Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Hann var eitt óskrivað blað, áðrenn DR legði til brots við sendingini, X Factor, tíðliga í ár. Men síðani sendingina hevur 17 ára gamli Basim havt úr at gera, og fyri tíðina arbeiðir hann við egnari útgávu, sum eftir ætlan skal koma út í oktober. Í sendingini sang Basim fleiri kend coverløg, har dómarin, Remee, legði honum lag á. Men á Summarfestivalinum verða tað ikki coverløg, sigur Basim. - Eg arbeiði við mínum egnum tekstum og løgum fyri tíðina – saman við Chief 1, og tað verður fyri tað mesta mín egni tónleikur, sum eg fari at framføra í Klaksvík, greiðir Basim frá. Hann leggur dent á at skapa gleði, og hann gleðir seg at sleppa at framføra sín egna tónleik. Fløgan hjá Basim kemur eftir ætlan út í oktober, og hann greiðir frá, at stílurin helst leggur seg mest upp at pop og soul. Hóast fløgan ikki kemur út fyrr enn ímóti heysti, so kunnu fólk vænta at hoyra okkurt av henni um stutta tíð. Tí seinni í hesum mánaðinum kemur fyrsta stakfløgan hjá honum. Og Basim fer at framføra onkur av løgunum á Summarfestivalinum. - Eg gleði meg at koma til Føroya at framføra, sigur Basim, sum ikki hevur verið í Føroyum áður – og heldur ikki hevði hoyrt um Summarfestivalin, áðrenn festivalurin setti seg í samband við hann. X Factor ruddaði slóðina Basim hevur verið nógv eftirspurdur í Danmark, síðani hann fekk eitt fjórðapláss í sjónv arpstónleikakappingini, X Factor. Dómararnir í sendingini róstu Basim serliga nógv fyri hansara sjarmerandi upptraðkan á palli og evni at fanga áhoyrarafjøldina. Fríggjakvøld eftir fríggjakvøld vann hann hjørtuni á nóg mikið av hyggjarum hjá DR , soleiðis at hann slapp at halda fram í kappingini. Tá fýra umfør vóru eftir stóð Basim eftir saman við Heidi, Lauru og vinnaranum, Martin. Og tá gekk tað ikki longur. Basim fekk fægst atkvøður og varð sendur heim. Men tá hevði hann longu nomið við hjørtuni á einum ótali av dønum, og fólk innan tónleika- vinnuna í Danmark høvdu fingið eygað á evnini hjá hesum unga drongi, sum tá gekk í 9. flokki. Fyri tíðina arbeiðir hann saman við kendum og garvaðum persónum innan donsku tónleikavinnuna. Og leygardagin klokkan hálvgum fýra syngur hann á stóra palli á Vágsbøi í Klaksvík. Vilt tú hitta Basim? Tíggju hepnir vinnarar í kapping fáa høvi at hitta 17 ára gamla Basim úr donsku sangkappingini X Factor. Norðoya Sparikassi skipar í døgunum 4. til og við 7. august fyri eini kapping á heimasíðu sparikassans, www.ns.fo. Tað einasta fólk skulu gera er at svara einum spurningi um Basim, og tíggju hepnir vinnarar sleppa síðani at hitta danska sjarmutrøllið úr X Factor á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Myndatøka verður eisini á skránni. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Norðoya Sparikassi skipar fyri tílíkum kappingum í sambandi við Summarfestivalin. Ann Olsen er marknaðarleiðari í sparikassanum, og hon sigur, at sparikassin sum høvuðsstuðul hjá festivalinum vil nýta hetta høvið til at geva kundunum nakað eyka. - Tað er stuttligt at vera á Summarfestivali og spennandi at møta kendum stjørnum aðrastaðni frá, og hetta vilja vit deila við kundum okkara og geva teimum møguleikan at hitta onkran av tónleikarunum, sigur Ann Olsen, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassa. 17 ára gamli Basim hevur eins og øll onnur, sum ganga í fólkaskúla, tríggjar vikur eftir av summarfrítíðini. Tann tíðin fer til at arbeiða við fløguni og framførslur. Millum annað á Summarfestivalinum Basim við egnum tónleiki – Eg gleði meg til ein góðan dag, har eg við mínum tónleiki fari at royna at spreiða gleði millum áhoyrararnar, sigur 17 ára gamli Basim um fram­ førsluna hjá sær á Summarfesti­ valinum. Hann fer fyri tað mesta at framføra sín egna tónleik