mikudagur 6. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
22
nr. 148 • 06. aug. 2008
í Ólastovu, f. 1856.
Edvard giftist aftur við Nicolinu
úr Lorvík. Aftur upplivir Edvard, at
konan doyr í barsilssong. Sonurin
Nikkel, uppkallaður eftir mammuni,
doyr longu sum 9 mánaðar gamal.
Edvard giftist so aftur triðu ferð
við Johannu Sofíu av Toftum,
og tey fingu ein son í 1923, sum
fekk navnið Hans Jacob. Tað varð
sagt, at hesa ferð vildi konan ikki
eiga í somu song og sama kamar,
sum hinar báðar konurnar.
Men óeydnan helt á fyri tað. Nú
var tað, at Edvard fór við Onnu í
1924 og ikki kom aftur. Anna gekk
burtur á veg inn til Grindavík, tá
ið teir vóru á veg inn við einum
sjúkum manni. Edvard varð saman
við manningini grivin í gamla
kirkjugarðinum í Reykjavík. Har er
ein stórur steinur uttan nøvn. Nú
er ætlanin at seta eina grótplátu
við nøvnunum á grøvina.
Edda minnist væl til abbabeiggj
an Jóan Jakku. Hon minnist, at
hann plagdi at koma at ferðast
í Gøtu. Tá varð gingið allan
vegin úr Rituvík, og tá ið Jóan
Jakku var blindur, mátti eina
abbasonur leiða hann. Edda
minnist eisini, at Jóan Jakku vildi
ikki taka heilivág. Hann metti
hann sum eitur. Joen Jacob er
vist fyrsta fólk, sum er grivið í
kirkjugarðinum í Rituvík.
Ein systir Jóan Jakku var Anna.
Hon giftist við Stóra Óla við Gøtu
gjógv. Tey fingu sonin Hendrik í
Bug, sum gjørdist verfaðir Tórir
Thomsen, sum vit hava umrøtt
fyrr í hesi røð. Anna doyði, tá ið
Hendrik var tvey ára gamal. Fýra
ár seinni giftist Óli við Magn
inu úr Jákupsstovu, umrødd í
seinasta parti. Tey fingu fleiri
børn, millum onnur tann kenda
skiparan Óla Hans Olsen.
Umframt Eddu er ikki onnur ætt
í Gøtu uttan tey hjá Jóhannes á
Lækjuni. Hann var giftur við Lenu,
dóttir Sámal í Ólastovu. Sagt
verður um Eddu, at hon var altíð
við til at hjálpa sínum ættarfólki,
tá ið teimum tørvaði eina hond.
Samvirki og samband
Edda helt seg eiga myndir av abba
beiggjanum, og hon skuldi fara at
leita tær fram. Tá fekst ein partur
av hesi søgu, sum einki hevur við
Gøtu ella Rituvík at gera.
Myndirnar vóru nevniliga í ein
um blaði, sum kallast Samvirki,
sum sera fá munnu vita nakað um
í dag.
Hetta blaðið var eitt “organ for
danskfærøsk samarbejde”. Fyrsti
árgangur er í 1939. Ætlanin var at
geva út seks dupultnummar fyri
árið, men av ymiskum orsøkum
komu bert fimm bløð. Upplagið
var 2.000 bløð.
Blaðstjóri var Poul Niclassen,
kendur frísinnaður sambands
poltikkari. Fyrsta blaðið varð
prentað í Danmark og tey seinnu
á Færøernes Amtstidendes Bog
trykkeri, Dimmalætting. Sum tað
skilst var endamálið við blaðnum
at skapa kunning um Føroyar í
Danmark og eisini kunning um
danskan politikk í Føroyum.
Ein partur av blaðnum er
greinir eftir leiðandi donskum
politikkarum. Teir, sum høvdu
skrivað, vóru kendir menn sum
Thorvald Stauning fyri Javnaðar
flokkin, Christmas Møller fyri
Konservativa flokkin og Søren
Brorson, formaður fyri Vinstra.
