mikudagur 6. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
The Dreams tóku
síni fyrstu fet fyri
opnum skíggja á
MTV, síðani hava
teir fingið gjøgnum
brot í Føroyum, og
nú eru teir eisini
víðagitnir í Dan
mark. Men teir ætla
ikki at steðga har,
og framleiðarin hjá
teimum sær stórar
møguleikar
Punkbólkurin The Dreams hevur støð
ugt gjørt vart við seg, síðani bólkurin
varð stovnaður í 2004. Fyrsta árið var
helt tað mest friðarliga hjá teimum,
men í september 2005 komu teir av
álvara fram, tá ið teir vóru við í eini
sjónvarpsrøð hjá MTV, sum kallaðist
MTV A CUT.
Hetta var ein kapping millum ungar
bólkar, og dómari í kappingini var
millum annað kenda songkvinna
Anastacia. The Dreams endaði á triðja
plássi í hesi kappingini.
Tað stóra fólksliga gjøgnumbrotið
í Føroyum fekk The Dreams, tá ið teir
á sumri í 2006 spældu fløguna Tazi
inn. Á útgávuni gjørdu teir sínar egnu
tulkingar av kendum føroyskum popp
sangum, og hetta var sera populert.
Sangir sum Sasasasa, Nummar, Cirkus
Tinganes og aðrir vóru nógv at hoyra,
og Sasasasa mundi verða størsta
útvarpshittið hetta árið.
Til Danmarkar
Á heysti í 2006 fluttu tónleikararnir í
The Dreams til Danmarkar at búgva,
og har var ætlanin at leggja alla orku í
at spæla tónleik.
Stutt eftir, at teir vóru komnir niður,
royndu teir seg í donsku útgávuni av
Global Battle of the Bands, og hóast
eitt triðja pláss var heiðurligt, var stóri
sigurin hjá teimum í kappingini, at teir
hittu framleiðaran Chief 1, sum teir
hava arbeitt saman við síðani.
Úrslitið av hesum samstarvi hava
fólk nú sæð ein part av. The Dreams
vóru við í danska Grand Prixnum og
fingu veruligt gjøgnumbrot í Danmark.
Teir hava givið nýggja fløgu út, og
sangir hjá teimum hava verið ovast á
Boogie listanum.
í summar hava teir spælt ymsastaðni
í Danmark, og framførslurnar halda
fram í heyst. Bólkurin arbeiðir eisini
við nýggjum sjónbandalagi, og roknað
verður við, at onkur stakfløga afturat
kemur av útgávuni hjá The Dreams.
Eftir tað er ikki óhugsandi, at bólkurin
eisini fer at søkja kjansin uttanfyri
Danmark.
Chief sær møguleikarnar
Maðurin, sum fram um øll onnur, hevur
sæð møguleikarnar í The Dreams
er framleiðarin Chief 1. Hann er ein
royndur harri í donskum tónleiki, og
hann hevur takkað nei til onnur tilboð
fyri at kunna brúka orku upp á The
Dreams.
Eg havi gjørt tónleik meginpartin
av mínum lívi. Eg livi av og fyri at gera
tónleik, og eg leiti altíð ímóti tí, sum
eg haldi verða spennandi. Í fjør var
eg til eina tónleikakapping í Vega í
Keypmannahavn, og tá hoyrdi eg fyrstu
ferð The Dreams. Eg lurtaði eftir 23
bólkum tað kvøldið, men tað var bara
ein bólkur, sum eg fekk meg á føtur og
fram til pallin, og tað var The Dreams.
Tá ið eg hoyrdi teir, hugsaði eg: Hvat
tramin hendir her?
Hetta var ein av teimum løtunum,
sum eg livi fyri í tónleiki. Løturnar
upplivir tú ikki so ofta, men tá ið eg
geri tað, so eg eri glaður fyri, at eg
ikki eri húsaseljari ella okkurt annað,
men framvegis fáist við tónleik, sigur
Chief 1.
Góðir at samstarva við
Chief 1 er sera fegin um samstarvið,
sum hann hevur havt við The Dreams.
Eg valdi at samstarva við The
Dreams, tí teir eru fantastiskir. Teir eru
nakrir av teimum fittastu fólkunum,
sum eg nakrantíð havi hitt, og teir
eru serstakliga seriøsir. Teir venja
sera miðvíst og ganga so høgt upp
í tónleikin, at eg havi ikki upplivað
nakað líknandi millum teir tónleik
arnar, sum eg havi annars havi arbeitt
saman við seinnu árini, sigur Chief 1.
Eg havi hug at síggja tað potentiali
Tóku fyrstu fetini á
The Dreams hava við teirra
lívliga og fangandi rocktónleiki
lagt Danmark fyri sínar føtur.
Nú kunnu teir fyri fyrstu ferð
í langa tíð upplivast aftur á
føroyskum palli