mikudagur 6. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 148 - 6. august 2008 ]
Kurt tapti stórt
Elnesvågen/O, við Kurt Mørkøre á odda, stríðist í løtuni
fyri at vinna sær sætið í triðbestu norsku deildini. Liðið
misti tó týðandi fet í gjár, tá teir taptu stórt móti
oddaliðnum. Eykaliðið hjá Molde staðfesti dyggiliga
oddasessin, tá teir vitjaðu á Elnesvågen Stadion. Gestirnir
vunnu sannførandi við 6-0. Elnesvågen er tó framvegis á
fjórða plássinum við 21 stigum, við tólv stigum til
oddaliðið. Træff er nummar tvey við 28 stigum.
Einki tilboð frá Superliguni
Christian Lamhauge Holst var í gjár kunngjørdur sum nýggjur Silkeborg-
leikari. Gitingar hava verið, hvar framtíðin hjá føroyska
landsliðsleikaranum var, har søgur hava verið um áhuga úr bestu deildini.
Men Holst staðfestir, at at so var ikki. – Prátini, sum eg havi havt við
Superligu-lið, vóru ikki ítøkulig. Eg kund hugsa mær at fingið framtíðina
upp á pláss sum skjótast, og eg metti, at Silkeborg hevði nógv áhugavert
at bjóða mær, sigur Christian Lamhauge Holst, sum skiftir til Silkeborg, tá
sáttmáli hansara við Lyngby gongur út um jólini.
Hetjan úr Beograd