mikudagur 6. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 • 06. aug. 2008
MIÐvIkaN
21
Í hesi grein verður lýst
áhugaverda sambandið
millum Syðrugøtu og
Rituvík. Hetta samband
byrjar við Ólastovu í
Syðrugøtu
Ofta er tað tann reina tilvild, sum
ger, at ein kemur fram á eina góða
søgu. Leitaði eftir eini heilt aðrari
grein í Dimmalætting fyri 1928.
Beint við hana stóð hendan greinin:
Joen Jacob Petersen
At være Fisker om Bord paa
vore Kuttere til Islands- og
Grønlandsfiskeri hører til de
anstrengende og farefulde
Arbejder, hvor man umiddelbart
mener, at den Mand, som giver
sig i lag dermed maa være baade
ung og rask og rørig og have
alle sine Sansers fulde Brug. Og
Øjnene skulde synes at være
den mest uundværelige af alle
Sanserne, naar man skal gøre
Tjeneste paa en Fiskekutter.
Den Mand, hvis Billede staar
over disse Linier, er derfor et ret
enestaaende Eksemplar inden for
vore Fiskerkutteres Mandskab.
Og man kan ikki andet end bøje
sig i beundring for den Energi og
Arbejdsvilje, han er i Besiddelse
af, naar han endnu Aar efter Aar
tager med ud paa Kutterfiskeri
forbi de 70 Aar og har desuden
været aldeles blind i mange Aar.
Han kunde godt blive hjemme
og ladet sig pleje af Hustru og
Voksne Børn, som han har mange
af. Men han foretrækker alligevel
at gaa med paa Fiskeri. Og har
aldrig endnu været den ringeste
om Bord paa sit skib.
Men dette tilfælde taler ogsaa i
høj Grad til fordel for det færøske
Fiskermandskab. Thi den mere
end 70 Aarige blinde Mand kunde
trods al hans Energi og Dygtighed
ikke være Fisker om Bord, hvis han
ikke fandt Forstaaelse og Hjælp og
mangen en Haandsrækning fra det
øvrige Mandskab.
Joen Jacob Petersen stammer
fra Gøte, men hører til Nybygg-
erne i Ridevig, der har fostret
saa mange gæve Fiskere og
Skibsførere.
Úr Ólastovu
Greinin er helst skrivað av
prestinum Absalon Joensen, og
eftirnavnið gav eina ábending
um at Jóan Jakku var ættaður úr
Ólastovu í Syðrugøtu.
Hetta fekst eisini váttað frá
Nenu hjá Poul Amaljari Mikkel
sen úr Syðrugøtu, hvørs mamma
var úr Rituvík.
Hon hevði eitt yvirlit yvir teir,
sum bygdu Rituvík. Og Jóan
Jakku var tann, sum í 1880 bygdi
sjeynda húsið í Rituvík.
Joen Jacob var føddur 17.
november 1851 og hevur tískil
verið 7677 ár, tá ið henda grein
hevur verið skrivað, tá ið hann
framvegis var til skips.
Foreldrini hjá honum vóru
Peter Jacobsen, Syðrugøtu og
Anna Elisabeth Petersdatter úr
Norðragøtu. Kona hansara var
Johanna Hansen, f. 6. august
1854 úti á Rætt á Nesi. Hon var
dóttir Justines Hansen úr Túni á
Toftum og Marionnu Joensdatter
úr Trongisvági. Tey vórðu vígd í
Nes kirkju 11. desember 1881
av Th. Sørensen, prósti. Tey áttu
seks dreingir og eina gentu: Peter
Jacob, Justinus Juul, Marius,
Adrian, Anton, Tummas Hans og
Katrine Sophie.
Her er sjálvsagt ein stór ætt
komin undan. Ein kendur abba
sonur var Per Petersen, sum hevði
kioskina á mjólkarbátinum Tróndi
í mong ár.
Per var sonur Petur Jakku hjá
Jóan Jakku. Mamma hansara
Inga var dóttir fyrsta niður
setumann í Rituvík, Per. Hon
gjørdist sjúk, og tá kom Per sum
smádrongur til Gøtu at vera hjá
mostrini Perlinu, og hann var í
Gøtu til hann var um 12 ár. Sum
eldri greiddi hann frá sínum lívi í
sjónvarpinum. “Eg var so heppin,”
segði hann, “at eg áttu tríggjar
mammur. Eina í Gøtu, eina í
Rituvík og eina í Danmark”. Henni
búði hann hjá, tá ið hann giftist
í Danmark við Sonnu, ættað úr
Rituvík. Tey fóru niður undan
krígnum og sluppu ikki heim aftur.
