Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 146 - 2. august 2001 Nr. 146 - 2. august 2001 13 Raka BP og Shell við olju í føroysku undir- grundini um einar tríggjar vikur fara feløgini beinanvegin at testa brunnin og tá verður neyðugt at »flara«. Gasslogi fer tá at standa upp í loft og verður fyrsta eyð- sýnda tekinið um, at olja er funnin á føroyska landgrunn- inum. Og vil væl við, kann tað verða mann- ingin á Norrønu ella øðrum skipum har um leiðir, sum tey fyrstu, ið fara at síggja gasslogan. Tað sama hendi fyri skjótt 10 árum síðani, tá manningin á Smyrli sá gassloga við hinu- megin markið REPORTASJA/ANALYSA Jan Müller Tá BP og Shell – somu oljufeløg, sum nú bora á okkara landgrunni - í 1992 sum tey fyrstu nakrantíð settu borin í á djúpum vatni í Hetlandsrennini millum Føroyar og Hetland hendi tað, sum feløgini ikki høvdu ætlað skuldi henda, nevniliga at manningin á Smyrli á tess rutusigling millum Føroyar og Skot- land, fekk eygað á gassloga stutt frá føroyska fiski- markinum. Hesin gasslogi var einki minni enn byrj- anin til oljuævintýrið, sum í dag telur ikki minni enn tvey risastór oljufelt í framleiðslu, Foinaven og seinni Schiehallion. Gass- login, sum sást á brúnni á Smyrli tá, var byrjanin til fyrstu útbyggingina av ein- um oljufelti vestan fyri Hetland, Foinaven. Tað var ongantíð ætlanin hjá BP og Shell, at tíðindini um oljufundið skuldu leka so skjótt út. Eitt nú vórðu føroyingar og bretar í torførum samráðingum um ásetan av undirgrundar- marki og harvið eisini ognarrættin til stór ríki- dømi. Møguliga kundi al- mannakunngerðingin av slíkum oljufundi gera tað torførari hjá bretsku stjórn- ini at sannføra føroysku samráðingarfólkini um, at markið skuldi ikki vera miðlinja. Men borðið fang- aði. Manningin á Smyrli kundi fortelja umheim- inum, at skjøtil varð settur á eina spildurnýggja olju- provins, Atlantsmótið ella The Atlantic Margin. Og í fjølmiðlunum var áhugin fyri Føroyum sum komandi leitiøki brádliga ovurstórur. Skrivað varð um oljumilli- ardirnar, sum bíðaðu í undirgrundini. Serliga var tað føroyski oljuserfrøðing- urin, Daniel Poulsen, sum gjørdi vart við nýggja fundið og tann týdning tað fór at fáa fyri alt føroyska økið. Lagnunnar speisemi ella álvari má tað sigast at vera, at nú nærum 10 ár eftir at rakt varð við stórar olju- goymslur á bretskum øki men tó bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum, eru tað nettupp somu feløg, BP og Shell, sum í ferð við at royna eydnuna okkara meg- in markið. Tey hava sera stórar vónir og viðganga, at tað tey »síggja« í undir- grundini líkist tí tey funnu hinumegin markið fyrst í 90-unum. Sjálvandi vóna tey, at søgan fer at endurtaka seg: at tey eisini raka við olju okkara megin markið. Og við teimum royndum og vitan tey longu hava frá feltum sínum í bretskum øki skuldi ikki verið so ósannlíkt, at tey fara at finna olju her eisini. Og tá er spurningurin eisini, um ein annar partur av hesi forvitnisligu søgu fer at endurtaka seg - nevn- iliga tá Norrøna á eini av komandi ferðum sínum úr Hanstholm til Havnar fer framvið boriskipinum West Navion á føroyska land- grunninum – at manningin á brúnni fer at síggja gass- loga í bakborð, fyrsta veru- liga eyðsýniliga tekinið um oljufund? Hesa kensluna fekst tú, tá siglt varð á rutuni hjá Norrønu vikuna fyri ólav- søku framvið boriskipinum West Navion seint sunnu- kvøld, júst um tað mundið, tá gjørt varð klárt til at seta á undirgrundina. Tað er nevniliga so, at oljufeltini á bretskum øki og leitingin í føroykum umráði liggja í forlongilsi av hvørjum øðr- um og parralelt við kósina hjá Norrønu. So stutt er eis- ini millum bretsku fram- leiðsluskipini