hósdagur 7. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 149 - 7. august 2008
Í Klaksvík hittust leygar
dagin
eftirkomarar
hjá
Sunnevu
og
Johannes
Heinesen á Viðareiði. Døg
urði var leygarkvøldið á
sjómansskúlanum í Klaks
vík. Tey vóru um 125 í tali.
Tey, sum hittust her, vóru
systkin, systkinabørn og
trímenningar.
Vit fara at greiða eitt
sindur frá ættini í hesi grein.
Felags fyri ættirnar, sum
hava ættarstevnu, er, at
eftirkomarar eru spjaddir
um allan heimin. Tað sama
er við øðrum ættum. Hetta
váttar bert, at føroyingar
eru alla staðni. Hvør einstøk
ætt hevur tó sína serligu
søgu, sum er verd at tríva í.
Lorvíksdrongur og tofta
genta enda á Viðareiði
Fyrst eitt sindur um hesa
ættina:
Johannes Heinesen varð
føddur 25. mars 1854 í
Lorvík. Foreldrini hjá hon
um vóru Heini Johannesen
og Cathrine Malene Jacobs
datter í Lorvík. Johannes
kom til Viðareiðis at vera
húskallur í prestagarðinum
Ónagerði, sum eisini var
bóndagarður við fleiri tæn
astufólkum. Johannes fekk
gerði burturav Ónagerðs
haganum og bygdi sær hús
í 1877. Presturin, sum hev
ur víst honum hesa vælvild,
man hava verið Jens Christ
ian Evensen, sum var prest
ur á Viðareiði 18711877.
Hann gjørdist seinni prestur
í Hvalba og kom so inn á
Nes sum próstur. Hann var
giftur við Onnu, dóttir tann
fyrsta Lützen í Føroyum.
Hon hevur fingið niður
skrivað sína søgu, eisini
sum prestakona á Viðareiði.
Her er ein sera áhugaverd
lýsing av lívinum í presta
garðinum. Søgan stóð í
FFblaðnum í 2003.
Johannes giftist í 1894 við
Sunneve Lydersen, f. 21.01.
1868. Foreldur hennara vóru
Malene Olesdatter og Joen
Lydersen í Tøðuni á Toftum.
Tað er áhugavert, at tað ganga
heili 17 ár, frá tí Johannes
bygdi húsini, og til hann
giftist, men tá fekk hann eisini
eina 14 ár yngri konu!
Her kann leggjast afturat, at
Johannes átti eisini ein beiggja
á Viðareiði, Jógvan. Hann
fekk somuleiðis gerði burtur
av Ónagerðishaganum.
Johannes doyði á Viðar
eiði 6. mai 1919, 65 ára
gamal og Sunneva doyði 5.
mai 1948 í Klaksvík, 80 ára
gomul.
Tey fingu níggju børn:
1. Else Malene f. 1895, gift
í 1932 við Sámal Jákup
Olsen f. 1893 í Skúvoy, har
tey búsettust og fingu 2
børn.
2. Jóan Heine f. 1897,
giftist í 1929 við Jense
Nicoline Jacobsen f. 1907 á
Viðareiði. Tey giftust inn í
barnaheimið hjá Jóan Heina
og fingu 11 børn. Í 1940
bygdu tey sær nýggj hús,
og
gamla
húsið
varð
niðurtikið.
3. Cathrina Sophia Hen
rietta Davida, f. 1899. Gift
ist við Christian Johannes
Simonsen f. 1899. Búsettust
á Heygnum og fingu trý
børn.
4. Oluffa Maria, f. 1905,
gift í 1927 við Sámal
Samuelsen
úr
Lorvík.
Búsettust á Vágsheygnum í
Klaksvík og fingu 8 børn.
5. Johannes, giftist til
Múla. Komið verður aftur
til hansara
6. Louis Heinesen, f.
1908, giftist í 1936 við
Signhild Joensen, f. 1915,
úr
Norðdepli,
búsett
í
Klaksvík. Fingu 2 børn.
