mikudagur 6. august 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Tað munnu verða fáir bólkar í Føroyum, sum hava klárað at gjørt so nógv um seg
sum Húskallar við bara at geva eina útgávu út og spæla nakrar fáar konsertir.
Húskallar við kjarnuni úr Leirvík góvu í 1991 eitt kassettubond út, teir spældu nakrar
fáar sangir, og tað var tað.
Men tað, sum kundi verið leyst og liðugt – gloymt eftir einari lítlari løtu – gjørdist
til eina legendariska útgávu í føroyskum tónleiki. Sangirnir kundi eingin jarða,
hóast bólkurin ongantíð fekk veruliga luft undir veingirnar sum konsertbólkur, og
hesi mongu árini, síðani útgávuna hjá Húskallum, hava sangir sum Bóndin Hungrar
(Knarvakotið), Ria, Hans Ansgar og Aftur Nú verið tráspældir í føroyskum útvarpi.
Og nú skal tað so verða – tað stóra comebackið. Húskallar hava funnið saman
aftur, teir eru farnir í venjingarhølini, og á Summar Festivalinum royna teir enn
einaferð at gera comeback.
Gerið tykkum til reiðar til ársins kultframførslu!
Sølva Ford hevur verið virkin í føroyskum
tónleiki í nógv ár. Kendasti sangurin, sum
hon hevur sungið, man vera Troystartámið,
sum hevur verið ein ordans slagari.
Nú gongur Sølva nýggjar leiðir. Hon
hevur givið fløguna Á Kærleikans Gøtum
út, og á fløguni er erligur og ektaður
countrypoppur. Sølva viðgongur, at
hennara lív hevur ikki bara verið lætt, men
nú hevur endurfunnð Gud og hevur eitt gott
lív.
- Tað er mín kristintrúgv, sum á ein ella
annan hátt hevur hjálpt mær gjøgnum lívið
og teir trupulleikar, eg havi møtt á vegnum.
Men tað er kortini bara hálvur sannleiki,
tí um tað hevur verið Guðs vilji og hansara
máti at hjálpt mær, tá ringast stóð til, veit
eg ikki, men tá eg átti míni tvey børn,
gjørdust tey eitt vendipunkt í lívinum, segði
Sølva Ford í blaðsamrøðu við Sosialin
herfyri.
Á Summar Festivalinum fer Sølva Ford at
framføra sangir av fløguni og aðrar sangir,
og hon fær góða hjálp. Gospelbólkurin
SALT fer nevniliga at stuðla henni við
kórsangi.
Húskallar
Eyðun & Terji
Ein duo uttan sín líka í føroyskum tónleiki. Frálíkir sangarar, framúr sangskriv-
arar og sera dugnaligir á palli. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen taka enn eitt
tørn á Summar Festivalinum, og tey, sum hava verið við til undanfarnu festivalar,
vita, at hetta er nakað av tí besta, sum kann upplivast á festivalinum.
Teir fara at syngja og spæla sínar bestu sangir, og tað eru sanniliga sangir,
ið fólk kenna aftur. Eyðun og Terji hava skrivað sangir sum 80’ini, Dansa, Eros,
Hvønn Dag, Eg flýggi til tónleikin, Nummar og nógvar, nógvar aðrar sangir.
Teir hava drúgvar royndir sum tónleikarar á palli, og sum duo verða teir ikki
tiknir. Komið og syngið við til nøkur av størstu hittunum í føroyskum popptónleiki!
Masterclass
Frálíkt høvi verður nú at uppliva tónleikaligt talkshow
við dananum Lars Danielsson, sum seinastu umleið 30
árini hevur verið millum mest umbidnu bassleikarar
í norðurlondum. Lars fer at greiða frá um bæði og eitt
og annað, sum tónleikarar kunnu koma út fyri. Hann
fer at geva góð ráð um praktisk viðurskifti, og fólk fáa
sjálvsagt møguleikan at seta honum spurningar.
Lars Danielsson hevur spælt saman við
heimskendum tónleikarum sum Mary J. Blige, Des’
Ree, Eagle-Eye Cherry, Rick Astley umframt einari
langari røð av kendum donskum bólkum.
Masterclass við Lars Danielsson verður í
Skansastovu í Havn mikukvøldið 6. aug. kl. 19:00.
Atgongumerki fáast við dyrnar ½ tíma áðrenn
tiltakið.
Sølva Ford & SALT