Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 146 - 2. august 2001 Nr. 146 - 2. august 2001 3 Ólavsøkudag, tann 29. juli, var stórur føðingardagur hildin í Sílagøtu 11 í Havn, tá Carlo Petersen fylti 60 ár. Carlo er sonur Herborg og Sigmund Petersen í Havn. Carlo, sum dámar væl sjólívið, sigldi sum ungur eina tíð við gomlu Rituni, áðrenn hann fór í læru sum bilsmiðjur á Esso Støðini í Gundadali. Frits Jensen, ið var lands- kendur fyri at vera dugna- ligur at rætta buglur út og at umvæla skaðar, var ein góður lærumeistari hjá Carlo, sum hevði stóran áhuga fyri fakinum. Eina tíð arbeiddi Carlo í Danmark, har hann millum annað arbeiddi á einum DOMI verkstaðið í Rand- ers, har hann lærdi meira innan sítt fak. Afturkomin fekk hann starv á bilverk- staðnum hjá Vilhelm Niel- sen, har hann umvældi skaðar og lakkeraði bilar. Í 1970 keypti hann Margarinfabrikkina Marga úti í Torfinsgøtu, har hann innrættaði sær ein verkstað til upprætting og lakkering av bilum. Hetta gjørdist ein serverkstaður, tann fyrsti av sínum slag, við upprætt- ingarbeinki og sproytu- kabinu. Hóast nógv var at gera, gav Carlo sær stundir at fara saman við starvsfólk- um sínum út á Velbastað- háls at sigla við fjarstýrd- um modellbátum. Við tað at verkstaðurin í Torfinsgøtu lá mitt í einum íbúðarøki, vóru ikki nógvir møguleikar fyri at byggja út. Ístaðin fyri at byggja nýggjan verkstað, valdi Carlo at selja bygningin í 1989, og fór at arbeiða sum húsavørður á Studentaskúl- anum í Hoydølum, har hann trívist sera væl. Carlo er aktivur limur í Bátafelagnum í Havn, og í fríløtunum er hann ofta á floti. Í eitt mannaminni hevur havt sína føstu gongd út í Kaffivognin á Eystaru Bryggju. Við tøkk fyri gott sam- starv og vinarlag í mong ár, ynskja vit Carlo og fa- miljuni hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Guds signing í komandi tíðum. maggi NØVN Í VIKUNI Carlo Petersen seksti Leygarkvøldið fara kendu Olsen- beiggjarnir á pallin á Hálsi í Havn. Teir lova eina framførsla við nýggjum og gomlum, har pláss so sanniliga eisini verður fyri kendu sangunum hjá teimum TÓNLEIKAVITJAN Heri á Rógvi Millum fólkakærastu ættar- nøvnini í Føroyum er Ol- sen. Øll kenna onkran, sum eitur Olsen, og undirritaði hevur eisini áður havt hetta ættarnavn knýtt afturat sær. Hetta vikuskiftið verða Føroyar tveir Olsen ríkari. Hetta verða tveir, ið eru millum tey kendastu Olsen fólkini í heiminum. Jørgen og Noller Olsen eru brøður, og tað er eisini undir navninum “Brødrene Ol- sen”, at teir eru vorðnir kendir. Hesir báðir navn- framu brøður hava fingist við tónleik í longri tíð nú, og tað er kanska onkur, sum minnist teir heilt afturi í sjeytiárunum. Tað var sum øllum kunn- ugt í 2000, at Olsen og Olsen aftur funnu vegin fram til ovastu røkurnar á tjónatindum kring Evropa, tá teir sigraðu bæði í danska Melodi Grand Prix og í stóru finaluni (Euro- vision Song Contest). Í Føroyum verður tað hvørki kallað Melodi Grand Prix ella Eurovision, men heldur Grand Prixið - stutt og greitt. Tað var við sanginum “Smuk som et stjerneskud” ella “Wings of love”, at beiggjarnir vunnu kapping- arnar og eisini hjørtuni á mongum, og hetta hevur merkt, at beiggjarnir so at siga síðani hetta hava merkt ein stóran áhuga fyri teirra tónleiki. Eisini hevði hetta við sær, at teir fingu høvið til at geva eina nýggja fløgu út, sum heldur ikki hevur verið lítið spæld. Gleða seg nógv Tað eydnaðist Sosialinum at hitta Noller Olsen í tele- fonini. Hann vísti seg beinanvegin sum ein fryn- tligan og framúr professio- nellan mann, sum týðuliga hevur fingist við fjølmiðla- fólk í longri tíð. - Hvørki eg ella beiggi mín hava verið í Føroyum áður, men vit gleða okkum sera nógv, og vit ætla eisini at uppliva eitt sindur av Føroyum, sigur Noller. Hann sigur, at teir altíð dáma at uppliva nýggj støð. Teir hava m.a. verið í Grønlandi fleiri ferðir áður. Tað, at konsertin verður inni og í Havn, er ikki nak- að, sum nervar teir nakað. - Eg kenni eitt sindur til Føroyar gjøgnum bøkur og filmar, og eg havi eisini hoyrt rættiliga fit um Før- oyar í tíðindunum, sigur Noller. Pláss fyri Grand Prix Tá Brødrene Olsen fara á pallin leygarkvøldið, so eru áhoyrarnir vorðnir væl og virðiliga upphitaðir av bæði Pæturi við Keldu og