Í blaði nr. 910 er tað A. M.
Hansen, fólkatingslimur og
formaður fyri radikala flokkin í
Danmark, sum hevur hugleiðingar
um Føroyar og sambandið millum
Føroyar og Danmark.
Síðan eru fleiri áhugaverdar
greinir um føroysk viðurskift.
Fleiri eru skrivaðar av kendum
sambandsmonnum. William
Heinesen skrivar minningarorð
um Jørgen Frants Jacobsen.
Aðrar greinir eru framhaldsferða
frásøgn hjá Poul Niclassen, har
hann hevur vitjað oynna Man.
Birtu Liðas skrivar um útróður í
Grønlandi í 1939, har hann eisini
skrivar um tiltiknu ferðina heim
við Niels Finsen.
Óli í Skúla, sambandsting
maður, skrivar langa grein um
grindadráp, Th. Nygaard skrivar
um studentaskúlan, grein er um
tosk, grein er um Norsku Løvu, og
so er partur av greinarøð, um tá
turkar herjaðu í Føroyum.
Blaðið kom ikki oftari út. Helst
munnu krígsumstøðurnar hava
gjørt sítt, og tá ið Danmark
varð hersett í apríl 1940 hevði
grundarlagið fyri blaðnum kortini
verið burtur.
Tóku fremsta bátin
Men so er eisini ein grein
um Rituvík, sum er skrivað av
løgtingsformanninum Johan
Poulsen. Hann hevði serligar
fortreytir fyri at skriva um Rituvík.
Mamma hansara var systir fýra
av niðursetumonnunum í Rituvík.
Tá ið hendan greinin er skrivað,
eru tríggir av niðursetumonnunum
enn á lívi, nevniliga brøðurnir
Daniel Peter og Hans Pauli Høj
gaard og so Joen Jacob Petersen.
Um teir skrivar Johan Poulsen:
“Den første og den sidste er
omkring de 90, begge raske og
rørige i forhold til deres Alder.
Joen Jacob har været blind i
mange Aar, men selv efter at
have tabt Synet paa begge Øjne,
har han i en alder mellem 70 og
80 Aar i flere Aar deltaget som
Fisker ombord i vore Kuttere ved
Islands- og Grønlandsfiskeriet…
Der er sandelig krummer i disse
Nybyggere, hvis mage man skal
lede længe efter”.
Johan Poulsen lýsir umstøður
nar hjá útróðrarmonnum í Rituvík
soleiðis ein ávísan dag:
“Der har været godt Vejr,
samtlige Baade 25-30 i Tallet,
har været paa Fiskeri. Der er
voksende Brænding, og alle
Baade maa sættes på en
“rók”- klippeafsats. De lander
efter Tur, men det tager Tid
at faa dem paa Plads. Mørket
falder paa, og imens maa de
ventende Baade se at klare
Skærene. Det er en selvfølge,
at der under slige Forhold let
opstaar Situationer, hvor der
kræves baade Dristighed, Øvelse
og Snarraadighed for at kunne
klare sig. Men Forholdene er
vanskelige ogsaa paa en anden
maade. Det sker ikke sjælden,
nar en af de driftige Fiskere i
det første Morgengry kommer
ned til Landingspladsen for
at tage ud paa Fiskeri, at han
da kommer til at staa overfor
følgende: Paa Afsatsen staar
samtlige Baade opstillet og
trykket op ad hinanden som en
Flok Søpapagøjer paa deres
Hylde i Fuglebjerget. Hvis en af
de vedkommende Fiskeres Baad
er en af de øverste, skal han
trække alle de andre paa Søen,
inden han kan komme til sin
egen, da Afsatsen er saa smal, at
det er umuligt at komme udenom.
