Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 149 - 7. august 2008 Sosialurin Ógreið støða - ymsar tulkingar Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað tykist sum áhugin fyri eini minnilutastjórn er meira grundaður á áhugan fyri sjálvari royndini enn politiska veruleikanum. Tað er upplagt fyrr ella seinni at royna minnilutamyndilin, men ymisk tekin í flokskipanini kundu bent á, at vit eru ikki heilt til reiðar. Tað kann vera ivasamt at royna minni- lutastjórn, ið byggir á Sjálvstýrisflokkin, tí útmelding- arnar eru so kámar og andsigandi. Hetta kann lesast av teimum sera ymisku tulkingunum av støðu Sjálvstýrisfloksins og út frá formansins útlegging av tíðindaskrivinum. Bill Justinussen, umboð fyri Miðflokkin, er bjartskygdur og sær møguleikar fyri politiskum samstarvi í støðu Sjálvastýrisfloksins. Eisini Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi tulkar frá- boðan Sjálsvtýrisfloksins sum jaliga. Hann byggir sítt bjartskygni á hetta, at valskráin hjá Sjálvstýris- flokkinum líkist so mikið nógv samgonguskjali- num hjá sitandi samgongu, at her skuldi eingin trupulleiki verið. Hann metir, at báðir partar, samgonga og Sjálvstýrisflokkur, ikki áttu at hava stórar trupulleikar í einum politiskum samstarvi. Torført at síggja, at tað Bill og Torbjørn byggja teirra bjartskygni á, heldur, og spurningurin er um, ikki her er talan um yvirtulkingar. Løgmaður tykist mest realistiskur í síni meting. Hann tulkar fráboðanina sum eitt nei til at gerast partur av samgonguni og eitt nei til leiklutin sum stuðulsflokkur, og sostatt er parlamentariska støðan óbroytt. Um løgmaður hevur skilt Sjálvstýrisflokkin rætt, er eingin møguleiki fyri minnilutastjórn, og so kann eins væl farast til Sambandsflokkin og fáa eitt meirilutastýri aftur. Løgmaður er gamal í garði og dugir sjálvandi, at síggja, at Sjálvstýrisfloksins fráboðan kann vera taktikkur, og viðmerkingin kann vera ein ávaring um ikki at yvirspæla leiklutin. Hvat sigur so høvuðsleikarin, sum hevur myndug- leikan at tulka fráboðan Sjálvstýrisfloksins? Hann sigur, at flokkur hans er í ynskistøðu og at farið verður ikki uppí samgonguna nú men kanska seinni. Alt politiskt arbeiði hevur ligið stilt, men nú kemur Sjálvstýrisflokkurin inn á vøllin og sær til, at mál av felags áhuga verða loyst og vit fáa trygg politisk viðurskifti. Vit skulu fyrst hava eina tillagingartíð og so fæst at síggja, hvussu lekur fer. Hetta kann tykjast ørkymlandi og løgmaður, ið hevur eina stóra ábyrgd, má umhugsa, hvørt hetta taktiska spæl er haldgott støði fyri minnilutastjórn. Hann má spyrja seg sjálvan og sínar samstarvspartar, um tað ber til at skapa trygg politisk viðurskifti á slíkum støði. Løgmaður má meta um, hvørt for- treytirnar fyri tí minnilutastjórn, ið mong ynskja, veruliga eru til staðar. Tíðin gongur og løgmaður hevur valla politiskt ráð til at lata Sjálvstýrisflokkin reka nervakríggj í fleiri dagar. Tað skuldi tí ikki undra, um løgmaður í veruleikanum satsar uppá eina meirilutastjórn. Orð hansara í gjár um Sam- bandsflokkin kundu bent tann vegin. Landsstýrismaðurin hevur við tilmæli um stóran niður­ skurð í fiskidøgum boða frá nýggjum tíðum í før­ oyskari fiskivinnu. Orða­ skiftið á tingi bendir tó á, at løgtingslimir ikki síggja álvaran í støðuni og heldur ikki hesaferð vilja fremja neyðuga tillaging í veiðu­ flotanum. Veiðisetningurin Tað verður ført fram, at vit í meðal skulu taka ein trið­ ing í tali úr hvørjum fiska­ stovni hvørt ár. Hetta er tikið úr leysari luft og er ov høgt. Í dag taka vit meira enn annanhvønn tosk av landgrunninum hvørt ár. Lívfrøðiliga burðardygg veiða er helst minni enn triðihvør fiskur. Fyri at fáa størsta peningaliga avlop er helst rættast at taka umleið fjórðahvønn tosk úr havinum hvørt ár. Veiðisetn­ ingurin eigur tí at verða endurskoðaður við atliti til landsbúskap. Tað er at fegnast um, at ætlanin er at seta á stovn gransking innan fiskivinnubúskap. Veiðitrýst og dagaskipan Í nógv ár hava vísindaligar útrokningar víst, at veiði­ trýstið er alt ov høgt. Í