mikudagur 6. august 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Summar Festi
valurin og Norð
oya Sparikassa
hava gjørt slóð
brótandi sam
starvsavtalu,
sum skal varða
minst 10 ár fram
í tíðina
Tá ið fyrsti Summar Festivalurin
varð hildin í 2004, var Norðoya
Sparikassi ein av fyrstu stuðlu
num, sum trúði upp á nýggja
festivalhugskotið og vildi
samstarva við festivalin. Øll árini
síðani hevur Norðoya Sparikassi
verið høvuðsstuðul hjá Summar
Festivalinum, og nú hava part
arnir gjørt eina slóðabrótandi
avtalu um samstarv.
Nýggja avtalan er ikki avmark
að við áramáli, men lagt verður
upp til at avtalan skal halda fram
ár eftir ár, og partarnir hyggja
minst 10 ár fram í tíðina.
Summar Festivalurin er stórt
og týðandi tiltak fyri Føroyar og
lokaløkið í Norðoyggjum, og vit
vilja fegin halda fram við okkara
góða samstarvi við festivalin.
Við nýggju samstarvsavtaluni
verður Norðoya Sparikassi
við til at tryggja høvuðsnøvn
úr útlandinum, vit stuðla før
oyskum tónleikalívi, og vit vilja
framhaldandi menna eitt gott
tilboð til børnini, sigur Eyðfinn
Reyðberg, stjóri í Norðoya
Sparikassa.
Vit hava øll árini lagt dent á,
at Summar Festivalurin skal hvíla
á einum tryggum fíggjarligum
grundarlagi, tí tað er einki gott
hugskot at samstarva við ein
festival, sum fær fíggjarligar
trupulleikar. Hetta hevur eydnast
væl, og tí vilja vit halda fram við
samstarvinum, sigur hann.
Steintór Rasmussen, sum er
ein av fyriskiparunum av Summar
Festivalinum, fegnast um
avtaluna við Norðoya Sparikassa.
Tað hevur alstóran týdning
fyri Summarfestivalin, at vit
frameftir hava eitt gott og trygt
samstarv við Norðoya Sparikassa,
ið er ein gamal stovnur, sum
føroyingar hava stórt álit á. Tað
liggja spennandi avbjóðingar fyri
framman, og vit gerast sterkari av
at standa saman, sigur hann.
Í dag verður meira og
meira tosað um íverksetan og
upplivingarbúskap. Og hetta
at gera tey góðu hugskotini
til veruleika krevur fíggjarligt
innlit og trúvirði. Vit vilja
verða við til at menna okkara
lokaløki og skapa eina góða
festivalmentan í Føroyum. Er
Norðoya Sparikassi skansin, so
kann Summarfestivalurin verða
kanónirnar. Tá kunnu vit bæði
verja borg og taka land, sigur
Steintór Rasmussen.
Norðoya Sparikassi og Summar
Festivalurin gera langtíðaravtalu
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum, skriva undir
nýggju samstarvsavtaluna