hósdagur 7. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2008
13
Hendan morgunin, eg lurt
aði eftir sendingini Summ
armorgun í ÚF, har Ger
hard Lognberg varð mót
tikin sum ein hetja á kajuni
í Skopun, hugsaði eg við
mær sjálvum, hvat snýr alt
hetta hóvastákið og øsingin
seg um?? Har vóru róp og
skrál, lovprísan, fyri ikki at
siga tilbiðjan og dyrkan av
einum persóni, sum hevði
lovað teimum nógv, men í
roynd og veru, als einki
hevur megnað at givið teim
um, uttan bara tóm orð og
tóm lyftir.
Falskar vónir
Undan valinum, gav hann
sandoyingum lyfti um, at
hann skuldi geva teimum
ein undirsjóvartunnil,
millum Suðurstreymoynna
og Sandoynna. Eisini tá var
Gerhard móttikin sum ein
hetja, við røðum, róp og
skrál, men tað sum hann
átti at havt syrgdi fyri, var
at fáa til vega fígging, men
hetta varð als ikki hugsa
um. Hjá Gerhardi ráddi tað
bara um eitt, og tað var at
verða afturvaldur, so vertin
á, at hann gav sínum velj
arum falskar vónir og tóm
lyftir.
Eysturoyartunnilin
fyrstur
Í svarinum, sum løgmaður
gav Gerhardi, sigur hann
m.a., at Eysturoyartunnilin
helst verður gjørdur fyrst.
Hetta fall ikki í góða jørð
hjá Gerhardi. Men tað
løgna er nú, at Gerhard er,
saman vi andstøðuni, í holt
við at leggja uppskot fram
í tinginum um, at Eystur
oyartunnilin skal gerast
fyrst. So hvør hevur svikið
hvønn, haldi eg at føroya
fólk dugur sjálvt at gera
sínar metingar um. Um
sandoyingar hava skilt
hetta, veit eg ikki.
Hendan samgongan gav
greið boð um, sambært
tunnilsbólkinum, at farðast
skuldi í holt við at borða
Sandoyartunnilin, so skjótt
játtanin var komin upp á
150 mill. kr, men takka
veri skilaleysa atburðinum
hjá Gerhardi Lognberg, er
Sandoyartunnulin helst
skotin langt út í framtíðina.
Nær sandoyingar vakna
veit eg ikki, men løgið er,
at sandoyingar ikki duga at
síggja, at við slíkari fram
ferð, fæst einki fast
samband við meginøki,
sum landið liggur í løtuni.
Nógv eru ivasom
Sjálvur havi eg veri heitur
fyrisprákari fyri, at Sand
oyggin skuldi fáa fast
samband, men eftir alla
hesa høpisleysa øsing og
skilaleysu, ódemokratisku
framferð hjá Gerhardi, har
hann hevur koyrt alt landið
út í, so at siga stjórnar
loysi, sum alt landið má
bløða fyri, eri eg vorðin
sera ivasamur, og tað eru
tað eisini mong onnur, sum
eru tað við mær. So sum
fíggjarliga støðan er í
løtuni, ger tað sjálvandi
ikki betur.
At enda skal eg takka
himum tingmanninim fyri
Sandoynna, Páll á Reyna
túgvu, sum hevur víst ein
sera skilagóðan og virði
ligan atburð í hesum máli,
sum helst fer at løna seg
aftur í síðsta endanum.
Er Gerhard ein hetja?
kv@olivant.fo
Kai
Vágfjall
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu, tá okkara góða mamma, vermóðir,
omma, langomma og olduromma
Margrethe Egholm
varð jarðað.
Tøkk til Bjarna Bæk, fyri tey góðu orð.
Tøkk fyri blómur og heilsanir, og tøkk øll tit,
ið fylgdu henni.
Ein stór tøkk til Lágargarð, og serliga til starvsfólkið
á Miðstovuni, ið vóru so góð við hana og okkum
avvarðandi í tey 11 árini, hon búði har.
Familjunnar vegna
Jens Petur, Petur og Hanna
Størsta ítróttarbragd
í Føroya søgu og 50
metra svimjihyl
Fyrst vil jeg vegna Tvøroyrar býráð ynskja tær Pál
Joensen hjartaliga tilukku við 3 falda Europameistara
skapinum, somuleiðis venjara tínum Jón Bjarnarsyni,
SUSVIM, foreldrum, systkjum og ommuni í Vági,
hetta er størsta ítróttarbragd í Føroya søgu, sum
vábingar, suðringar og øll tjóðin kunnu verða stolt av.
Størsta ynski frá øllum, ið vara av svimjing í Føroy
um hevur verið at fáa ein 50 metra svimjihyl, her vil
jeg vegna Tvøroyrar býráð upplýsa at ogur hava í
fleiri ár arbeitt vi 9ð at byggja ein 50 metra svimjihyl,
og var eisini fíggjing fingin til hesa ætlan, men Føroya
Landsstýri, ið sat í síðstu seti kláraði ikki avgreiða
málið, hevði Føroya Landsstýri givið Tvøroyrar býráð
loyvið, so hevði 50 metra hylurin verði komin væl
ávegis ídag. Men Tvøroyrar býráð hevur tó ikki slept
ætlani, men her má Føroya Landsstýri spæla við. Lat
um okkum leggja 50 metra svimjihylin í Suðuroy.
Andlát og jarðarferðir
John Coulthard, fyrr
verandi kommunulækni
í Havn, andaðist á Aar
hus sjúkrahúsi sunnu
dagin, 87 ára gamal.
Jarðarferðin verður frá
Hornbeck kirkju leyg
ardagin klokkan 13.00.
Gunver von Jessen,
fødd Zachariasen, van
liga nevnd Dyssa, and
aðist fríggjadagin 1.
august í Nivå, 78 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður úr Nivå kirkju
fríggjadagin 8. august
klokkan 15.00.
Andlát og jarðarferðir
Tíðindaskriv frá Føroya
Sanglærarafelag
Tíðliga í summar bjóðaði
Føroya Sanglærarafelag til
kapping um at gera nýggjar
sangir til komandi skúla
sangbók.
Nakrir sangir eru longu
komnir inn, men stigtakar
arnir vóna, at nógv uppskot
fara koma afturat.
Freistin at senda sangir
inn er 20. august í ár, so enn
er nakað av tíð til at lut
taka.
Stigtakararnir heita á fólk
um at vera við til at mynda
komandi skúlasangbókina
og kanska at vinna ein av
stóru vinningunum. Um
treytirnar og vinningarnar
kann ein lesa á heimasíðuni
www.skulasangbokin.fo
Sangkappingin
borgarstjóri
Vegna Tvøroyrar
býráð
Kristin
Michelsen