mikudagur 6. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 148 - 6. august 2008
Ein maður, sum fekk
eitt ólógligt byggi
loyvi frá Klaksvíkar
Býráði, sleppur
undan at ríva húsini
niður aftur, men
Klaksvíkar Býráð og
innlendismálaráðið
skulu betala 160.000
krónur fyri at hava
givið og góðkent eitt
ólógligt byggiloyvi
Byggiloyvi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Er tað nakar, sum dróg and
an lættan á miðdegi í gjár,
er tað eitt ungt par í Klaks
vík. Tey sleppa nevniliga
frá at ríva síni spildurnýggj
sethús niður.
Á miðdegi í gjár feldi Før
oya rættur dóm í einum tí
drúgvasta byggimálinum í
manna minni.
Talan er um eini nýggj
hús, sum eru bygd í einum
gomlum
bústaðarøki
í
Klaksvík.
Men grannarnir kærdu, tí
teir mettu, at tað var ólógligt
av Klaksvíkar Býráðið at
geva byggiloyvið til húsini,
tí grundstykkið var ov lítið
eftir byggissamtyktini og
húsini ov stór.
Málið hevur verið alla
mylnuna ígjøgnum, tí tað
varð kært bæði til Klaks
víkar Býráð, til Løgtingsins
Umboðsmann og til Lands
stýrið.
Men onki hjálpti, tí Klaks
víkar Býráð stóð við sítt og
Landsstýrið endaði eisini
við at góðtaka byggiloyvið.
Síðani endaði málið í Før
oya Rætti, har málið varð
viðgjørt í samfullar tveir
dagar.
Og á miðdegi í gjár fall
so hamarin.
Og dómarin í Føroya
Rætti sigur, at maðurin,
sum fekk byggiloyvi hevur
onki ólógligt gjørt og tískil
verður hann fríkendur.
Men hinvegin staðfestir
rætturin, at tað var ólógligt
av Klaksvíkar Býráði at
geva honum byggiloyvi.
Rætturin staðfestir, at í
hesum føri var talan um eitt
so stórt frávik í byggisam
tyktini, at tað var ólógligt.
Í sama viðfangi var tað
sjálvandi eisini ólógligt av
landsstýrinum at góðkenna
byggiloyvið.
Hetta er í samsvari við
niðurstøðuna hjá Løgting
sins Umboðsmanni, sum
eisini sigur, at byggiloyvið
var ólógligt.
Av tí sama gjørdi Føroya
Rættur av, at Klaksvíkar
Býráð og landsstýrið skulu
betala
grannunum,
sum
løgdu sakina, 100.000 krón
ur í endurgjaldi tilsamans.
Men grannarnir skulu
síðani betala manninum,
sum fekk byggiloyvið og
bygdi húsini, 80.000 krónur
aftur fyri tann sakarmáls
kostnað, sum hann hevur
havt.
Sostatt hava tey 20.000
eftir.
Upprunaliga
kravdu
grannarnir 200.000 krónur
í endurgjaldi og at húsini,
sum ólógligt byggiloyvi var
givið til, vórðu tikin niður
aftur.
Men dómarin metti, at
her er talan um so virðis
mikla ogn, at tað er ov stórt
inntriv at taka tey niður
aftur, so húsini verða stand
andi.
Fimm ára
gamalt stríð
Alt málið tók dik á seg, tá
ið ein maður í 2003 søkti
Klaksvíkar Kommunu um
byggiloyvi á einum stykki,
hann hevði fingið frá skyld
fólki.
Eftir
byggisamtyktini,
skulu grundstykkini í hes
um økinum verða minst
400 fermetrar og netto
nýtslustigið má ikki fara
upp um 0,3.
Men hesar treytir lýkur
hetta stykkið ikki, tí tað er
bara 323 fermetrar og
nýtslustigið er 0,51 eftir
tekningunum, sum húsini
skuldu byggjast eftir.
Men Klaksvíkar komm
una gjørdi undantak og
játtaði byggiloyvi kortini.
Men grannarnir kærdu, tí
teir siga, at húsini eru so
stór, at tey eru til ampa fyri
grannalagið og harafturat
hava tey mist útsýnið.
Tá ið málið var kært til
oljumálaráðið, sum tá var,
mælti býarskipanarnevndin
hjá ráðnum frá at góðkenna
byggiloyvið.
Men oljumálaráðið fylgdi
ikki tilmælinum og staðfesti
byggiloyvið.
Tá ið oljumálaráðið varð
niðurlagt, endaði málið í
innlendismálaráðnum
og
eisini har var niðurstøðan,
at byggiloyvið var ílagi.
Skuldi verðið
steðgað
Tá ið málið var fyri í rætti
num,
førdu
grannarnir
fram, at tá ið talan var um
eitt kærumál, áttu byggingin
at verið steðgað, til avgerð
var fallin í málinum.
Teir hildu ikki, at tað
kann vera rætt, at byggingin
heldur fram, sum um at
onki var hent. Tá ið so kær
an loksins er endaliga av
gjørd, eru húsini liðug, men
tá er ov seint at gera nakað
og verða húsini bara stand
andi.
Sjálvur heldur maðurin,
sum hevði fingið byggi
loyvi, at hann hevði onki
gjørt uttan at hildið seg
strangt til eitt byggiloyvi,
hann hevði fingið frá komm
ununi.
Hann gjørdi eisini greitt,
at fekk hetta fíggjarligar
avleiðingar, fór hann at
krevja endurgjald og tað
kann lættliga blíva yvir
tvær milliónir, skuldi tað
ringasta hent, so at hann
verður noyddur at taka
húsini niður aftur.
Kommunan helt, at tá ið
kærumyndugleikin,
sum
fyrst var oljumálaráðið og
síðani innlendismálaráðið,
komu til ta niðurstøðu, at
byggiloyvið var ílagi, hevði
kommunan skyldu at út
skriva loyvi, so at maðurin
kundi fara undir at byggja,
tí tað hevði umsøkjarin krav
upp á.
Sleppur frá at ríva
húsini niður aftur
Tað var ólógligt, tá ið Klaksvíkar
Kommuna gav byggiloyvið til hesi
húsini fremst á myndini. Grannarnir í
húsunum aftari á myndini hava stríðst
ímóti myndugleikunum í fimm ár og í
gjár fingu tey at vita frá dómaranum
í Føroya Rætti, at tey høvdu rættin
á sínari síðu. Men nú er ov seint, og
sostatt verða húsini standandi
100 ára skrá í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna hevur hesa skránna í sambandi við 100 ára haldið. 13.
August klokkan 19.30 í Býráðshøllini. Bókaútgáva – Klaksvíkar søga; fyrsta bind
av trimum eftir Hans Andrias Sølvará. Hósdagin 14. august klokkan 19.30
StandmyndBókasavnið, Joel Cole. Fríggjadagin 15. august klokkan 913
vinarbýarfundur í Býráðshøllini. Sama kvøld millum klokkan 21 og 12 verður
100ára konsert í Badmintonhøllini. Leygardagin 16. august klokkan 9.15 verður
avdúking av standmynd eftir Hans Pauli Olsen. Sama dag er Sjómannadagur á
Stongunum millum klokkan 10 og 18, og sama kvøld gallaveitsla í
Badmintonhøllini frá klokkan 19. Á midnátt er fýrverk í miðbýnum og klokkan
01 byrjar 100 ára dansur í Badmintonhøllini.