Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 The Ghost er eitt tað mest spennandi navnið í føroyskum tónleiki í løtuni. The Ghost spæla elektroniskan popptónleik, og teir hava longu vakt ans uttanlands, har fleiri útgávufeløg hava lokkað við sáttmála. The Ghost var eisini valdur til besta nýggja bólk á Planet Awards fyrr í ár. Filip Mortensen og Urbanus Olsen eru tónleikarar í The Ghost, og hóast teir bert eru tveir tónleikarar á pallinum, so røkka teir langt út um pallkantin – og tað er trupult at standa ímóti teirra fangandi tónleiki. Eftir framførsluna á Summar Festivalinum 21eru aftur boð eftir The Ghost í útlandinum, og teir skulu millum annað spæla í Onglandi, Hollandi, Noregi og Týsklandi. Ein av harðastu og mest eyðkendu føroysku rock­ bólkunum verður við á Summar Festivalinum í ár. Skráin var annars gjørd uttan rockbólkin SIC, men fyrireikararnir valdu í 12. tíma at taka tann originala og harða rockbólkin við afturat. SIC spælir harðan og progressivan rocktónleik, og teir hava ein karismatiskan sangara. Innan sítt øki er SIC ein framúr góður bólkur, og teir hava spælt nógv í útlondum, har ummælini hava verið sera góð. Summar Festivalurin hevur ikki havt nógvan tungmálms tónleik at bjóða undanfarin ár, men tað verður nú broytt við eini framførslu hjá SIC. SIC MTV ­ Eg valdi at samstarva við The Dreams, tí teir eru fantastiskir. Teir eru nakrir av teimum fittastu fólkunum, sum eg nakrantíð havi hitt, og teir eru serstakliga seriøsir, sigur framleiðarin Chief 1 The Ghost