Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 2. august 2001 15 Millum gestirnar á Listastevnuni eru grønlendski Rasmus Lyberth og íslendski Bubbi Morthens. Meðan Bubbi arbeiðir við nýggjum tilfar, sum kemur út í heyst, fer Rasmus á Før- oyaferðini at leggja fram nýggja fløgu. LISTASTEVNA Birgir Kruse Rasmus Lyberth, sum í ár fer um tey hálvthundrað, er ein fjøltáttaður listamaður. Best kenna vit hann á tón- listarliga økinum, har hann í mong ár hevur umboðað Grønland. Rasmus er føddur í Maniitsoq 1951 og hevur givið út eina røð at fløgum og plátum, altíð á grøn- lendskum máli. Í Norðan- londum eru fleiri, sum støðugt meta Rasmus Lyberth sum fremsta vísu- sangaran av øllum, tí hann er so hugtakandi á palli. Sjálvt um vit ikki duga málið, kenna vit innihaldið, siga fleiri. Rasmus Lyberth var sjó- maður, tá hann norðalaga í Finnlandi fór at syngja. Hann helt fram at syngja á bygd í Danmark, ferðaðist við landsmonnunum í rokkbólkinum Sumé í Ka- nada og Alaska, arbeiddi eitt langt skeið í sjónleik- arabólkinum Tukak og stovnaða fyrsta grøn- lendska sjónleikarabólkin við føstum tilhaldsstaði, Silamuit í 1984. Í tekstum hevur Rasmus alla tíðina nýtt móðurmálið og hevur verið ein sannur undangongumaður og kveiki hjá yngri sangarum í Grønlandi. Fremst av øllum eru tað kenslurnar, sum eru kjarnin í sangunum, sigur ein hugtikin Sid Jansson í bókini »Nordisk visebok« í 1994, har hann dregur fram sangin »Erningaa«. Rasmus Lyberth, sum vit eisini kenna úr filmi, er heiðraður við Poul Henn- ingsen-prisen og Danish Jazz, Beat and Folk Prize. Sama dagin Rasmus hev- ur konsert í Klingruni, verður tíðindafundur, har nýggj fløga verður løgd fram. Íslendski Bubbi Morth- ens er júst farin um tey 45. Hann kenna vit sum fremsta íslendska vísu-, rokk- og fólkasangaran. Hann hevur farið víða, bæði listarliga og landa- frøðiliga. Og kanska mest persónliga. Henda ferð, innara og ytri, endurspegl- ast á sjáldsaman hátt í tekstum og tónleiki hjá Bubba. Bubbi er yngsti sonur Grethe Skotter Pedersen og Kristinn Morthens, navn- givin Ásbjörn Morthens, men kallaður »Bubbi«. 13 ára gamal flutti hann við mammuni til Danmarkar, men vendi aftur til fedra- landið Ísland, tá danski skúlin gjørdist ov trupul. Orðblindni var orsøkin, staðfestir Politikens Rock Leksikon. Fleiri ár seinni yrkir hann »Ég elska bæk- ur«, sum Martin Næs landsbókavørður hevur um- sett til føroyskt »Eg elski bøkur«. So ikki er tað altíð um skúlan og skipaða skúlagongd, at alskurin til bøkur sprettur fram. Bubbi fór at arbeiða í fiski og eitt skifti í sjey- tiárunum var hann í Klaks- vík. Her arbeiddi hann saman við Einari Káras- syni, sum í dag er millum fremstu rithøvundar Ís- lands. Í Klaksvík var Norð- borg arbeiðsstaður hansara. Um tíðina í Føroyum skrivar Bubbi í sjálvævi- søguligu bókini »Bubbi«, sum Mál og Menning gav út í 1990, eins og í sang- inum »Færeyablús« á fyrstu lp-plátuni. Hesa tíðinia í sjeytiárun- um fór Bubbi at lurta eftir