Der er kun ét af to at gøre: Enten
maa han tage en af de nederste
Baade, som altsaa tilhører en
anden Fisker, eller ogsaa maa
han vente, til alle de andre Baade
er fjernet. Som regel bestemmer
han sig for det første. Naar nu
Ejeren af denne Baad indfinder
sig, er hans egen væk, og han
maa derfor om han skal komme
paa Fiskeri, tage en anden”.
Hetta samsvarar væl við tað,
sum varð sagt um teir í Rituvík,
hvussu væl teir dugdu at sam
starva. Johan skrivar eisini, at
lendingarviðurskiftini vóru so
vánalig, at tað ofta kundi taka
tríggjar tímar frá tí, teir komu til
lands, til teir sluppu til hús.
Sambært Johan Poulsen er tó
vón fyri stavn í umrøddu viður
skiftum. Í undanfarnu løgtings
setu vóru játtaðar kr. 30.000
at gjalda yvir 5 ár at bøta um
viðurskiftini. Hetta ljóðar ikki av
nógvum. Men her skal havast í
huga, at tímalønin í dag er 200
ferðir størri enn í 1939.
Johan endar greinina við at
siga: Der er et gammelt Ord som
siger: “Æblet falder ikke langt
fra Stammen. Beboerne i Ridevig
er som deres Forfædre dygtige
og energiske Folk. Nogle af vore
allerdygtigste Skibsførere er
direkte efterkommere af de første
Nybyggere i Ridevig”.
Simona gjørdist
einkja við Verdandi
Enn eitt samband millum Óla
stovu og Rituvík skal nevnast. Ein
sonur Sámal í Ólastovu, beiggi
Jóan Jacob, var Petur Kristian
Petersen. Hann giftist til Rituvíkar
við Elspu. Elspa var dóttir Lottu
og Óla Joensen, sum vóru millum
fyrstu niðursetufólkini. Ein sonur
teirra var Sámal, uppkallaður eftir
abbanum. Hann giftist í 1940 við
Simonu, dóttir Onnu Martinu og
Andreas á Rætt í Syðrugøtu. Tískil
var Simona abbadóttir Óla Jákup
á Bakkanum, sum var umrøddur í
seinastu Miðviku. Tey fingu skjótt
tvær døtur Mariu og Ernu. Sámal
skuldi fara at byggja, og viðurin
var komin til húsini. Tað sá ljóst út
fyri hesa lítlu familju.
Men tá hendi tað vanlukkuliga,
at Sámal gekk burtur við Verdandi
í 1944 og Simona við døtrunum
flutti aftur til Gøtu. Simona doyði
90 ára gomul í fjør. Hon varð um
rødd í røðini um Tórhall Andreas
sen, sum var tann seinasti, sum sá
manningina á Verdandi, tá ið hon
fór av Siglufirði og síðani hvarv.
Her kann verða skoytt uppí, at
Óla Jákup, beiggi Simonu, fekk
meslingar í meslingagrindini í
1935, og hann doyði av teimum.
Hetta gjørdist tískil ikki tilætlað
ein eitt sindur longri søga um
sambandið millum Syðrugøtu og
Rituvík. Men hinvegin kann hetta
kanska sigast at vera ein partur
av Gøtusøgu.
Komandi partur
Í komandi Miðviku fara vit at
byrja eina røð við Elsu Jacobsen
úr Norðragøtu. Hon hevur í 32 ár
virkað í Etiopia sum trúboðari og
sjúkrasystir.
Hetta er ein hugtakandi,
áhugaverd, spennandi og eisini
ein skakandi frásøgn um, hvussu
menniskju kunnu fara við hvørjum
øðrum. Men eisini um hvussu tað
við kristnum sinnalagi ber til at
linna um sjúkur og pínslur
Edda er lyklapersónur í hesi frásøgn,
og tað er eisini hon sum hevur gjørt
hana møguliga
Tann blindi fiskimaðurin Joen Jacob
Petersen. Var til skips nærri 80 enn
70 ára gamal
Lendingin í Rituvík, sum Johan Poulsen greiðir frá