hósdagur 2. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 146 - 2. august 2001
Nr. 146 - 2. august 2001
5
Sjónvarp Føroya fær
eitt væl uppiborið
spark fyri sítt pínliga
úrslit á Oyggjaleik-
unum, og ein stórur
partur av býráðslim-
unum í Havn verða
úrlætnir, tó ikki so
nógv sum eks-menta-
málaráðharrin, í
Ólavsøkukabarettini
2001, sum slett ikki er
so galin
UMRØÐA
Rúnar Reistrup
Nógv fólk fáa eitt traðk
yvir tærnar, nøkur eru harð-
ari enn onnur, og ikki øll
eru so væl meint, so fólkini
handan ólavsøkukabarett-
ina í ár skulu nokk fáa
okkurt briksl við á vegnum
frá teimum, ið verða mein-
ast rakt.
Men tað er stuttligt. Tað
er stuttligt hjá øðrum at
flenna eftir at onkur verður
gjørdur til láturs, og tað er í
suttum tað, sum ein ólav-
søkukabarett snýr seg um.
Eisini tann í ár.
Ein stórur partur av
skettjunum í henni taka
støði í ávísum alment kend-
um persónum. Talan er í
flestu av førunum um per-
sónar, sum ikki beinleiðis
hava gjørt nakað býtt ella
skeivt, men sum kortini
verða gjørdir so dyggiliga
til láturs.
Næstan synd
Ein ávís sjónvarpskvinna
fær so nógv oman yvir seg,
at tað næstan er synd, og
øðrum hevur man eisini
hug at taka synd í, tí ikki
kann sigast at kabarettin
sparir krútið.
Nú vit eru við sjónvarp,
so fær Sjónvarp Føroya eitt
væl uppiborið spark í
dintilin við einari beinrakn-
ari parodi upp á føroyskt
oyggjaleikasjónvarp
ella
»tærnakrimpavarp«, sum
ein viðmerkjari kallaði tað.
Men síðan verður trong-
stædda almenna sjónvarpið
sparkað liggjandi nakrar
ferðir, og tá verður tað
kanska í so stuttligt.
Hugskot á pallinum
Ólavsøkuabarettin er nokk-
so lang í ár. Hálvan annan
tíma ella so er lív á
pallinum, og hesa tíðina
nær kabarettin at koma
ígjøgnum sera nógv evnir,
tí skettjurnar eru stuttar og
nógvar.
Stuttar skettsjur virka
ofta best, men í kabarettini
eru eisini skettsjur, sum eru
ov stuttar og kubbutar.
Hesar bera brá av at vera ov
lítið gjøgnumarbeiddar, og
okkurt kundi bent á, at
kabaretfólkið hevur gloypt
um ein dekan ov stóran
bita. Tey góðu hugskotini
tróta ikki, men summar
skettsjur fella til jarðar tí
hugskotini ikki eru ment til
skettjur og tí koma á pallin
sum - ja, hugskot.
Ungur kabaretthópur
Kabarettin í ár verður gjørd
av seks ungum fólkum,
harav bara tey bæði Turpin
Napoleon Djurhuus og
Sissal Olafsdóttir Frisdahl
eru sædd í ólavsøkukaba-
retthøpi áður. Gutti Winther
og Elisabeth Skarðhamar
Olsen hava eisini verið at
sæð sum sjónleikarar áður,
meðan Finnur Jensen og
Pætur Dahl eru púra feskir.
Men teir smæðast avgjørt
ikki burtur.
Hjá Pæturi Dahl lukkast
tað serliga væl at eftirlíkna
fólki í verumáta og krops-
burði, og serliga sangarin í
Tangz og varaløgmaður
verða væl karikeraðir. Og
Finnur Jensen líkist onkr-
um, sum er tikið beinleiðis
úr Monty Python, tá hann
hermir eftir einum fimleik-
ara á oyggjaleikunum, sum
ikki er so ávirkaður av
jantulógini.
