Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 7. august 2008 11 politiskt virksemi fyri at fáa veg til Múla. Hetta eydnaðist eisini, men tá ið vegur var komin, fóru seinastu fólkini av bygdini. Húsini verða kortini nýtt til summarhús, so á sumri er lív í bygdini bæði við upprunafólki og fremmandafólki. Elsta dóttir Johannes og Minu er Sunneva. Hon greiðir frá, at tá ið hon var barn, var skúli í bygdini. Fyrst varð skúlin hildin í eini vanligari stovu, men seinni varð ein skúlastova innrættað í einum av húsun­ um. Óli Hansen, ættaður úr Svínoy, var ferðalærari. Skúlagongd var tískil aðru hvørja viku. Sunneva minn­ ist barnatalið at hava verið upp til 9. Í Múla upplivdu tey enntá, at tvey børn vórðu fødd sama dag, so fá tey vóru. Hetta var 12. november 1934. Undir krígnum vóru tey enn fleiri í bygdini. Tá ið bumbað varð í Klaksvík, rýmdu nógv fólk út á bygd, og onkur fór til Múla. Tá kom barnatalið upp í 12. Prestur kom nakrar ferðir á hvørjum summari. Men annars varð farið í kirkju á Viðareiði, til dømis tá ið børn skuldu doypast. Gam­ alt var, at hetta ikki mátti drála, og varð ofta gjørt sama dag, sum barnið var føtt. Lestur varð lisin í bygdini hvønn sunnudag. Í Múla var sum so hampuliga liviligt. Páparnir vóru til skips sum aðra staðni. Eg var sjálvur til skips við Vestfart saman við Eliesar í Múla. Hann var ein sera fittur og dám­ ligur maður. Vit vóru eina­ ferð í landi í Múla og vitjaðu í øll húsini. Tað var eingin vegur til Múla. Skuldi farast ørindi av bygdini, sum til handils, mátti farast til gongu. Til Norðdepils vóru einir fýra fjórðingar, og var gongdin um hálvan annan tíma hvønn vegin. Múli var brim­ pláss, so her lá ikki væl fyri við útróðri. Einasta lending var ein hálvfjórðing sunn­ anfyri bygdina, har tað eis­ ini var neyst. Postbátur kom tríggjar dagar um vikuna, so tað var ikki heilt galið. Múlamenn plagdu eisini at fara inn í Sund at kasta nót. Veiðan mátti so berast norður aftur. Hans Marius endaði sínar dagar í Singapore Ein beiggi Sunnevu var Hans Marius. Hann fór ung­ ur til Klaksvíkar at ganga í realskúla. Eftir øllum at døma hevur hann ikki havt hug til fiskiskap. Hugurin leitaði longur enn tað. Hann vildi sigla úti í stóru verð. Hann fór tískil niður at ganga á sjófartsskúla í Svendborg. Hetta var ein treyt fyri at sleppa sum dekkari við donskum farma­ skipi. Hann fekk so sína siglingartíð í farmasigling. Tá kom hann aftur til Danm­ arkar at fáa sær naviga­ tiónsútbúgving, hana fekk hann á Fanø útfyri Esbjerg. Tá ið hann hevði fingið prógv, fór hann út aftur at sigla við Mærsk. Í Singa­ pore hittir hann Seru. Tað rennur saman teirra millum. Tey giftast og búsetast í Singapore, meðan hann framvegis sigldi, nú í sam­ band við oljuvinnuna. Tey fingu dótrina Michelle í juli 1982. Hon er uppkallað eftir ommuni Minu. Einaferð var Hans Marius út fyri einum pussigum samantreffi. Hann var á einum matstaði í Tokyo í Japan. Tá rennur hann seg heilt tilvildarliga í systkina­ barnið Hjørleif, sum eisini var úr Múla. So lítil kann verðin vera. Hjørleif var sonur Hans Jacob Frederik­ sen, beiggi Minu. Hann sigldi eisisini sum yvir­ maður. Báðir doyðu teir í besta aldri. Hans Marius og Sera vóru einaferð í Føroyum. Hetta var í 1982, eftir at pápi hansara var deyður. Men eydnan vardi ikki leingi. Í 1985 fær Hans Marius ein blóðpropp og doyr knapp­ liga, ikki 40 ára gamal. Konan, sum var nógv yngri, giftist ikki aftur. Michelle fyrstu ferð í Føroyum Tann mest forkunnugi gesturin á hesi ættarstevnu var júst Michelle. Hetta var fyrstu ferð, hon hitti sína føroysku ætt. Tey hava tó havt samband sínámillum, fyrst við brøvum og síðan gjøgnum internetið. Michelle er sera fegin um ta móttøku, hon hevur fingið í