hósdagur 7. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 149 - 7. august 2008
- Tað tykist, sum um
fiskifrøðingar hava
til uppgávu at leypa
ræðslu á fólk fyri at
røkka sínum máli,
sum er at sleppa at
stýra fiskivinnuni, ið
teir kortini ikki eru
førir fyri. Á hinari
síðuni hevur politiski
myndugleikin ikki
megnað at hildið
sína egnu skipan,
tí tað fremur ikki
stovnsrøkt at taka
frá einum bólki at
selja einum øðrum,
sigur Jan Højgaard,
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinni í dag fara umboð
fyri Føroya Fiskimanna
felag á fund við vinnu
nevndina í sambandi við
uppskotið hjá landsstýris
manninum í fiskivinnu
málum, Tórbjørn Jacobsen,
um søguliga stórar skerjing
ar av fiskidøgum og øðrum
avmarkingum.
Eftir at løgtingið hevði 1.
viðgerð av málinum um
broytingar í lógini um vinnu
ligan fiskiskap fyrr í vikuni,
fór málið í vinnunevndina,
sum nú skal gera sítt tilmæli
til løgtingið.
Sum skilst, ætlar vinnu
nevndin at hava sítt tilmæli
klárt í morgin, og ein liður í
hesi viðgerð er at hava
umboð fyri vinnu og mann
ingarfeløg til hoyringar.
Álvarsligt mál
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, sigur,
at umboð fyri felagið helst
fara á fund við vinnunevnd
ina seinnapartin í dag.
Tað er ikki so avgerandi,
um málið kemur aftur úr
vinnunevndini
longu
í
morgin – ella ein annan
dag. Tað mest avgerandi er,
at vinnunevndin tekur sær
ta tíð, sum skal til at viðgera
hetta stóra og týdningar
mikla álvarsmál.
Tá løgtingið hevði 1. við
gerð av lógini um vinnuligan
fiskiskap, var Fiskimanna
felagið væl umboðað á
áhoyraraplássinum í løg
tinginum við fýra umboð
um, og formaðurin sjálvur
fylgdi orðaskiftinum tað
mesta av degnum.
Tað er harmiligt og ikki
sørt ræðandi at hoyra,
hvussu lítið innlit mong av
teimum fólkavaldu hava í
okkara høvuðsvinnu. Hetta
kom týðiliga til sjóndar í
tinginum hendan dagin.
Jan er bersøgin og leggur
ikki fingrarnar ímillum, tá
hann sigur sína erligu mein
ing um, hvussu hann upp
livdi hendan dagin í løgting
inum.
Á fáum hondum
Eg haldi, at fleiri av hesum
fólkum
hava
latið
seg
manipulerað og hava ikki
fingið nóg holla ráðgeving
til at gera sær sínar egnu
meiningar um veruligu við
urskiftini. Í aðrar mátar er
líkt til, at onkur tosar fyri
kvotubarónar – føroyskar
sum útlendskar – ið hugsast
kunnu at hava áhuga í, at
ogn Føroya fólks endar á
fáum hondum.
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum heldur ikki, at
ráðgevingin hjá Fiskirann
sóknarstovuni er nøktandi,
tí fleiri av árunum hava
tilmælini als ikki samsvarað
við ta veiði, sum kom
burtur úr, tá samanum kom
– og summi ár hava hesi
tilmæli verið púrasta burtur
við. Hann fýlist eisini á, at
formaðurin
í
fiskidaga
nevndini, Óli Samró, rør
fram undir, at ein línufloti,
sum er helvtina minni enn
flotin, vit hava í dag, kann
fiska somu nøgd av fiski,
soleiðis at veiðan hjá hvørj
um skipi sær tá verður eina
helvt størri.
Eg havi verið so mikið
nógv ár við línu, og eg veit,
at hetta letur seg ikki gera.
Línuveiða er ikki soleiðis
háttað, at hon eins og trol
ella nótaveiða bara kann
»skovla« eina rúgvu av
fiski inn í senn. Soleiðis er
tað bara ikki við línuni, og
tað vita allir, sum kenna
nakað til fiskiskap.