ár er tilmælið, at fiskidagar hjá fiskiførum, sum veiða tosk, skal minkast 50% og aðrir partar av flotanum skulu skerjast 20%. Lítið verður lurtað eftir hesum tilmælum og sum undan­ førsla verður ført fram, at føroyska fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi. Hetta er ein illusjón. Veiðitrýstið, sum helst var ov høgt frá byrjan, er økt alla tíðina, bæði orsakað av hvussu skipanin hevur verið um­ sitin og av at fiskifør er blivin meira effektiv við tíðini. Toskur er nógv dýrari enn hýsa og upsi, og tí er royndin eftir toski vorðin alt ov stór. Hetta er ein beinleiðis veikleiki við okkara fiski­ dagaskipan, sum okkurt má gerast við. Eitt hugskot er, at leggja avgjald á hvønn tosk sum verður veiddur, helst meira á tann smærra fiskin og minni á tann størra. Hetta hevði eisini viðført, at nakað av ‘resource­rentuni’ kom til høldar, so sum fleiri halda verða rætt. Fiskiorkunevndin Í fleiri ár varð sagt, at vit vita ikki hvussu veiðievn­ ini hjá skipum eru broytt og tí er torført at meta um hvussu tal av fiskidøgum skal ásetast. Hetta haldi eg var meira undanførsla enn nakað annað, tí vísindaliga ráðgevingin gav týðuligar ábendingar um støðuna og hvat neyðugt var at gera. Í vár varð so sett ein nevnd at kanna broytingar í veiði­ evnum hjá fiskiflotanum. Tíverri bleiv hetta arbeiði sera trupult, tí í fleiri førum væntaðu hagtøl. Nakrar ábendingar eru tó týðuligar. Trolarar hava økt um veiðiorkuna við longri tóvum og harvið fleiri tóvtímum hvønn fiskidag. Tá nýggj skip eru komin inn fyri gomul eru veiði­ evnini ofta meira enn tvífalda. Línuskip, sum í 1980unum settu í meðal 27.000 húkar hvønn dag seta nú 35.000 húkar hvønn fiskidag. Hesi skip eru hækkaði í tali úr 18 upp í 26. Eisini eru fleiri smábátar nú útgjørdir við egningarmaskinu og seta húkatal svarandi til 70 stampar hvønn fiskidag. Her er ein øgilig øking í húkatali farin fram, sum fyri tað mesta verður sett innarlaga har mest ung­ fiskur er. Tíverri ber ikki til at seta tal á hesa øking í húkum, tí hesi hagtøl eru ikki til. Hetta er burturvið og eigur at fáast í rættlag. Stongd øki Stórir partar av landgrunni­ num, eru stongdir fyri trolveiðu, men ikki fyri húkaveiðu. Tað alt ov stóra veiðitrýstið á toskin, sum er størsta vandamálið í løtuni, stavar sostatt serliga frá húkaveiðuni. Tí er ivasamt, um húkaveiðan hevur uppiborið hendan framíhjárætt, hóast hon í mangar mátar er meira tiltalandi enn trolveiða. Annars haldi eg ikki ov nógv skal gerast við at stongja øki fyri at minka um veiðuna, tí tað forðar fyri at fiskurin verður tikin so bíliga sum gjørligt. Tað er tó í lagi at stongja øki fyri at verja ungfisk og viðkvæmt umhvørvi. Stórur fiskur inni við land Hugskot hava verið frammi um at steðga fiskiveiðu inni við land fyri at minka um veiðitrýstið, serliga á ungfisk. Nýggj gransking bendir á, at nógvur stórur toskur inni við land minkar um møguleikan fyri at fáa góða tilgongd av nýggjum árgangi. Tí seti eg spurnar­ tekin við um rætt er at seta eina minstu frástøðu úr landi fyri fiskiveiðu. Í dag fiska smábátar við húki nógvan smáfisk innarlaga og hetta er sera óheppið bæði lívfrøðiliga og peningaliga. Aðrir hættir eiga tí at verða brúktir, so at stórur toskur inni við land kann fiskast, uttan at ov nógv av smáum verður tikið. Burðardygg veiða Fiskiveiðan undir Føroyum er ikki burðardygg í løtuni. Hetta tykist ikki at verða gingið upp fyri okkara løgtingslimum enn. Men fleiri av okkara stóru kundum úti í heimi síggja støðuna og okkara útflytarar eru taparar í kappingini á marknaðinum orsakað av, at vit ikki hava burðardygga fiskiveiðu. Fyri at tryggja okkara framtíðar fiskivinnu og atgongd til fiskamarknaðir mugu tiltøk setast í verk. Mín áheitan á løgtingslimir er: Fái í lag breiða politiska semju um at skerja royndina eftir toski 15% hvørt ár tey næstu fýra árini. So veit vinnan hvat hon hevur at halda seg til, hevur møguleika at tillaga seg og verður nógv betur fyri um nøkur ár. Fiskiveiðan undir Føroyum á einum vegamóti Nólsoy, (limur í fiskiorkunevndini) BjARtI tHoMSEN