleppa føroyingar at uppliva, tá
ið Alphabeat leygarkvøldið fer at spæla til
ársins poppveitslu í Føroyum.
Ein av mest spennandi nøvnunum í
europeiskum popptónleiki í løtuni er
Alphabeat, og tey eru rúkandi heit,
nú tey koma til Føroya at spæla
- Onkur hevur samanlíknað okkum
við ABBA, og tað eru vit fegin um.
ABBA skrivaði nógv framúr góð
løg, og tað royna vit eisini, sigur
songkvinnan Stine Bramsen