Tær báðar genturnar í
kabaretbólkinum síggjast
ikki serliga nógv á pallin-
um, men klára seg væl tá
tær eru. Serliga oljudýra-
dansurin hjá Sissal er
minnisverdur.
Turpin og Gutti, ið eru
teir mest rutineraðu í hóp-
inum, eru nógv á pallinum
og gera eitt gott arbeiði.
Tríggjar dansarinnur eru
eisini við í kabarettini í ár,
men tær hava tíverri næstan
bara leiklutin sum pausu-
undirhald, meðan pallskift-
ini fara fram. Tær kundu
væl verið tiknar meira við í
sjálva kabarettina fyri at
blása meira lív í onkra av
skettsjunum.
Ikki so galin
Finnur Jensen sum
Torbjørn á bukkuni
Mynd: Jens K. Vang
Gutti Winther í rekonstruktiónini av innbrotinum í Suðuroyar Sparikassa
Mynd: Jens K. Vang
Lisbeth »Lolita« Petersen
Mynd: Jens K. Vang
Oljufelagið Anadarko
lat týsdagin Reyða
Krossi Føroya ein
kekk, sum skal brúk-
ast til at heingja
bjargingarkransar
upp ymsastaðni í Før-
oyum
PENINGAGÁVA
Edvard Joensen
Tórshavn: Oljuvinnan er
eisini farin inn í trygdina
við bryggjukantin. Reyði
Krossur Føroya fekk týs-
dagin ein kekk frá olju-
felagnum Anadarko. Pen-
ingurin verður brúktur til at
heingja upp bjargingar-
kransar ymsastaðni í land-
inum.
Johan Mortensen, um-
boðsmaður
hjá
olju-
felagnum Anadarko í Før-
oyum, var týsdagin inni á
gólvinum hjá Reyða Krossi
Føroya á Bryggjubakka í
Havn, har hann handaði
Suna Vinther, formanni í
Reyða Krossi Føroya, ein
kekk frá oljufelagnum.
Johan Mortensen segði,
at tað var fyrrverandi leið-
arin fyri føroysku deildini
hjá Anadarko, Scott Albert-
son, sum hevði lagt merki
til hetta ítakið, Reyði
Krossur Føroya er farin
undir, at heingja upp bjarg-
ingarkransar ymsastaðni,
har fólk ferðast fram við
sjónum. Albertson gjørdist
so hugtikin av hesum, at
hann helt, at oljufelagið átti
at stuðla hesum tiltakinum
peningaliga, og verður tað
hervið gjørt, segði Johan
Mortensen, tá hann handaði
Suna Vinther kekkin.
Anadarko er eitt av
feløgunum,
sum
hevur
fingið tillutað boriloyvi á
føroyskum øki, men hevur
enn ikki søkt um loyvi at
byrja sjálva leitingina.
Fleiri kransar
Suni Vinther, formaður í
Reyða Krossi Frøoya, takk-
aði fyri gávuna og segði, at
hon kom væl við. Hon
mundi røkka til at heingja
einar seks til tíggju kransar
upp, metti hann.
Hann helt fyri, at kekk-
urin frá oljufelagnum líka-
sum kundi virka sum ein
troyst fyri ta miseydnaðu
ólavsøkuna. Tá hevði Reyði
Krossu Føroya ætlanir um
at hava eitthvørt tiltak í
Vágsbotni fyri at fáa pen-
ing til slík átøk sum tað við
bjargingarkransunum. Men
Vágsbotnur minti mest um
eitt stað, har brúk var fyri
bjargingarkransum orsakað
av veðrinum um ólav-
søkuna, so har kom einki
burtur úr at savna pening,
segði Suni Vinther.
Reyði Krossur Føroya
hevur hongt bjargingar-
kransar upp ymsastaðni í
Føroyum seinnu tíðina.
Hongt verður upp á støð-
um, har nógv fólk ferðast.
Bæði føroyingar og kanska
serliga fremmand ferða-
fólk. Eitt nú í Koltri og
Elduvík. Í Sandagerði og í
Vágsbotni.