amerikansku sangarunum Woody Guthrie og Lead- belly. Hann legið seg eftir einum serstakum gittar- spæli og setti lag til yrking hjá eldra bróðirnum Tolla, sum seinni bleiv kendur listamálari. Í 1980 kom fyrsta lp-plát- an »Ísbjarnarblús«. Eftir hetta møtti Bubbi tveimum bretum í Reykjavík og saman við teimum stovnaði hann fimm manna bólkin »Utangarðsmenn«, sum m.a. spældi saman við The Clash. Eins og Rasmus hevur Bubbi spælt við í filmi. Sum tónleikari er hann við í klassiska íslendska film- inum »Rokk í Reykjavík« frá 1982 og sum leikari í filminum »Eins og skepnan deyr« frá 1985. Um hetta mundi flutti Bubbi til Svø- ríkis og spældi við í Im- periet, har Joakim Thå- ström eisini var við. Við støði í hvítari og svartari amerikanskari vís- uhevd í farnu øld, hevur Bubbi Morthens stundum verið skýrdur hin íslendski Bruce Springsteen. Eitt hóskiligt heiti, hóast Bubbi avgjørt gongur egnar leiðir, m.a. við upptøkum av heitu oynni Kuba. Nýliga hevur hann eisini sungið Bel- lmann-vísur, eins og kend- astu sangirnar hjá farbróð- irnum, Hauki Morthens. Bubbi Morthens arbeiðir við nýggjum tilfari, sum í heyst kemur út á forlagnum Skífan. Tvær aktuellar savnsfløgur, báðar við heit- inum »Søgur« lýsa væl øll skeiðini hjá fremsta ís- lendska rokkyrkjaranum Bubba Morthens. Fyrra konsertin verður saman við Vísumonnum í Atlantis í Klaksvík. Seinna konsertin hjá Bubba verður í høllini í Norðurlandahúsinum. Í Noregi er Kari Bremnes ein hin best umtókta sangar- innan, bæða á konsertum og fløgu. Hon hevur sungið Tove Ditlevsen og Leonard Cohen á norskum, eins og úr dagbókabløðum hjá Edvardi Munch. Fyri fyrstu ferð vitjar hon Føroyar. LISTASTEVNA Birgir Kruse Klingran í Norðurlanda- húsinum verður karmurin um røddina hjá Kari Brem- nes og klaverið hjá Bengt Egill Hansen. Tvey eini, sum undir mánanum rúna- binda forvitna lurtaran. 44 ára gamla Kari Bremnes er úr Svolvær í Lofoten og er útbúgvin cand.mag. við máli og sjónleiki sum høvuðsgrein. Eins og systkinini, byrjaði hon tíðliga at syngja. 12 ára gomul sang hon Mozart og seinni hoyrdist alt húski á fløguni »Ord fra en fjord«. Kari arbeiddi sum blað- kvinna á Aftenposten, inn- an hon gjørdist kend sum sangarinna við egnum út- gávum og tilfari. Sum blað- kvinna legið Kari seg mest eftir at lýsa mentamál og virksemi á hesum øki. Saman við brøðrunum Lars og Ola Bremnes fór hon at syngja og halda konsertir. Eisini pápin Ole H. Bremnes var stundum við. Lars Bremnes, sum spælir saksofon og hevur egið orkestur, var við á Summar- tónum í ár. Í 1981 hevði Kari Brem- nes samstarvað við aðrar tónleikarar í bólkinum »Stiftelsen«. Hetta árið kom útgávan »Stiftelsens fristelser«. Seinni hevur Kari Bremnes í egnum navni givið út átta fløgur, har hon m.a. ber fram yrk- ingar hjá Olav H. Hauge, Tove Ditlevsen og Leonard Cohen, alt samalt á norsk- um. Ein hin mest sermerkta tónleikaútgávan á okkara leiðum ber eisini eyðkenda, inniliga frámerkið hjá Kari Bremnes. Tað er »Løsriv- else«, sum kom í 1993. Út- gávan byggir á dagbóka- bløð og uppskriftir, funnar eru eftir norska listamannin Edvard Munch. Munch, sum saman við van Gogh legði lunnar und- ir ekspressionistiska rákið, skrivaði altíð í eina bók, tað, ið hann sá og arbeiddi við. Litir, ljós og huglag. Hesir tekstir, sum í sjálvum sær eru rættar yrkingar, hevur Kjetil Bjørnstad sett til tónleik, sum Kari Brem- nes framber á fløguni »Løsrivelse« á forlagnum Kirkelig Kulturverksted. Sama forlag hevur givið út allar tær átta fløgur, sum Kari Bremnes hevur latið úr hondum í egnum navni. Fyrsta útgávan var »Mitt ville hjerte« í 1987. Her syngur Kari Bremnes úr yrkingasavninum hjá Tove Ditlevsen, ekspressivt og í áhugaverdum, egnum útset- ingum, við munandi størri kraft, enn vit eru von við at hoyra frá donsku Onnu Linnet. Saman við øðrum, er Kari eisini við í eini røða av útgávum, m.a. »Om månen hadde en søster - Cohen på norsk«, har Håvard Rem hevur flutt sangir hjá kanadiska Leonard Cohen í norskan búnað og »Salmer på veien« har hon syngur norskar sálmar saman við Mari Boine og Ole Paus. Forlagið hjá Kari Brem- nes er Kirkelig Kulturverk- sted, eitt hitt mest ser- merkta á okkara leiðum, bæði tá umræður ljóð og húsa. Oyrað og eygað fáa sítt. Hetta norska forlagið, sum bókaforlagið Asceh- oug eigur, er víðagitið fyri at arbeiða við ljóði og upptøkum, sum serliga á akustiska økinum hava vunnið eitt serstakt pláss hjá ljóðteknikarum og plátusavnarum kring allan knøttin. Útgávurnar hjá Kirkelig Kulturverksted eru vorðnar sonevndar »refe- rence-plátur«. Harafturat eru húsarnir hjá hesum for- lagi seregnir og altíð væl frágingnir, bæði í tilfari, út- gerð og sniði. Í Føroyum er tað plátubúðin hjá H.C.W Tórgarð, sum selur útgávur frá Kirkelig Kulturverk- sted. Nýggjastu útgávur Karis eru »Månestein«, »Svarta Bjørn« og »Norwegian Mood«, sum kom í fjør. »Erindring« frá 1995 er savnsfløga, sum í framúr brotum lýsir ymsu útgáv- urnar hjá Kari Bremnes. Við á ferðini til Føroya er klaverleikarin Bengt Egill Hansen, sum Kari hevur samstarvað við seinastu mongu árini. Eins og flestu sangarar og tónleikarar, sum geva út á Kirkelig Kulturverksted, so setir Kari Bremnes ljóði í hásætið. Tí hevur hon eisini ljóðteknikaran Asle Kar- stad við á ferðini. Útnorðurfrændur Um mánin hevði eina dóttur Íslendski Bubbi Morthens og grønlendski Rasmus Lyberth arbeiða báðir við nýggjum tilfari. Teir vitja báðir listastevnuna í næstu viku. Bubbi fór at arbeiða í fiski og eitt skifti í sjey- tiárunum var hann í Klaksvík. Sama dagin Rasmus hevur konsert í Klingruni, verður tíðindafundur, har nýggj fløga verður løgd fram. 15 14 Nr. 146 - 2. august 2001 Fríggjadagurin hin 17. august er hundrað ára dagur Heðin Brú. Í flaggskrýdda Sjón- leikarhúsinum verður hetta hátíðarhildið á Listastevnuni LISTASTEVNA Birgir Kruse Øll kenna vit røddina á Mariusi Johannesen, sum nú aftur hoyrist í Útvarp- inum. Eisini kenna vit høvuðspersónarnar, Ketil og