Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Hallur Joensen er nýggja føroyska country-stjørnan, og hann er tað sjálvsagda valið til eina framførslu á Summar Festivalinum, sum bjóðar ymiskan tónleik til sínar mongu áhoyrarar. Útgávan Pickin’ Time in Nashville er ein stórseljari í Føroyum, og á útgávuni staðfestir Hallur Joensen enn einaferð, at hann er ein framúr góður country-sangari. Tónleikurin, sum er spældur inn í Nashville, er sera góður og ljóðar væl, og tá Hallur so leggur sína sterku rødd afturat, ljóðar tað sum country av besta slagi – í altjóða flokki. Hallur fer sjálvsagt at hava sín vælspælandi bólk afturat sær, og lagt er tí upp til eina minniliga countryløtu á Føroya størsta festivali. Páll Finnur Páll er ein gamal kenningur í føroyskum tónleiki, og hittmakararnir úr Havn verða aftur í ár við á Summar Festivalinum. Tað er ógjørligt at standa ímóti, tá ið Páll Finnur Páll spælir kendar sangir sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið og Mín Russiski vinur. Argandi tekstirnir eru eisini eitt sereyðkenni hjá bólkinum, men hóast yrkingarnar hjá bólkinum kunnu verða bæði stingandi og argandi, syngja og spæla teir við einum frískum glimti í eyganum. Framførslurnar hjá Páll Finnur Páll eru framúr góðar, og teir duga sera væl at fáa fólkið við. Tað hava teir víst til stór tiltøk kring landið. Bet You Are William Ein sangur. Eitt rimmar hitt. Tað er søgan um bólkin Bet You Are William higartil, men meira er í væntu, nú sangurin Here We Go Stereo hevur slóðað fyri. Ein nýggj fløga er á veg, og á Summar Festivalinum fer Bet You Are William at vísa fólki, hvat hesin spennandi bólkurin stendur fyri. Høvuðsmaður í bólkinum er Petur Háberg, sum hevur verið virkin tónleikari seinnu árini, og eisini hevur spælt á Summar Festivalinum áður. Nú satsar hann við nýggjum bólki og nýggjari fløguútgávu, sum ætlandi skal koma út innan ov leingi. Fløgan hevur fingið heitið See Innlaid Heart For Details. Tónleikur hjá Bet You Are William er stundum lívligur og ágangandi, men stundum friðarligur og inniligur. Ein evnaríkur ungur sangskrivari og sangari stendur á odda fyri bólkinum, og á pallinum røkkur tónleikurin og sjarman langt út yvir pallkantin. Páll Finnur Páll Hallur Joensen Barnashow Børnini kunnu uppliva mangt og hvat á Summar Festivalinum. Stóra Silvalandið er gjørt til smáu festivalgestirnar, og har verður eisini nógv spennandi undirhald festivaldagarnar. Leygardagin byrjar eisini við einum barnashowi á stóra pallinum á Vágsbøi, og har kunnu børnini njóta eina løtu við góðum undirhaldi, áðrenn fyrstu tónleikabólkarnir fara at spæla. Grandma’s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum hevur havt fleiri væleydnaðar framførslur og hevur innspælt sínar fyrstu sjálvskrivaðu sangir. Grandma’s Basement er rímiliga nýggjur bólkur, men seinasta árið hava teir havt fleiri almennar framførslur, og tað gongur støðugt framá hjá bólkinum. Bólkurin hevur eisini gjørt onkrar upptøkur av sjálvskrivaðum sangum, og sangurin Bangna Beistið hevur javnan verið at hoyrt á Rás2. Í føroyskum tónleiki er tíbetur ikki langt út kjallaranum og upp á pallin, og Grandma’s Basement fáa nú kjansin til størsta tónleikatiltakið í Føroyum – Summar Festivalin. Grandma’s Basement