Hetta við at heingja upp
bjargingarkransar á støð-
um, har nógv fólk fer um
bryggjukantin, er ikki nak-
að nýtt í Reyða Kross
samanhangi. Longu sama
árið, sum Reyði Krossur
varð stovnaður í Føroyum -
í 1926 - samtykti nevndin
at fara undir a tarbeiða fyri
at betra um trygdina á før-
oysku havnarløgunum. Í
gerðabókini
hjá
Reyða
Krossi Føroya fyri árið
1926 sæst, at samtykt er at
fáa til vega trígjar bjarg-
ingarhakar ..... »til ophæng-
ning ved de 3 mest benytt-
ede landingssteder.«
Vikuskiftið undan ólav-
søku vórðu tveir kransar
hongdir upp við Leitisvatn.
Annar við Gróthústanga og
annar í Vatnsoyrum, meðan
tann triði fer at verða
hongdur upp við flúgvara-
bedingina. Har verður eis-
ini ein bátshaki hongdur
upp, sigur Suni Vinther.
Reyði Krossur Føroya
hevur avtalu um at heingja
ein krans upp við Rinku-
steinar í Oyndarfirði. Eisini
er avtalað við Viðareiðis
Kommunu, at heingja upp á
helluni niðan fyri kirkjuna
á Viðareiði. Men har metir
Reyði Krossur Føroya kort-
ini, at Viðareiðis Kommuna
eigur at gera onkrar ábøtur
á lendið fyrst.
Eisini
hevur
Reyði
Krossur hugt at umstøðun-
um úti í Fugloy, men einki
er avgjørt enn, um ella nær
nakar
bjargingarkransur
verður hongdur upp har úti,
sigur Suni Vinther, for-
maður í Reyða Krossi
Føroya.
Kekkur til Reyða Kross Føroya
Johan Mortensen, føroyskur umboðsmaður hjá oljufelagnum Anadarko, var týsdagin inni á
gólvinum hjá Reyða Krossi Føroya, har hann handaði felagnum ein kekk, sum formaðurin,
Suni Vinther, tók ímóti
Mynd: Jens Kristian Vang
Útnorðurgrunnurin
hevur goldið út tvey
lán til føroyskar fyri-
tøkur í fjør. Trý nýggj
lán eru játtað til
komandi ár, stendur
at lesa í ársfrágreið-
ingini, sum nýliga er
almannakunngjørd
ÚTNORÐURSAMSTARV
Edvard Joensen
Hálvtriðja millión danskar
krónur vórðu í fjør út-
goldnar føroyskum virkjum
sum lán úr Útnorður-
grunninum. Í ár eru játtaðar
sjey milliónir krónur til trý
lán, sum tvey virki fáa,
stendur í ársfrágreiðinini
hjá
útnorðutgrunninum,
sum nýliga er almanna-
kunngjørd.
Tvey føroysk fiskavirki,
Norðís á Eiði og Lido
Seafood í Skálavík, fingu
ávikavist 800.000,- krónur
og 1.700.000,- krónur út-
goldnar í láni frá grunn-
inum í fjør. Øll tøl eru givin
upp í donskum krónum.
Umframt hesi bæði lánini
vórðu tvey onnur lán út-
goldin út grunninum í fjør.
Tey fóru bæði til Grøn-
lands, stendur at lesa í árs-
frágreiðingini. Annað til
hotelvinnu og hitt til flut-
ningsvinnu.
Grunnurin letur lán til
grønlendskar, íslendskar og
føroyskar fyritøkur. Kortini
verða lán bert játtað ís-
lendskum umsóknum, um
tær eru í samstarv við før-
oysk ella grønlendsk virki.
Ein slík umsókn varð
játtað í fjør, men verður
ikki útgoldin fyrr enn í ár,
og er tí ikki við í rokn-
skapinum fyri árið 2000.