og leitiskip- og -pall á føroyskum øki, at tey síggja hvørt annað við berum eygum. Eftir fyrst í skýmingini at hava siglt framvið goymslu- og framleiðslu- skipinunum á Foinaven og Schiehallion oljufeltunum bretsku megin markið, har gasslogarnir stóðu upp í loft, og har einir fýra til fimm stórir pallar eisini boraðu, varð siglt um nógv umstrídda markið. Umleið ein tíma seinni komu vit í dýrdarveðri fram á West Navion, sum lá stilt í sjón- um og heilt upplýst í kvøld- Gasslogi í bakborð! Framleiðsluskipið á Schiehallionfeltinum einans góðar 20 fjórðingar frá staðnum, har West Navion nú borar Stórtíðindi í fjølmiðlunum fyri skjótt 10 árum síðani, tá manningin á Smyrli sá gassloga frá boripalli stutt frá leiðunum, har tað nú verður borað á føroyskum øki Millum ferðafólkini við Norrønu fyrstu ferð varð siglt fram við oljuleiðirnar á bretskum øki og leitileiðirnar á føroyska økinum var eingin minni enn »the grand old man« í føroyskari oljusøgu, Árni Olafsson, sum hevur staðið á odda fyri útviklingini frá byrjan. West Navion og hjálparskip farin til arbeiðis á føroyska landgrunninum armyrkurinum. Nú so nógv hevur verið skrivað og tos- að um alt hetta var tað eis- ini ein sjáldsom og hend- ingarrík uppliving fyri tey nærum 1000 ferðafólkini og manningina, sum eisini vórðu sum tikin á bóli, tá hesir upplýstu »minibýir- nar« lógu fyri teimum á havinum. Skiparin henda túrin, Hendrik Hammer, útihýsir ikki møguleikanum, at Norrøna komandi túrarnar fer at velja siglingarleiðina millum Holið og Havnina heldur enn at fara norður um. Tað veldst so um veður og vind. Er sýnið hampuligt ber til at síggja West Navion í havsbrúnni. Tá vit standa á brúnni og eygleiða ljósglæmuna frá boriskipinum, sum glitrar í tí spegilsklára sjónum, standa søgurnar, sum gingu um fundini bretsku megin markið fyri skjótt 10 árum síðani, tá manningin á eini aðrari brúgv, henni á Smyrli, sá gasslogan frá boripalli, púra klárar fyri einum. Skiparin útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri, at søgan skal fara at endurtaka seg, nú bara á brúnni á Norrønu. Sjálvur verður hann ikki við kom- andi túrarnar, men har verða aðrir góðir menn á brúnni, sum ætla sær at hava eitt vakið eygað við West Navion, tá siglt verður framvið. Er sýnið hampu- ligt koma teir at síggja ein møguligan gassloga frá boriskipinum, um og tá hetta hevur rakt við olju og fer undir at testa. Sosialurin skilur, at sam- bart arbeiðsprogramminum hjá BP/Shell er ætlanin at testa møguligt fund beinan- vegin. Tvs. at fáa fleiri upplýsingar um oljuna og goymsluna skjótast tilber. Hetta er so eisini í tráð við tað, sum bæði boristjórin hjá BP segði við Útvarpið herfyri og høvuðsstjórin hjá felagnum segði við Sosialin fyrr í vár, at ætlanin er – um olja verður funnin – at fara undir at framleiða skjótast til ber. Hetta skal tó gerast í samráð við føroyska myndugleikar. Hjá Statoil harafturímóti verður eingin »flaring« tvs. at teir fara ikki at testa møguligt felt beinanvegin, um teir raka við olju undir boringini við Sovereign Explorer. Tað bíða teir við. Tí er tað bara West Navion, sum manningin á brúnni á Norrønu og fyri tað eisini á øðrum skipum á leiðini, ið eitt vakið eygað skal havast við. Hvat úrslitið verður verður tíðin at vísa. Men dagarnir ganga og við ný- tímans útgerðini West Navion hevur umborð – og um alt gongur sum tað skal – kann henda, at eitt úrslit fyriliggur væl fyrr enn nakar á landi hevur ímynd- að sær. Hóast tað er torført at fáa nakað at vita frá hvørki Statoil ella BP, so ber til at samanbera hesar boringar- nar við boring aðrastaðni og fáa eina hóming av gongd og tíð. Eftir tí sum Sosialurin hevur