Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 148 - 6. august 2008 hesaferð Klaksvík 11. partur Í dag koma vit við enn einum parti í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«. Vit eru nú komin til Klaksvíkar, sum hesa vikuna er karmur um Summar Festivalin. Bert við at flyta seg eitt lítið sindur frá festivalplássinum, møta hesar sjónir gestunum. Við slíkum myndum kann vera torført hjá kommununi at fáa slagorðið »Reinur og fríður Klaksvíkar býur« at ganga upp í eina hægri eind. Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyrr í ár hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru myndir av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var frá Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit myndir av Oyrabakka, frá Norðskála og úr Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda kommunu. Næstseinast vóru vit í teimum tveimum bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, og seinast otaðu vit okkum til norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv og yvir um til Funnings, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu. Sum áður nevnt eru vit í dag í Klaksvík, sum hesa vikuna er vertur fyri Summarfestivalinum. Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt Heimsins reinasta Reinur og fríður Klaksvíkar býur