Talan er um lán til eina
íslendska fyritøku, sum
arbeiðir við eini samstarvs-
ætlan við eina føroyska
fyritøku um turking av
fiskaslógvi. Sum skilst er
talan um virkið í Leirvík,
sum turkar høvd og ryggir
og flytir tey til Nigeria.
Í ár eru játtað trý lán til
føroyskar fyritøkur. Saml-
aða lánsjáttanin í ár er upp
á sjey milliónir danskar
krónur. Lánini eru játtað
tveimum fyritøkum. Einum
fiskavirki og eini frysti-
goymslu, stendur í árfrá-
greiðingini hjá Útnorður-
grunninum.
Fiskur og ferðavinna
Føroyingar halda seg til
fiskivinnuna, meðan grøn-
lendingar
rættiliga
eru
farnir at byggja ferðavinn-
una út, skilst á ársfrágreið-
ingini hjá Útnorðurgrunn-
inum.
Um fígging til Føroya
verður sagt, at grunnurin í
fjør hevur verið við til at
fíggja fiskavirki í Føroyum.
Bæði slík, har eigarvirður-
skiftini eru broytt, og slík
sum júst eru farin at virka.
Látið verður væl at før-
oyska búskapinum. Bæði
hjá fiskivinnuni og fíggjar-
stovnunum gongur væl,
verður sagt í ársfrágreið-
ingini.
Grønlendingar eru rætti-
liga farnir undir at byggja
ferðavinnuna út. Útnorður-
grunnurin hevur latið lán til
tiltøk innan ferðavinnuna
bæði í Suður- og í Norður-
grønlandi. Arbeitt verður
við at skapa fleri og fjøl-
broyttari tilboð til ferða-
fólk, sum koma til Grøn-
lands.
Infrastruktururin
verður betraður, eins og
fleiri og fjølbroyttari gist-
ingartilboð verða at fáa í
Grønlandi í komandi tíð.
Íslendskum fyritøkum er
ikki veitt lán í fjør, sigur
ársfrágreiðingin frá. Tó er
tann samstarvsætlanin, sum
umfatar virkið í Leirvík,
nevnd í árfrágreiðingini,
hóast peningurin ikki verð-
ur goldin út fyrr enn í ár.
Útlitini
Í framtíðini fer at verða ar-
beitt á sama hátt sum
higartil. Latin verða lán til
føroyskar og grønlendskar
verkætlanir,
meðan
ís-
lendskar
fyritøkur
bert
skulu rokna við stuðuli, um
samstarvað
verður
við
føroyskar ella grønlendskar
fyritøkur.
Í Føroyum verður tað enn
sum fyrr fiskvinnan, sum
fer at standa frammalaga.
Men eisini ídnaðar- og
handverksvinnan fer at
verða prioriterað, sigur
nevndin fyri Útnorður-
grunnin um framtíðarút-
litini hjá grunninum.
Sami
poltikkur
sum
higartil fer eisini at verða
rikin í Grønlandi. Ferða-
vinnan stendur framma-
laga, eins og ídnaður og
handverk eisini fara at fáa
part í komandi árum.
Fíggjarliga var árið eitt
sindur tungt hjá Útnorður-
grunninum
orsakað
av
gongdini á rentumarknað-
inum. Men tað mól runt
kortini, hóast ikki tær stóru
upphæddirnar vóru at seta í
grunnar.
Umsitingin hjá Útnorður-
grunninum telur 4,2 árs-
verk. 2,2 ársverk á høvuðs-
skrivstovuni í Reykjavík,
meðan hini bæði eru ávika-
vist í Nuuk og í Tórshavn.
Stjóri í Útnorðurgrunn-
inum er føroyingurin Sverri
Hansen, sum starvast á
høvuðsskrivstovuni
í
Reykjavík.
Nevndarfor-
maður er Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri.
Útnorðurpeningur til Føroya
Norðís er annað av føroysku virkjunum, sum hevur fingið
útgoldið lán úr Útnorðurgrunninum í fjør
C
M
Y
K
5
4