Føroyum. Henni dámar eisini sera væl her, og hon er ovfarin av náttúru og øðrum, sum hon hevur upplivað. Hon hevur eisini sæð rættuliga nógv. Sjálv­ sagt hava tey verið í Múla, og tað kann illa hugsast størri munur enn á hesum støðum, sum hennara for­ eldur koma frá. Michelle hevur eisini við síni ætt verið á Viðareiði og Eiði. Seinasta dagin í Føroyum var hon eisini á útróðri og fekk sjálv ein hampiliga stóran tosk! Hon kemur frá einum samfelagi, sum er nógv øðr­ vísi enn okkara. Singapore er eitt samfelag, sum er ein samanseting av nógvum ymiskum fólkasløgum. Mamma hennara er av blandaðum indonesiskum­ kinesiskum uppruna. Hetta er Michelle so eisini, men við einum munandi ískoyti av Múlablóði! Tað skuldi ikki verið tað ringasta. Tað eru fýra almenn mál í Singapore. Enskt er eitt teirra, og tað duga tey flestu. Hetta er eisini móð­ urmálið hjá Michelle. Tað eru nógvir átrúnaðarligir bólkar í Singapore. Men fólkið er merkt av tollyndi, og tí eru eingir trupulleikar av hesum. Nógv er øðrvísi enn hjá okkum. Hetta er eitt sera skipað samfelag. Tað er til dømis ikki loyvt at nýta tyggigummi orsakað av dálkingini eftir, at tað er spýtt út aftur! Tað er eisini reint alla staðni. Smugling av rúseitur førir uttan náði til deyðarevsing. Tað ber ikki til at fáa íbúð, uttan ein er giftur ella er 35 ár. Her kann skoytast uppí, at Singapore er bert helvtin av Føroyum til støddar, men fólkatalið er sum í Danmark. Sjálv býr Michelle heima hjá mammuni. Hon hevur ein handil við ymiskum, ser­ liga til konufólk, sum undir­ klæðir og smúkkur. Ein kafé er eisini í handlinum. Hetta er ein serlig tænasta, har menninir kunnu hugna sær, meðan teir bíða eftir, at konurnar skulu gera seg lidnar at keypa. Tað kann taka sína tíð har sum her! Eisini undirvísir hon børnum i keramikk. Singa­ pore verður roknað sum eitt fíggjarligt undur. Men hetta er ikki komið av sær sjálvum. Her arbeiða fólk nógv, eisini leygardagar. Michelle er ein sera dámlig kvinna. Hon hevur sjeik, sum er úr Hollandi. Inntil nú hava tey sæst við at ferðast ímillum. Hetta er tó í longra lagi, og nú fer hon at vita, um hon kann fara at trívast í Hollandi. Tað var hugnaligt at hitta hendan hálva føroyingin, sum nú hevur knýtt ættar­ sambondini hendan vegin enn meira. Heilsan til Sunnevu Hendan greinin skal enda við eini heilsan til Sunnevu, sum verður 75 ár mánadagin 11. august. Vit hava kenst í eini 40 ár. Sunneva var gift við Frits Olsen, sum í ótald ár var formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag, og sum eisini umboðaði útróðarmenn í táverandi ráfiskanevndini. Hetta gjørdi hann á ein hátt, sum skapti virðing og úrslit. Hann doyði í 1999. Vit báðir Frits vóru í ætt og gjørdust sera væl. Hetta førdi til vitjan heima hjá teimum í Klaksvík. Hetta var eitt hús, har eg beinan­ vegin føldi meg væl, tí Sunneva var altíð so blíð og hjartalig. Tí eri eg javnan komin inni aftur, tá ið høvi býðst, eisini eftir at Frits er deyður. Eri samstundis kom­ in at kenna teirra børn Óla, Nikolinu og Jón, sum eisini eru sera dámlig. Sunneva fór úr Múla 14 ára gomul og fekk húspláss og pláss í handli serliga í Klaksvík, til hon giftist. Síðan tá hevur hon javnan arbeitt í fiski. Sunneva er eisini sera vitandi, men hon er ein av teimum friðarligu í landi­ num. Hon verður burtur­ stødd føðingardagin. Men fyri tað skal hon fáa hesa heilsan við tøkk fyri vinarlag øll hesi árini. Hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum! Hans Marius og Sera. Eydnan vardi bert so stutt Úr Múla….. …til Singapore. Ja, munur er á! Ónagerði, her Johannes kom at vera húskallur Michelle Heinesen, í miðjuni, hittir her fyrstu ferð síni systkinbabørn William Røjbæk úr Esbjerg og Nikolinu Olsen úr Klaksvík