Kálv, og teirra mangan gyltu samrøður. Samrøður, sum mynda tað gamla og tað nýggja, tað skilagóða og tápuliga — eitt samfelag í eini broytingartíð. Hetta er støði í ivaleyst mest lisnu og elskaðu føroysku skald- søguni »Feðgar á ferð«, sum kom út í bók í 1940. Útvarpið Útvarpið sendir søguna, tí nú stundar til hundrað ára dag Heðin Brú, sum varð føddur í Skálavík hin 17. august 1901. Heðin Brú, hvørs rætta navn var Hans Jacob Jacobsen, andaðist hin í 18. mai 1987. Bókmentunarliga er Út- varpið eisini við í stutt- søgukappingini, sum lýst varð í vár. 39 handrit komu inn og vinnarin verður kunngjørdur tá Listastevn- an verður sett hin 8. august. Sama dag verður vinnandi søgan lisin í Útvarpinum og eitt úrval kemur út í bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Sjónleikarhúsið Hundrað ára minnisdag Heðin Brú verða dyrnar latnar upp í flaggskrýddum Sjónleikarhúsi í Havn. Har fer sonurin, Bárður Jákups- son, at greiða frá um ættina í Skálavík og Bergljót Joensen fer at halda stuttan bókmentunarliga fyrilestur og siga frá um stovnina av Norrøna Felagnum fyri fimti árum síðani. Tað var Heðin Brú, sum tók stig til hesa stovnan og hevði drúgt brævaskifti við Stellu Kornerup úr Birkerød um hesi viðurskifti. Stovnandi aðalfundurin var júst í Sjónleikarhúsinum. Stutt brot úr sjónvarps- samrøðu, sum Marius Johannesen hevði við Heðin Brú verða sýnd, eins og áhugaverdi filmurin »Tríggir varðar«, sum Eyð- un Johannesen og Rólant Thomsen gjørdu í 1977. Filmurin, sum varir hálvan tíma, lýsir teir tríggjar William Heinesen, Chr. Matras og Heðin Brú. Hundrað ára dag skald- sins verður eisini varpað ljós á sjónleikin. Leikhúsið Gríma fer í Sjónleikar- húsinum at framføra leik- brot úr søguni »Feðgar á ferð«, eins og nýskrivaður rútmiskur tónleikur við støðu í somu skaldsøgu verður framførdur. Heðin Brú Fjúrtan ára gamal fór Heðin Brú til skips. Stóran part av tjúguárunum læs hann búnaðarfrøi í Dan- mark, har hann leyk prógv í 1928. Seinni gjørdist hann landbúnaðarráðgevi í Før- oyum og stava flestu søgur hansara frá ferðum í hesum starvi kring oyggjarnar. Fyrstu skaldsøgur hans- ara »Longbrá« (1930) og »Fastatøkur« (1935) lýsa byltingarnar í føroyska samfelagnum, tá landbún- aðarin mátti víkja fyri fiski- vinnuídnaðinum. Sama evni, har nýtt og gamalt rennir saman, er høvuðs- evnið í kendastu skaldsøgu Heðin Brú »Fegðar á ferð« (1940). Henda skaldsøga er týdd til fleiri mál, »The old man and his sons« á ensk- um og »Fattigmands ære« á donskum. Tá Kommunuskúlin í høvuðsstaðnum varð vígd- ur hin 2. september 1956, yrkti Heðin Brú kantatuna »Fedranna Tala«, sum há- tiðarløtur enn verður havd á lofti. Í ætt við Holberg? Í 1964 fekk Heðin Brú Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap í bundnum og óbundnum máli yvirhøvur og í 1980 fekk hann barnabókavirðis- løn Tórshavnar Býráðs fyri útgávurnar »Ævintýr I- VI«. Í 1982 fekk Heðin Brú Holberg-Medaillen, sum latin verður á føðingardegi Holbergs hin 3. desember. Virðislønin verður latin »en dansk skønlitterær eller videnskabelig forfatter, ell- er forfatterinde, som en anerkendelse for et litterært eller videnskabeligt værk, eller for den pågældendes forfattervirksomhed som helhed.