Per føldi seg eisini nær knýttan
til familjuna hjá Poul Amaljari,
har hann búði. Hann segði í hesi
sending, at tíðin í Gøtu hevði havt
nógv at siga fyri seg.
Ein kann undra seg yvir, at
ein gøtumaður setur seg niður í
Rituvík saman við monnum frá
grannabygdunum. Men kanska
hevur konan gjørt munin. Hon var
av Nesi, og fimm av niðursetu
konunum vóru haðani.
Annars var bóndin, ið átti
hagan har, sera framburðssinn
aður, so tað hevur verið rímiliga
lætt at fáa gerði í Rituvík. Tað
sigst eisini, at gerðini, hann máldi
niðurseturmonnunum, vóru størri
enn vanlig traðarstykki.
Jóan Jakku var ikki einsamallur
úr Gøtu í Rituvík. Fimta húsið
hevði konu úr Syðrugøtu. Maðurin
var Magnus Olsen, f. 28. juni
1853 á Nesi. Kona hansara var
Sara Malena Huusgaard, dóttir
Elias Petersen, bóndi í Húsgarði
úr Syðrugøtu, og Onnu Sofíu, fødd
Weihe, úr Søldarfirði. Tey vórðu
gift 1. mai 1878. Tey fingu átta
børn: Jógvan, Elias, Benediktus,
Anne Sofie, Maren Malene,
Hendrik Magnus og Olerikka.
Døtur Per komu til
Gøtu
So kann eisini verða nevnt, at
fyrstu niðursetufólkini vóru Per
Højgaard, f. 21. september 1851
á Toftum og Nicolina f. Thorkils
høj f. 17. mars 1854 av Nesi. Tey
vórðu vígd 4. august 1873 á Nesi.
Tað fyrsta árið búðu tey einsa
møll í Rituvík. Per mátti tá við leypi
á baki fara til gongu til Toftir, tá
ið hann skuldi til útróðrar saman
við brøðrunum. Um kvøldið skuldi
hann aftur til Rituvíkar við sínum
parti av fiskinum. Heima sótu kona
og dóttir einsamøll í oyðimørkini.
Síðani flutti beiggi Per, Dánjal
Petur, og aftaná hann Søren Lam
hauge úr Lamba til Rituvíkar, og tá
kundu teir manna bát í Rituvík.
Per og Nicolina fingu 12 børn,
og tvær av døtrunum giftust til
Syðrugøtu. Onnur var Anna, sum
giftist við Tummas har Niðri, og
hin var Perlina, sum varð gift við
Poul Amaliel hjá Petur Paula í
Barbustovu.
Edda
Fyri at fáa meira at vita um hetta,
varð avrátt at fara at tosa við
Eddu. Fyrst eg minnist, búðu
hon og mammubeiggin, Símun, í
Ólastovu. Hann var bróðursonur
Jóan Jakku. Tá ið Símun, sum
var ógiftur, doyði, varð hon so
einsamøll eftir. Nú er Edda á sam
býlinum Gøtubrá. Hon er 91 ár og
framvegis sera skilagóð. Tað kundi
vera, at hon visti okkurt.
Fyrst kann sigast, at Edda eisini
hevur eina serliga søgu, sum lýsir
liviumstøðurnar hjá fólki í Føroy
um. Pápi Eddu, Edvard Joensen,
var av Toftum. Hann giftist fyrst
við Elsebeth Mariu. Tey fingu
Eddu, men mamman doyði í barsils
song. Edda fór til Gøtu at vera hjá
ommuni og abbanum, sum vóru
Sigga, f. 1859, og Sámal Petersen,
Søgan um 75 ára gamla
blinda fiskimannin
Hetta er høvdið á seinasta nr. av Samvirki, sum var ein áhugaverd roynd við kunning Føroya og Danmarkar ímillum
Hendan myndin av niðursetufólki í Rituvík er í greinini hjá Johan Poulsen og kallast “Nogle af Ridevigs ældste
Beboere.”Tey eru øll niðursetufólk. Fremsta rað: Vinstrumegin eru hjúnini Lisa og Hans Pauli Højgaard. Næst teimum
er Lotta, einkja eftir Óla Joensen. Tey vóru omma og abbi Sámal, sum giftist við Simonu á Túvu úr Gøtu. Uttast t.h.
hjúnini Johanna og Jóan Jakku Petersen. Aftast: Uttast t.v. er Nicolina, einkja eftir Per Højgaard. Næst henni Sanna,
systir Nicolinu og einkja eftir Johan Christian Højgaard. Síðan Daniel Petur Højgaard, Amalia, einkja eftir Søren
Lamhauge. Myndin er tikin nakað undan 1939, tí fleiri á myndini eru deyð tá.