Gjøgnum bakdyrnar
Jan heldur annars, at Heini
O. Heinesen, løgtingsmað
ur, segði tað nokso greitt, tá
hann undir viðgerðini vísti
á, at politiski myndugleikin
hevur skuldina í, at fleiri
línuskip eru komin inn í
flotan – gjøgnum bakdyrn
ar, sum løgtingsmaðurin
tók til.
Politiski myndugleikin
hevur ikki megnað at hildið
sína egnu skipan, tí tað
fremur ikki stovnsrøkt at
taka frá einum bólki at selja
einum øðrum.
Hann heldur tí, at ynskir
politiski myndugleikin at
minka
um
fiskiflotan,
kunnu teir keypa nøkur skip
út úr flotanum.
Men tað er slett ikki við
í kjakinum, hvussu myndug
leikarnir hugsa sær, at hetta
skal gerast.
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum heldur, at tað er
inni í sjálvari skipanini, at
feilurin liggur – og ikki í
fiskidøgunum, sum sami
myndugleiki nú mælir til at
skerja í ólukkumát.
Tað tykist, sum um fiski
frøðingar hava til uppgávu
at leypa ræðslu á fólk fyri
at røkka sínum máli, sum er
at sleppa at stýra fiski
vinnuni, ið teir kortini ikki
eru førir fyri.
Lítil veiða
Jan dugir ikki at síggja tann
stóra trupulleikan við fiski
døgum, nú ein partur av
fiskiflotanum
liggur
–
ísfiskatrolarar orsakað av
dýrari bunkring og línuskip,
tí trupult er at fólk fólk.
Hann er heldur ikki
samdur við teimum, sum
siga, at útróðrarflotin er so
nógv vaksin.
Av teimum størru útróðr
arbátunum eru fáir eftir, og
lítil og eingin tilgong er í
hesa vinnu. Útróðrarmenn
inir gerast eldri og eldri, og
spurningurin
er,
hvussu
leingi teir, ið eftir eru, vera
verandi í útróðrarvinnuni.
Jan Højgaard sigur, at
neyvan slepst undan niður
skurði í fiskidøgum so
harður,
sum
ágangurin
seinastu tíðina hevur verið.
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum
hevur
tikið rívan til við søguliga
stórum skerjingum í talinum
av fiskidøgum – 20% hjá
partrolaraflotanum og heili
50% hjá húkaflotanum. Eg
trúgvi kortini, at Tórbjørn
Jacobsen er púrasta greiður
yvir, at uppskotið hjá hon
um slett ikki letur seg
fremja í verki.
Alt kollapsar
Hann
sigur,
at
hevði
uppskotið hjá landsstýris
manninum verið samtykt í
løgtinginum, hevði hetta
ikki skert høvuðsvinnuna
bara við eini helvt, men
helst við eini 90%, tá
hugsað verður um virksemið
á landi og avleiddar vinnur.
Tað sigur seg sjálvt, at
við
slíkum
ógvusligum
skerjingum hevði eingin
hórað undan – og øll fiski
vinnan, sum skal bera øll
samfelagnum uppi, hevði
kollapsað, sigur formaðurin
í Føroya Fiskimannafelag.
Politikarar lata seg manipulera
- Um politiski myndugleikin
vil minka um fiskiflotan,
kunnu teir keypa nøkur
skip úr flotanum, heldur
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at fleiri løgtingslimir hava latið seg manipulerað og
hava ikki fingið nóg holla ráðgeving til at gera sær sínar egnu
meiningar um veruligu viðurskiftini í fiskivinnuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýtt sjóverjuskip vitjar
Í morgin kemur nýggja, danska sjóverjuskipið Knud
Rasmussen á Havnina. Skipið, sum er smíðað á Karstensens
Skibsværft í Skagen, er góðar 71 metrar langt og smáar 15
metrar breitt. Tað skal fyri tað mesta gera tænastu við
Føroyar og Grønland. Manningin telur 18. Tað var Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, sum gav nýggja skipinum navn tann
22. septembur í fjør. Nú skipið vitjar á Havnini, sleppur
almenningurin umborð, tí sunnudagin er opið skip frá
klokkan 14 til 16.
Knud Rasmussen