« Lagt verður aftur- at, at »en vis åndelig for- bindelse mellem Holbergs psyke, bør tages i særlig be- tragtning«. Henda virðisløn varð fyrstu ferð latin í 1934, tá danska Rithøvundafelagið fylti 40 ár. William Heine- sen fekk Holberg-Medaill- en í 1960 og Bent Holm fekk hana í fjør. Altjóða virðing Enska alfrøðin Britannica sigur um Heðin Brú, at »he helped to establish Faroese as a literary language«. Víðari sigur stóra alfrøðin, at »sum limur í ritsjórn Varðans, limur í Føroya Fróðskaparfelag og altjóða virdur rithøvundur, hevði hann ein týðandi mentunar- ligan leiklut.« Heðin Brú hevur týtt sjónleikir hjá Shakespeare og skrivaði í 1980 »Endur- minningar«. Mong plaga at taka til tað lætta og kimiliga málið, Heðin Brú nýtti. Ikki ein- ans heimliga »Orðafarið« hjá føroyamálsdeildini, men sanniliga eisini danska sendistovan í Washington ger vart við hetta. Tá tey lýsa skaldskapin á okkara leiðum, verður Heð- in Brú skýrdur »a master of the language« og enn eina- ferð verður skaldsøgan »Feðgar á ferð« drigin fram sum dømi. Í mest lántu bókini á Landsbókasavninum »Bók- metasøga II« tekur Árni Dahl soleiðis samanum: »Heðin Brú fer at standa sum ein hin allarstørsti prosahøvundur okkara, hann sum meir enn nakar annar við tokka, kærleika og varnum kæti lýsti før- oyingin, ið hevði røtur sínar í gamla bóndasamfelag- num.« Heðin Brú 100 Listasamtakið “Gull- pensillinn” sýnir fram á Listastevn- uni. Her teljast íslendsk listafólk, ið verða søgd at um- boða nýggjaru list- ina LIST Dagfinn Olsen Um eina viku er stóra Listastevnan í hægsta blóma. Alskins tiltøk eru á skránni. Eisini ein stór vitjan úr íslandi. 14 listafólk eru í sam- takinum »Gullpensil- linn«. Hesi hava í ár sýnt fram aðrastaðni, t.d. í Berlin í juli. Tá listastevnan letur upp, verða 4 av lista- fólkunum til staðar í Listaskálanum. Hallgrím- ur Helgasson er ein teirra. Hann er, umframt lista- maður, eisini kendur undirhaldari av sonevnda stand-up comedian slag- num. Eisini hevur hann fyri stuttum skrivað ert- andi um Ísland og ís- lendingar í tveimum teimum seinastu viku- skiftisavísunum. Fólkini handan »Gull- pensillinn« eru: Birgir Snæbjörn Birgisson, Daði Guðbjörnsson, Eggert Pétursson, Georg Guðni Hauksson, Hallgrímur Helgason, Helgi Þorgils Friðjónsson, Inga Þórey Jóhannsdóttir, Jóhann L. Torfason, Jón Bergmann Kjartansson, Kristín Gunnlaugsdóttir, Sigríður Ólafsdóttir, Sigurður Árni Sigurðsson, Sigtryggur Bjarni Baldvinsson og Þorri Hringsson. »Gullpensillinn« á Listastevnuni Frumhandrit eftir Heðin Brú. Tey eru í hesum døgum at síggja á Landsbókasavninum. Listasamtakið »Gullpensillinn« sýnir fram á listastevnuni, og fýra teirra verða til staðar, tá framsýningin letur upp. C M Y K 14