eisini av einum bólki, ið er samansettur til hesa kon- sertina.Hesin fer at leggja seg eftir at spæla kend Grand Prix løg. Brødrene Olsen hava sjálvir luttikið í Melodi Grand Prix fleiri ferðir, og fleiri av løgunum haðani verða eisini at hoyra leygar- kvøldið. - Vit fara at spæla eitt sindur av hvørjum. Tað verður bæði nýggjari og eldri. Pláss verður eisini fyri onkrum sangi, sum aðrir bólkar ella sangarar upprunarliga eiga. Vit fara ikki á pallin bara fyri at marknaðarføra okkara nýggjastu fløgu, sigur Noller. Hann sigur sam- stundis, at teir gleða seg sera nógv at vitja oyggj- arnar. Brødrene Olsen: Føroyar skulu verða eitt upplivilsi -Hvørki eg ella beiggi mín hava verið í Føroyum áður, men vit gleða okkum sera nógv, og vit ætla eisini at uppliva eitt sindur av Føroyum, sigur Noller, annar av heimskendu Olsen- brøðrunum Tá lógaruppskotið um stovnsetan av Bú- skapargrunni Føroya væntandi verður sam- tykt á tingið í næstum kann væntast, at danska stjórnin vend- ir tímaglasinum og byrjar at minka blokkin burtur sam- bært teirri fýra ára skiftistíðini, sum stjórnin heldur seg til. Tað væntar lands- stýrismaðurin við sjálvstýrismálum. SKIFTISTÍÐ Rúnar Reistrup – Sjálvstýrisætlanin skal standa sína roynd í fyrra parti av hesi tingsetu. – Tað kann gerast eitt trupult heyst í samskiftin- um millum danir og før- oyskar myndugleikar. Hetta segði løgmaður millum annað í røðu síni á ólavsøku, men hvat er tað í veruleikanum, sum liggur ballað inn í hesar generellu framtíðarspáingarnar í Løgmansrøðuni. – Vit mugu fyrireika okk- um uppá, at tá tingið sam- tykkir uppskotið um at seta á stovn Búskapargrunn Føroya, so fer danska stjórnin at seta fýra ára skiftistíðina ígongd, sigur landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum og sipar her til boðskapin, sum danska stjórnin kom við i vár undir aðalorðaskift- inum um Føroyar, um at heldur Føroya Landsstýrið fram við sjálvstýrisgongd- ini, so fellur blokkurin burtur eftir fýra árum. Uppskotið um Búskapar- grunn Føroya, sum helst verður samtykt í næstum, kann ikki tulkast sum ann- að enn eitt stig á sjálv- stýrisleið, og tí er einki at taka seg aftur í at heystið allarhelst verður bæði trup- ult og baldrut í føroyskum politikki. Kann ikki trýsta danir Tjóðveldisflokkurin hevur, sambært Høgna Hoydal, ongar trupulleikar við at fara undir eina miðvísa sjálvstýristilgongd nú og so klára seg uttan blokkstuðul um fýra ár. – Uttan mun til hvussu vit skipa sjálvstýristil- gongdina og hvørji áramál vit seta á, so hevur danska stjórnin fráboðað, at skiftis- tíðin undir øllum umstøð- um bara verður fýra ár. Tað er upp á tíðina vit síggja tað í eyguni og góðtaka tað. – Vit skulu ikki halda at vit kunnu trýsta donsku stjórnina til at vera við til nakað, sum hon heilt klárt hevur sagt at hon ikki vil luttaka í. Tí mugu vit gera okkara egna leist og taka tær avleiðingarnar, sum koma, og tað verður tann stóra styrkisroyndin hjá politisku skipanini í Føroy- um, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við sjálv- stýrismálum. Væntar samgongusemju Sitandi samgonga er ikki eyðmerkt av semju millum samgonguflokkarnar, men Høgni Hoydal væntar kort- ini, at hinir flokkarnir fara at standa við samtyktina frá í vár um at skipa Føroyar sum sjálvstýri. – Heystið, sum er í væntu, verður heilt avger- andi, tí nú ræður um at vit í samgonguni skulu standa við tað, sum vit hava sam- tykt. Vit hava samtykt eina ætlan, og um avleiðingin av hesi ætlan verður, at blokk- urin fellur burtur eftir fýra árum, so vænti eg eisini, at samgongan er klár at taka hana við. – Vit mugu vera til reiðar at góðtaka, at skiftistíðin verður fýra ár. Danska stjórnin hevur í roynd og veru longu fráboðað, at hon uppfatar Búskapargrunnin sum eina tilgongd fram í- móti føroyskum sjálvstýri, og tá er skiftistíðin fýra ár, sigur Høgni Hoydal. Uppskotið um Búskapar- grunn Føroya kemur fyri tingið í næstum og verður væntandi samtykt. Búskapargrunnurin er ein partur av løgtingssamtykt- ini um »Sjálvstýri Føroya fólks«, sum varð gjørd í vár, eftir at løgmaður hevði avlýst ætlaðu fólkaat- kvøðuna um sjálvstýristil- gongdina og samgongan nærum syndraðist av ó- semjuni um hetta. Við Búskapargrunninum fer skiftistíðin ígongd C M Y K 3 2