Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Seinasta útgáva hansara er meira enn 15 ára gomul, og framførslurnar hava sjáldan ver­ ið nógvar í tali. Kortini man Kári P vera ein tann fólkakærasti sang­ arin, sum føroy­ ingar hava. Og lítil ivi er um, at fjøldin fer at syngja við, tá Villar Víddir, Kallikatt og kanska eisini Gull­ kálvurin fara at ljóma á Vágsbøi Sum tóna- og orðasmiðjur hevur hann verið ígjøgnum at kalla alla menningarlæruna. Ballingarsangirnar við Debes og Petersen høvdu á sín hátt sín sorgleysa dám, ið aloftast hoyrir ungdóminum til. Sum einstaklingur skapti hann sær heiti sum samfelagsrevsari, tá vælferðarvísur vórðu sendar á marknaðin í 1979. Hetta heitið hekk eisini við, tá Hinumegin Ringvegin varð send út 12 ár seinni, men í nógvar mátar var tónleikurin og skaldskapurin tá lyft á eitt heilt annað støði. Orðini vóru í nógvum førum meira hugleiðandi við einum farra av vísdómi, og hugburðurin handan orðini kanska ikki longur eins bastantur. Meira enn nakað, so var tónleikurin tó framvegis fólksligur. Smíðaður við serstaka háttalagnum, sum bert ein veruligur fólkasangur í orðsins sanna týdningi megnar tað. Hóast nøkur av løgunum og orðunum eru lænt frá donskum, íslendskum og svenskum skaldskapi, so er hamurin framvegis so serligur fyri Kára P. Og gjarna við nýbrótandi orðasmíði aftanfyri. Eitt nú tá hann smíðaði føroyska orðið fyri nostalgi – afturhvarv. Ella tá hann so meistarliga navngav eina sangin Andvera. Hetta sum ein andsøgn til tað at vera. Lítið á palli Eins fólkakærur, sum tónleikur hansara hevur verið. Næstan eins lítið hevur Kári P verið at sæð sum entertainari. Seinnu árini hevur talan verið um onkrar einstakar framførslur í Keypmannahavn, umframt at hann eisini var partur av konsert í Norðurlandahúsinum, har peningurin fór til vælgerandi endamál. Leygarkvøldið verður hann tó stóra føroyska navnið á Summar Festivalinum – landsins størsta tónleikatiltakið. Og á einum festivali, har fólksligur og sangbærur tónleikur vanliga verður settir í fokus, ber væl illa til at ímynda sær eitt betri navn enn júst Kára P, sum nú tekur stóra stigið inn í føroyska festivalsummarið. Fólkakæri vísusangarin tekur stóra stigið Hóast stóru verkinin bara eru tvey í tali, so munnu fá ivast í, at Kári P er ein tann fremsti tóna­ og orðasmiðjurin, sum føroyingar eiga. Leygarkvøldið sleppur hann at fanga fjøldina á Vágsbøi í Klaksvík