Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 DJ Fireflei Are you ready for the Kizerschtick? Ja, soleiðis hevur tað rungað úr útvarpslurtinum í summar. Og nú ræður um at verða klárur. Tí DJ Fireflei hevur sína fyrstu uppgávu sum DJ á Summar Festivalinum. It is hardcore! Eager To Please spælir rocktónleik, sum hann plagdi at ljóða og eigur at ljóða, og íblásturin frá bólkum sum Uriah Heep, Deep Purple og Led Zeppelin er ikki til at fara skeivur í. Bólkurin varð stovnaður í 2005, og fimm tónleikarar spæla við. Eager To Please hevur spælt til Prix Føroyar og Global Battle of the Bands, og fyri kortum góvu teir fløgu út – There’s No Pleasin’ Some People. Vælspælandi rockbólkurin fer uttan iva at seta sín dám á ársins Summar Festival. Eager To Please Karaoke Tú hevur eisini møguleikan at syngja á Summar Festivalinum. Karaoke er sera vælumtókt millum bæði børn og vaksin. Hugskotið við karaoke er, at vanlig fólk kunnu sleppa at royna seg sum sangarar av kendum sangum. Soleiðis verður eisini á Summar Festivalinum í ár, har ein og hvør, sum hevur dirvi ella evnini ella bæði, kann fara á pallin. Vinningar verða burturlutaðir í sambandi við karaoke-tiltakið. Godøy Skulekorps Norskt hornorkestur við ungfólki vitjar í Føroyum í summar, og tey fara at hava eina framførslu á Summar Festivalinum. Orkestrið fer at spæla á torginum, tá ið musikalski parturin av festivalurin byrjar fríggjakvøldið Sjúrður, Ólavur og Kári Góð frásøgufólk eru ein treyt fyri góðum festivali, og Summar Festivalurin er í góðum hondum á hesum øki. Undanfarin ár hevur Sjúrður Skaale presentera bólkar á stóra pallinum, og tað fer hann at gera aftur í ár. Í Flags tjaldinum og á Torginum verður Ólavur Klakk frásøgumaður hóskvøldið og leygarkvøldið. Fríggjakvøldið hevur Kári Sólstein frásøgufólk. Guðrið Hansdóttir Guðrið Hansdóttir hevur seinasta árið verið ein tann best umtókta føroyska songkvinnan. Guðrið er sangari, tónleikari og sangskrivari, og seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Hon hevur áður spælt á Summar Festivalinum, men síðani seinasta festivalin hevur hon fingið veruligt gjøgnumbrot við frálíkari útgávu. Sangir sum Do You Believe, Sleeping With Ghosts og Love Is Dead er millum kendu sangirnar hjá Guðrið Hansdóttir. Hon vann eina heiðursløn á Planet Awards fyrr í ár.