7. Sigrid f. 1910, gift í
1930 við Thomas Johan
Sigurd Mikkelsen f. 1907.
Tey búsettust á Viðareiði og
fingu 5 børn.
8. Joen Hendrik f. 1913,
búði í Klaksvík. Giftist í
1976 við Signhild, einkjuna
eftir beiggjanum Louis.
9. Ein drongur kallaðist
Óli. Hann doyr heilt ungur.
Hann er vist føddur millum
Davidu og Oluffu, sum helst
er uppkallað eftir honum.
Johannes fór til Múla
Í hesi grein verður bert
pláss at umrøða eitt av
børnunum og hansara ætt.
Hetta er Johannes f. 1907.
Hann giftist í 1931 við
Minu Frederiksen f. 1909 í
Múla. Foreldur hennara
vóru Johannes Frederiksen
og Anna Maria Gregersen,
ættað úr Kunoy.
Johannes og Mina bú
settust í Múla. Í 1958 flyta
tey til Klaksvíkar. Tey fingu
átta børn, og tey eru:
1. Sunneva, f. 1933. Gift í
1953 við Frits Olsen í
Klaksvík. Eigur trý børn.
2. Jana, f. 1934, gift í
1954 við Andrias Elttør,
Klaksvík. Eigur trý børn.
3. Jóanes Meinhard f.
1936, giftur við Jonhild
Hansen, úr Miðvági, búgva
í Myklebust á Harøy. Eiga
4 børn.
4. Óla Kristian f. 1940,
giftist í 1963 við Jonhild
Danbjørg úr Porkeri, búsett
í Klaksvík. Eigur ein son.
5. Jenny Helena f. 1942,
gift við Eli Jacobsen, býr í
Esbjerg. Hann er deyður, og
hon er gift aftur við If Peter
sen. Eigur tríggjar synir.
6. Hans Marius f. 1946.
Deyður í 1985. Komið
verður aftur til hansara
7. Jóngerð Heinesen f.
1949, gift við Erik Ras
mussen og býr í Esbjerg.
Eigur 2 synir
8. Eyðbjørg f. 1953, gift
við Freddy Røjbæk og býr í
Esbjerg. Eigur 2 synir
Múli var einaferð ein
livandi bygd
Sum kunnugt er Múli í dag
ein útdeyð bygd, men tað
hevur hon ikki altíð verið.
Heilt aftur í 1737 vóru
tríggjar familjur í Múla.
Stóran part av 19. øld vóru
fýra hús, og fólkatalið lá
um tey 20. Fyrra partin av
20. øld lá fólkatalið undir
20, men í 1955 vóru tey
heili 27. Tá fór at minka
skjótt, og í 1975 vóru bert
seks fólk í tveimum húsum.
Eitt hús var tá flutt til
danska Frilandsmuseet.
Tað var nógv ár nógv
Ættarstevna:
Úr Múla til Singapore og aftur
Seinasta vikuskifti vórðu hildnar í minsta lagi tríggjar ættarstevnur ymsastaðni í landinum. Í fríggjadags
blaðnum greiddu vit frá stevnuni hjá ættini við Neyst í Hvalba. Í Havn og Koltri var ættin hjá Hanus og
Mariannu uttar í Stovu í Koltri savnað. Hesa ættarstevnu fara vit at umrøða í eini aðrari grein í komandi viku
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta eru systkinabørnini
F.v. Nikolina Olsen, Óli Olsen, Jann Heinesen, Annika Heinesen, Eli Elttør, Jens Jacobsen, Jón Olsen, Erik Jacobsen, Jóhan D.
Heinesen, Villiam Røjbæk, Christian Røjbæk, Michelle Heinesen úr Singapore, Rolf Knudsen
Børnini hjá Johannes og Minu
F.v. Óla Kristian Heinesen, Jóngerð Heinesen, Sunneva Olsen, Jóanes Heinesen, Eyðbjørg Røjbæk, Jenny Helena Jacobsen, Jana E.
Hansen