roknað seg fram til kunnu bæði Statoil og BP umleið 20. august siga okkurt ítøkiligt um, um teir hava rakt við kolvetni ella ikki. Feløgini hava annars sagt frá, at tey neyvan kunnu siga nakað fyrr enn í september. Tey vilja sjálvandi ikki lova ov nógv og heldur hava nakað at lorað út uppá. Men vit eiga ikki at verða kløkk fyriliggur okkurt úrslit væl fyrr. T.d. hevur høvuðs- stjórin hjá BP úttalað til Sosialin, at teimum nýtast kanska ikki meira enn 18 boridagar á føroyska økin- um. So kemur testingin omaní. Tvs. at BP kann koma við um ikki tí enda- liga svarinum so eini met- ing væl áðrenn 20. august. Alt hetta eigur tó at takast við fyrivarni. Av tí at báðar boringar eru at meta sum »tight« tvs. »lukkaðar« fyri almenninginum, verða eingir upplýsingar latnir undir boringini. Bara Olju- málastýrið hevur krav uppá at fáa allar upplýsingar sohvørt. Nær borurin kemur til tey møguliga oljuberandi løg- ini veldst so sjálvandi um, hvussu líkindini verða td. hvussu nógv basalt er at bora ígjøgnum osfr. Bæði oljufeløgini bora úti á millum 1000 og 1100 metra dýpi. Borurin hjá BP skal umleið 3800 metrar niður gjøgnum grót- og sedimentløg, áðrenn hann kemur á mál. Statoilborurin skal eitt sindur stytri. Hesi tølini skulu sjálvandi takast við fyrivarni. Fyrst í hesi vikuni hevði Sovereign Explorer borað í umleið 20 dagar. Eitt møguligt kvali- fiserað skot er, at borurin er komin millum 1000 og 1500 metrar niður. Tvs. at Statoil hevur borað millum triðing og fjórðing av teininum. Hóast BP hevur borað í stytri tíð so eru teir eisini komnir nakað tað sama. Áhugavert er eisini at merkja sær, at í báðum boringum verður miðjað móti at bora gjøgnum fleiri ymsar strukturar, sum í teoriini kunnu goyma olju og gass. Hóast tað ikki er serliga sannlíkt, so ber til hjá feløgunum at koma niður á meira enn tað eina feltið, sum kósin fyrst og fremst er sett móti. Tað er greitt, at við hesum boringunum, har borað verður gjøgnum sedi- mentløg, ið ongantíð áður eru kannað um okkara leið- ir, fáa føroyskir jarðfrøð- ingar eisini eina spennandi og nýggja vitan. Um olja verður funnin ella ikki og í lønandi nøgdum, so verður vitanin, sum kemur upp úr holunum í hvussu er at meta sum gullvert fyri før- oyskar jarðfrøðingar og eis- ini oljumálastýrið. Ein slík leiting kann verða av sera stórum virði fyri allar part- ar, hóast tú ikki her og nú ger nakað veruligt olju- fund. Tað er eisini tí, at Oljumálastýrið í loyvunum hevur tryggjað sær at- gongdina til allar upplýs- ingar. Hóast havið er stórt, so er teinurin millum kendu bretsku oljuleiðirnar og føroysku leitileiðirnar stuttur. Sovereign Explorer liggur umleið 68 fjórðingar úr Akrabyrgi og West Navion 76 fjórðingar. Millum boripall og boriskip eru umleið 15 fjórðingar. Taka vit so teinin til bretsku oljuleiðirnar, eru 20 fjórðingar millum West Navion og Foinaven og 23 fjórðingar millum West Navion og Schiehallionfeltið. Taka vit so siglingarleiðina hjá Norrønu, so eru bert 27 fjórðingar millum hana og West Navion. Hesi tøluni vísa bara, hvussu stutt er millum tær boringarnar, sum nú fara fram á føroyskum øki, og tey stóru oljufeltini, sum framleiða olju á bretskum øki. Á sjókortinum síggja vit (trýkanturin) øðrumegin leiðina, har West Navion liggur og hinumegin staðið, har Sovereign Explorer borar. Longur syðri (í sama trýkanti) síggja vit avmerkt, hvar Amerada Hess skal bora. Stiplaða linjan er markið og stutt frá markinum (í sirkulinum) síggja vit bretsku feltini Foinaven og Schiehallion. Framvið gongur so rutan hjá Norrønu. Hallur Beck, yvirstýrimaður á Norrønu mátar teinin millum føroysku leitileiðirnar og bretsku oljuleiðirnar. C M Y K 13 12